Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 95 - 18. mai 2006 Alternativ bygging á Norðoyri Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22 des. 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, verður eitt øki á Norðoyri – omanfyri vegin, sunnanfyri bygdina – boðið út til bygging. Boð saman við uppskoti um bygging verða at senda til: Klaksvíkar kommuna Postsmoga 2 FO-700 Klaksvík í seinasta lagi 20. juni 2006. Lendið, sum verður útboðið í fyrstu atløgu, er 6.200 m2, íroknað vegir. Seinni er ætlanin at bjóða enn eitt øki út uppá 7.500 m2, íroknað vegir, til sama endamál. Kommunan ger vegin, sum hoyrir til økið og skilar sær rætt til at selja økið til ein ella fleiri keyparar. Minsti kostnaður fyri lendið er ásettur til kr. 240,- pr. m2. Ætlanin er, at á økinum skulu byggjast tví – ella raðhús í alternativum sniði, sum tó falla væl inn í lendið. Byggingin skal sjálvandi lúka ásetingarnar í verandi byggisamtykt fyri Klaksvíkar kommunu. Eisini skulu atlit takast til verandi umhvørvi. Her verður serliga hugsað um verandi grótgarð sum ætlanin er at byggja uppaftur. Við tilboðnum skal fylgja skitsuuppskot til bygging. Byggiætlanin skal fremjast við byggifreistum: • Byrja í seinasta lagið ½ ár eftir projekt- góðkenning • Ávegis byggifreistir fyri samanhangandi partar av projektinum • Ásett freist fyri endaliga liðugtgerð Verða freistirnar ikki hildnar, verður lendið at lata aftur til kommununa móti mettari samsýning. Áðrenn møguligur sáttmáli verður undirskrivaður, skal fyriliggja váttan frá peningastovni um fígging. Nærri kunning um byggiætlanina og útbjóð- ingartilfar kann fáast við at venda sær til Teknisku Umsiting – Hanus Poulsen ella Berg Viderø á tlf. 410000. Økispedagogur til Dagrøktarskipanina í Runavíkar kommunu Søkt verður eftir pedagogi í farloyvisstarv, 30 tímar um vikuna frá 1. juni 2006 til 1. juni 2007. Um Dagrøktarskipanina Dagrøktin er ein kommunal skipan undir Runavíkar kommunu. Dagrøktin er normerað til 90 børn. Í dagrøktini starvast 21 dagrøktarar, 1 spælistovufólk og ein leiðari. Spælistova er knýtt at dagrøktini. Arbeiðuppgávurnar eru m.a. • at vitja dagrøktarheim, veita ráðgeving og hava eftirlit • at virka fyri at starvsfólk trívast og mennast • at tryggja námsfrøðiliga tilboðið eftir tørvinum hjá tí einstaka barninum og teimum treytum, sum skipanin virkar undir • skrivstovuarbeiði Vit leita eftir fólki, ið • er útbúgvin pedagogur • hevur góð samstarvsevni • er nýhugsandi og ígongdsetandi • kann arbeiða sjálvstøðugt Setanarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda­ gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Fleiri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Jákup H. Foldbo sosialdeildarleiðara á tlf. 417000 ella Dagrøktarleiðaran á tlf. 448594 lok. 10 Søk starvið Við at senda okkum eina umsókn í seinasta lagi mánadagin 29. mai 2006, kl. 12:00. Umsóknin skal sendast til: Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 Postrúm 139 FO­600 Saltangará www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo