Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 18. mai 2006 31 Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum Aðalfundurin 2006 Aðalfundurin hjá MBF, ið varð lýstur at vera 20. mai er útsettur til at verða týsdagin 30. mai kl. 19.00 í MBF húsinum. Aðalfundurin byrjar við einum fyrilestri, har Jógvan Fríðriksson, prestur, tosar um »Brek í søgu og framtíð«. Aðalfundarskráin verður smb. lógum felagsins. Møtið fjølment. Allir limir í limafeløgunum eru vælkomnir. Starvsnevndin Lærarastørv í Tofta skúla Við Tofta skúla eru 3 tíðaravmarkað lærarastørv, fulla tíð, at søkja skúlaárið 2006/2007. Eisini er eitt tíðaravmarkað lærarastarv við uml. 10 tímum at søkja. Endalig tímaáseting av hesum starvi verður ásett eftir 1. september 2006. Størvini verða sett frá 1. august 2006. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fìggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. 1 starv fulla tíð, har umsøkjarin skal kunna átaka sær: • flokslærarauppgávu í 4. flokki. • rokning og kristni í 4. flokki • danskt í 5. flokki • serligan tørv 1 starv fulla tíð, har umsøkjarin skal kunna átaka sær: • rokning í 3. flokki • náttúru/tøkni • danskt í 8. flokki • ítrótt í barna- og framhaldsdeildini • serligan tørv 1 starv fulla tíð, har umsøkjarin skal kunna átaka sær: • danskt og ítrótt í 6. flokki • landalæru, lívfrøði og kristni í 8. flokki • danskt í 10. flokki • tónleik í framhaldsdeildini • serligan tørv 1 starv við uml. 10 tímum, har umsøkjarin skal kunna átaka sær: • handaligar lærugreinir í 7. flokki • serligan tørv Vit seta í løtuni fokus á: • virðisgrundarlagið fyri Tofta skúla • um- og útbygging, væntandi liðugt 2008 • undirvísingarpartarnar sum sjálvstýrandi toymi Vit vænta at tú: • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert virkisfús/ur og er hugað/ur fyri toymissamstarvi • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samstarvandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini frá Maritu Dalsgaard, skúlastjóra á tlf. 447332 og 747765 ella Olaf Magnussen, varaskúlastjóra á tlf. 447332 og 270963. Tofta skúli Postboks 41 FO-650 Toftir Tofta skúli hevur komandi skúlaár um 190 næmingar og um 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/tof skrivstovufólk til Snarskivuna Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir skrivstovufólki til Snarskivuna. Viðkomandi skal í høvuðs- heitum røkja fólkayvirlitið og uppgávur knýttar at tí. Av øðrum uppgávum, ið skulu røkjast, verða barnaansing, avgreiðsla og telefonmóttøka. Vit ynskja at umsøkjarin er fryntligur og fyrikomandi, kann samstarva við onnur, er førur fyri at halda høvdið kalt í strongdari støðu og ikki er bangin fyri at læra og taka hond í har á stendur. Vit bjóða eitt fjølbroytt starv, har møguleiki er fyri at mennast á fleiri økjum og fáa eina fjølbroytta vitan um kommunal viðurskifti. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin verður í 3. lønarflokki, sambært sáttmála millum Føroya starvsmannafelag og Føroya landsstýri. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mourits M. Joensen, deildarleiðara, ella Helgu Hansen á tlf. 30 20 10. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera Tórshavnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 29. mai 2006. Viðmerk á umsóknina „skrivstovufólk“. Tórshavnar kommuna Leyst starv