hósdagur 18. mai 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 18. mai 2006
35
Nú sólin er farin at
vísa seg, og klæðini
gerast færri á
kroppinum eru tað
nógv, ið fara at hugsa
um linjuna. Í hesum
høpi vil ein ofta
tapa seg skjótt, og tá
verður ofta tikið til
ymiskar kurar.
Vit á Sosialinum
hava roynt tann
sokallaða suppukurin
og skriva dagbók.
Kostráðgevin á
Landssjúkrahúsinum
Ulla Sissel Brandi
heldur, at hesin
kurun førir til
vitamin-, mineral- og
proteinmangul.
Hóast hetta eru
tað nógv, sum royna
hann.
Vekttap
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
– Tað ein tapur í vekt av
hesum kuri er frá vøddunum.
Tað er eitt sera ósunt tap,
sum ikki kann brúkast til
nakað. Hetta eru orðini hjá
kostráðgevanum Ulla Sissel
Brandi.
Hon meinar eisini, at
evnaskifti verður sum hjá
einum krabbameinsraktum
sjúklingi av hesum kuri, og
at kroppurin roynir at taka
tað sum mist er av vøddunum
og góðgera tað við at byggja
glycogen lagrini upp.
– Kostráðgevar kunnu
ikki mæla til, at nakar fer
upp á hendan kurin. Um ein
hevur hug at fara upp á ein
ekstreman lágkaloriukur, vil
eg heldur mæla til at royna
Nupo, ið inniheldur tað av
vitaminum, mineralum og
proteinum, ið kroppurin
hevur brúk fyri.
Men leggur hon aftrat,
er tað altíð best at broyta
sínar matvanar og upp
á tann mátan fylja tí, ið
heilsumynduleikarnir mæla
til.
Vit ætlaðu at hava
uppskriftina uppá suppukurin
við á hesari síðuni, men
eftirsum tey serkønu mæla
frá at fara uppá hendan kurin
velja vit at ikki prenta hann
her.
Droppa suppukurin!
Suppu dagbókin
Dagur 1 – Eg havi tikið uppá
Kururin: Eta so nógv av suppuni og so nógva frukt sum til ber.
Eg eti eitt súrepi og eina apelsin til morgunmat. Sindur fátæksligt, men
eg eri væl fyri, tá eg fari til arbeiðis. Øgiliga nógv at gera. Arbeiði sum
eitt ørt til klokkan 11, tá hungurskenslurnar gera vart við seg. Eti eina
salat - veit at tað ikki er loyvt men eri noydd. Heima er suppan liðug og
eg eti ein stóran tallerk og eina peru. Mums smakkar væl. Vigi meg fyri
fyrstu ferð í 4 mánaðir og fái sjokk. Eg havi tikið uppá. PUHA! Sindur
svong um kvøldið, men eti ein tallerk av suppu og nógva frukt. Havi tað
gott tá eg leggi meg.
Dagur 2 – Byrjaði dagin við einari gularót
Kururin: Eta so nógv av suppuni og grønmeti sum til ber
Tungur dagur. Bara loyvt at eta grønmeti og suppuna. Byrjaði dagin
við
einari gularót og nøkrum kirseberstomatum. Gekk gott at arbeiða,
men klokkan 13 var eg sera svong og át eina grøna salat. Smakkaði ikki
serliga gott eftirsum ongin dressing var við. Klokkan 15 bleiv eg øguliga
veik og át ein tallerk av suppuni. Aftaná tað var betri lag.
Hakkaði gularót,
kálrót, piparfrukt og leyk og stokti tað í ovninum. Mums smakkaði sera
væl og helt meg mettan alt kvøldið.
Vektin vísti: minus 0,7 kg
Dagur 3 – Gularót og epli til náttverða
Kururin: Eta suppu, grønmeti, frukt og epli.
Deiligt at vakna og vita at eg havi klára dag nummar tvey, sum er torførasti dagurin
siga tey sum hava roynt kurin áður.
ìdag ber til at eta grønmeti, epli og frukt og so
sjálvandi suppuna. Àt eina peru og eitt súrepli til morgunmat.
Suppuna til døgverða
og bleiv orduliga mett av henni. Onkur hevði gjørt eina stóra salat, sum ikki bleiv
uppetin til døgverða, so hana kastaði eg meg yvirklokkan 16.
Til náttverða kókaði
eg gularót og epli. Vil ikki eta ov nógv av suppuni, eftirsum eg havi lindi at blíva
troytt av mati nógso skjótt.
Nógv frukt bleiv tað aftan á náttverða.
Vektin vísti: minus 1,3 kg
Dagur 4 – Át fimm bananir um morgunin
Kururin: 5-8 bananir og 5-8 gløs av mjølk og so sjálvandi suppuna
Mær dámar væl banan so tað er ongin trupulleiki at fáa bananirnar niðurum.
Át
fimm bananir longu um morgunin. Mjølk er eitt sindur verri við - men
koyrdi
meiri mjølk í kaffi enn vanligt og drakk nøkur gløs.
Át suppu bæði til døgverða
og náttverða. Tyngri dagur enn væntað. Var og
keypti inn í Miklagarði og tað var
sera freistandi at taka ein Lagerman ella ein bommpakka við mær heim.
Vektin vísti: minus 1,6 kg
Dagur 5 – Eti meg mettan av búffi
Kururin: 6 tomatir, 300 g kjøt og 8 gløs av vati og suppu.
Ì dag er kjøtdagurin. Fyrsta eg hugsi um tá eg vakni er, at í dag kann eg eta meg
metta av onkrum øðrum enn suppuni.
Fuski eitt sindur og eti eina peru til morgunmat og ein gularót. Til arbeiðis
– nógv at gera sum vanligt og eg eti ein tallerk av suppuni um 11-12 tídina.
Klokkan 14 fái eg frí og heima bíðar ein vælstoktur búffur vid tomatum
– mums – smakkar sera væl og eg blívi proppmett.
Um kvøldið eru planir um at fara út við vinum at eta. Onki problem – tad er
bara at bestilla kjøt og tomat. Fái tó eisini nógv grønmeti, sum eg eti.
Vektin vísti: Veit ikki – gloymdi at viga meg
Dagur 6 – Eg vil spíggja um náttina
Kururin: So nógv kjøt og grønmeti eg orki at eta plus suppu.
Tá eg vakni í dag er maðurin, sum eisini hevur verið upp á kurin sjúkur. Hann
hevur ilt í búkinum og vil ikki hoyra um kjøt ella kálsuppu meira. Eg havi tað
gott og byrji morgunin við at gera reint. Fuski eitt sindur við at eta eitt súrepi
– man skal eftir røttum bara eta grønmeti, kjøt og suppu ídag.
Eti suppuna til døgverða og steiki mær kjøt og grønmeti í ovninum til
náttverða. Eg blívi mett og havi tad fínt.
Vakni um náttina við at eg vil spýggja. Puha ikki gott!
Vektin vísti: minus 1,3 kg
Dagur 7 – Eg orki ikki meir – føli meg sjúkan
Kururin: Rárís grønmeti og djús plus suppu.
Eg havi tað av søranum til. Eri móð og orki einki. Drekki nøkur gløs av djúsi,
sum man sleppur at gera í dag, og eti eitt súrepli. Havi bestan hugin at leggja
meg aftur. Føli meg forkølaða og illa fyri. Maðurin hevur tað eitt sindur frægari,
men tá hann roynir kálsuppuna til døgverða, angrar hann tað. Rokni ikki við at
hann vil gera hetta umaftur.
Klokkan er nú 15 og tað er síðsti dagur. Eg føli meg av hundanum til, og
tað hjálpti ikki at eta nógva suppu til døgverða. Eg tími ikki meir. Ì kvøld eti
eg vanligan mat aftur og so fari eg upp á ein siðbundnan gamlan slankikur
ímorgin.
Vektin vísti: minus 1,8 kg....lættari mátar mugu vera at tapa seg 1,8 kilo
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Suppan ein skal eta seg mettan av tá ein er uppá suppukurin.
”
Tyngri dagur enn
væntað. Var og
keypti
inn í Miklagarði og
tað var sera freistandi
at taka ein Lagerman
ella ein bommpakka
við mær heim.