Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 Kanningarnar, sum Magn­us Heinason hev­ur gjørt, eru liður í altjóða kanningum av norðhavssild og svart­kjafti í Norð­ur­at­ lantshavi. Hesar kann­ ing­ar eru skipaðar und­ir ICES og verða róptar: ”Planning Group on Northeast At­lantic Pelagic Ecosystem Surweys”, stytt PGNAPES Kanningarferð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Havrannsóknar­skip­ið, Magn­us Heinason, er júst komin aftur av silda -og svartkjaftakanningum norð­ an­fyri. Í stuttum er niðurstøðan hon, at nógv var at síggja av norðhavssild norðanfyri, væl meira enn í fjør. Hin­ vegin var minni at síggja av svartkjafti. Hetta er soleiðis triðja árið á rað, at nøgdin av norðhavssild veksur í før­ oysk­um sjógvi. Tað var Jan Arge Jac­ob­ sen, sum hevði á­byrgd­ina av kanningunum hes­a­ferð, og við fyri Fisk­i­rann­sókn­ ar­stovuna á túrinum hjá Magnusi Heinason vóru umfram Jan, eisini Le­on Smith, Mourits Mohr Joensen og Arnold Hend­ rik­sen. Kanningarnar, sum Magn­ us Heinason hevur gjørt, eru lið­ur í altjóða kanningum av norð­havssild og svartkjafti í Norðuratlantshavi. Hesar kanningar eru skipaðar und­ ir ICES og verða róptar: ”Planning Group on Nort­ he­ast Atlantic Pelagic Ec­o­ system Surweys”, stytt PGNAPES, har Føroyar, Nor­eg, ES, Rusland og Ís­land luttaka. Endamálið er at kanna nøgd­irnar av sild og svart­ kjafti í føroyskum øki norð­ an­fyri. Altjóða kanning Umframt Magnus Hein­a­son, vóru eisini onnur hav­rann­ sókn­arskip úr londunum, sum eru við í PGNAPES, við í kanningunum. Kanningarferðin byrj­aði í ein útnyrðing úr Før­oy­ um, og síðan sigldu skip­ ini eystur og vestur-kós­ir norðureftir – við 30 fjórð­ ing­um millum hvørja kós. - Túrurin gekst væl, og veðrið var gott ein stóran part av túrinum. Hetta ger, at ekkókanningarnar verða meira álítandi enn, tá ið nógv rok er í sjónum, sigur Jan Arge Jacobsen, sum hevur skrivað eina frágreiðing um kanningarferðina. Í frágreiðingini vísir hann á, at nøgdin av sild og svart­ kjafti verður mátað við ekk­ o­loddi, og talt verður sam­ an við einum sonevndum ekkóintegratori. Í slíkum kanningum verð­ ur trolið eisini koyrt út fyri lík­a­sum at staðfesta, hvat tað er fyri ein fiskur, ið sæst á loddinum. - Síðan verða upp­lýs­in­g­ ar­nar umroknaðar til tons av fiski. Samlaða nøgdin av sild og svartkjafti verður roknað út á fundi í Reykjavík seinni í summar, tá ið tølini hjá øllum skipunum, sum vóru við í kanningini, eru tøk, sigur hann. Kanningarnar av krill verða gjørdar við plankton glúpi, eins og hita-og salt­ mát­ing­ar eisini verða gjørd­ ar á einum slíkum túri. Nógv sild Jan Arge Jacobsen sigur, at nógv sild var at síggja í før­ oyskum øki norðanfyri og beint vestur frá íslendska markinum norðanfyri. - Sildin stóð mest sum í øllum tí kannaða økinum, har sjógvurin var kaldari enn 5 stig í vatnsskorpuni. Í dýpinum millum 200-250 metrar, har sildin stóð um dagin, var kaldari. Sild­in kom upp seint um kvøld­ ið, heilt upp undir vatns­ skorpuna. Tá spjaddist hon og tók seg ikki saman aftur fyrr enn út á dagin eftir. Miðallongdin á norð­havs­ sild­ini var um 34 cm., og miðalvektin var 281 gram. - Sildin var heldur rak enn, sig­ur Jan Arge Jacobsen. Minni svartkjaftur Á kanningarferðini við Magn­usi Heinasyni varð stað­fest, at heldur minni av svartkjafti var at síggja norðanfyri í ár – og úti á opnum havi var mest Norðhavssildin mennist triðja árið á rað í før- oyskum sjógvi - Sildin stóð mest sum í øllum tí kannaða økinum, har sjógvurin var kaldari enn 5 stig í vatnsskorpuni, sigur Fígging til gransking P/F Vónin, sum er eitt av heimsins størstu virkjum av sínum slagi, hevur fingið fígging til at seta fólk í starv, sum burtur av skal granska í flótitrolum Gransking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroyska trolvirkið, Vónin, víðkar áhaldandi um sítt virksemi úti í heimi, og tað seinasta nýggja, er, at felagið hevur keypt seg inn í virkir í Grønlandi. Eitt felag, sum arbeiðir við trolreiðskapi, hevur fyri neyðini at mennast - og mennast støðugt. Sum ein liður í hesi menn­ ing, hevur P/F Vónin fingið fígg­ing til at seta eitt fólk í trý ár burtur av til at granska í flótitrolum. Ætlanin er fingin í lag saman við Fisk­i­rann­sókn­ar­ stovuni og Fróðskaparsetri Føroya. Lýst verður nú eftir fólki til hetta starv. Talan er um Ph.D.-lestur, sum verður sam­skipaður við universitet uttanlands. Føroyska trolvirkið Vón­ in telist millum heimsins størstu virkir av sínum slagi. Neyðugt er at granska, um menningin skal halda fram Mynd: Mourits Mohr Joensen Samljóð í Skopun verð­ur fríggjadagin 19.05.06 karmur um søguligan og for­vitnisligan fund. Tá seta sandoyingar und­irsjóvartunnil til Sandoynna á bredd­an og serkønir á økinum halda fyr­i­ lestrar og tosað verð- ur um fyrimunir og vansar við slíkum tunnli Undirsjóvartunnil Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Samljóð í Skopun verður fríggj­adagin klokkan 19.00 karm­ur um søguligan og forvitnisligan fund. Í samband við at ar­beitt verður, við at fáa und­ir­ sjóartunnil til Sand­oynna, hevur ein fyribils tunn­ il­snevnd, sum er skipað av teimum politisku val­ feløgunum í Sandoyar sýslu, tik­ið stig til ein kunnandi fund í Samljóð i Skopun. Nevndin hevur kunnað Suð­uroyar Vinnuráð, og aðr­ar persónar har, um tað sum arbeitt hevur verið við og fingið teir við í mál­ið. Nevndin hevur møtt stór­ a­ri vælvild frá teimun í Suðuroynni, sum vit hava verði í samband við og stór semja er millum báð­ ar oyggjarnar, at saman standa vit sterkari, verður sagt í tíðindaskrivi frá fyr­i­ r­eikandi nevndini. - Í Sandoynni er onki vinn­u­felag og eingin fel­ ags­kommuna, sum til døm­ is í Vágunum. Tí hava tey politisku vælfeløgini tikið stig til hetta, og halda vit at hetta hevur verið eitt fruktargott samstarv. Komm­ un­ur­nar í Sandoynni eru kunn­aðar um fundin. Og tær eru positivar og vilja uttan himpr stuðla okkum í hesum arbeiði, sigur nevnd­ in, ið eisini hevur sett upp skrá fyri fundin. Fyrimunir við undir­sjóv­ar­tunli: • Fáa betri samband fyri Tunnilsfundur í S