fríggjadagur 19. mai 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 19.-21. mai 2006
sum eingin svartkjaftur at
síggja.
- Í fjør stóð svartkjafturin
saman við sildini, men í ár
var bert sild at síggja.
Miðallongdin á svart
kjafti var umleið 27 cm., og
miðalvektin var 105 gram.
Jan Arge Jacobsen sigur,
at lítið var at síggja av prikk
afiski norðanfyri.
- Hinvegin var nógv krill
at síggja í mest sum øllum
økinum, bæði ovarlaga
(100-200 m) og á djúpum
vatni (250-500 m). Av og
á stóð eisini nógv krill í
netinum, tá ið hálað varð,
sigur fiskifrøðingurin.
r Jan Arge Jacobsen, sum stóð fyri føroysku kanningunum
Mynd: FRS
Enn eitt føroyskt
tónleikanavn er
komið á skránna
fyri Spot Festivalin
í Århus, talan er um
leirvíkingin Knút
Háberg Eysturstein,
ið skal spæla tvær
kirkjukonsertir
Festival summarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Ljómborðsleikarin í Mar
ius, Gestum og bólkinum
hjá Peturi Pólsyni, Knút
Háberg Eysturstein, fer sam
an við gittarleikararnum
Boga á Lakjuni, at spæla
á ársins Spot Festivali.
Frammanundan er greitt,
at 200, The Dreams, Høgni
Lisberg, Teitur og Valravn
spæla á festivalinum.
Hetta eru øgiliga nógv
føroysk nøvn, og skal
hetta í ein stóran mun
síggjast, sum úrslit av
stóra arbeiðinum, ið Norð
urlandahúsið hevur gjørt
fyri, at fáa innivist fyri før
oyskum tónleiki á stóra ídn
aðarfestivalinum.
Sum einstaklingur gav
Knút Háberg Eysturstein
í 2004 frálíku fløguna
Havsglóð út. Á hesi fløgu
upplivdu vit lagskrivarin
Knút Háberg Eysturstein.
Hesin er bæði inniligur
og dugnaligur. Røddin hjá
Knút er heilt serlig, og hann
syngur við nógvar innlivan.
Afturat sær hevur hann ein
flokk av sera dugnaligum
tónleikarum.
Knút byrjaði sítt tónlistar
liga yrki, sum gittarleikari
í bólkum sum Marigold
og avleggaranum Mary’s
Baby. Men tað var, sum
urguleikari í Gestum, at
Knút flutti seg inn í føroysku
tónleikatilvitskuna. Hann
hevur eisini í Marius og
í einstaklingaverkætlanini
hjá Peturi Pólson víst seg,
sum ein sera habilan urg
uleikara, ið hevur átt ein
stóran leiklut í heildar
myndini hjá hesum bólk
um. Saman við júst Petur
Pólsyni hevur Knút sein
astu tíðina spælt mótmæl
istónleik undir navninum
Tuxedo Rebels. Tað er
frammanundan greitt, at
Knút spælir á asfalt, ið er
sama vikuskiftið sum Spot
festivalurin. Men hetta
er ikki ein trupulleiki, tí
konsertirnar við Knúti
eru sokallaðar præ-spot
kirkju konsertir, mánadag
29. mai kl 20 í Vor Frue
Kirke og týsdag 30. mai
kl 20 í Skæring Kirke Á
konsertunum spælir eisini
dansk/svenski
bólkurin
Lampshade.
Knút Háberg Eysturstein
á Spot Festivalinum
Mynd: Knút er ein frálíkur urguleikari, inniligur sangari og fínur gittarleikari
Mynd: Niels Uni Dam
Leygardagin fer Max
C. Weihe at halda
almennan fyrilestur í
Kvinnufelagshúsinum
á Glyvrum. Tað er
Ættarbandið, sum
skipar fyri tiltakinum
Fyrilestur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin skipar felagið
Ættarbandið fyri almenn
um fundi við áhugaverdum
fyrilestri í Kvinnufelags
húsinum á Glyvrum.
Tað verður Max C.
Weihe, sum fer at hugleiða
um bygdina, Selatrað, og
sjálvur fyrilesturin verður
klokkan 15.
Maria Jacobsen, sum er
formaður í Ættarbandinum,
sigur, at Selatrað er ógvu
liga gomul bygd, sum hev
ur eina áhugaverda bónd
asøgu.
- Á Selatrað var tingstað
ur, og har var eisini gálgi.
Seinast, nakar varð hongdur
í gálgan, var í 1627; hetta
var fyri stuldur.
Maria sigur, at øll, sum
hava áhuga fyri søgu og
ættargransking, eru væl
komin.
- Vit vóna at síggja nógv
fólk í Kvinnufelagshúsi
num, leggur hon aftrat.
Á almenna fundinum
hjá Ættarbandinum verður
eisini annað á skránni,
og Maria Jacobsen veit
at siga, at døgurði verður
klokkan 18.
- Tey, sum ætla sær at
verða við til døgurðan,
mugu boða felagnum frá.
Í nevndini í Ættarbandi
num eru: Maria Jacobsen,
formaður, Elin Midjord,
næstformaður, Jóna Lind
enskov, skrivari, Katrin
Mørkøre, kassameistari og
Andrass Joensen.
Tey, sum ynskja at
frætta meira um tiltakið
hjá Ættarbandinum, kunnu
venda sær til Mariu á tlf.
447391/ 226718.
Seinasta avrættingin
á Selatrað var í 1627
vinnulívi,
fiskaflutning,
pendlarar, næmingar og
onnur.
• Ferðavinnan verður styrkt
munandi.
• Suðuroyingar hava møg
uleika til at fáa nógv fleiri
túrar við eini Suðurleið.
• Betri møguleikar at flyta
orku, her verður hugsað um
háspenningskápul ígjøgn
um tunnilin.
• Møguleika til alternativa
orku so sum alduorka, vind
myllur.
• Møguleikar við avlops
gróti.
Vansar um tunnil
ikki kemur:
• Suðuroy og Sandoy koma
við tíðini at verða eftirbátar
og koma sum frálíður at
armast út sum samfeløg.
Fyrilestrahaldarar
verða:
• Dávur Reinert Hansen
• Svein Kristiansen
• Oyvindur Brimnes
Fyriskiparar eru politisku
valfeløgini í Sandoynni:
Folkaflokkurin, Javnaðar
flokkurin, Tjóðveldisflokk
urin, Sambandsflokkurin,
Miðflokkurin og Sjálvstýris
flokkurin.
Kontaktpersónar fyri fyr
iskipararnar eru Ingimar
Thomsen og Wiljam Sand
Davidsen.
andoynnni