fríggjadagur 19. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 96 - 19.-21. mai 2006
Allur heimurin hevur nú í trý ár sitið hendur í favn,
meðan fólk í túsundatali eru deyð í hungri i Darfour
landspartinum í Sudan. Orsøkin til neyðina er, at
stjórnin í Sudan, sum er arabisk muslimsk, hevur
rikið eitt harðrent kríggj móti kristna fólkinum av
afrikanskum uppruna í Darfour landspartinum.
Her er sostatt talan um eina etniska og mentanrliga
uppgerð. Fólkið, ið hevur roynt at verja seg móti
harðskapinum frá stjórnini, sum so hevutr hevnt
seg við at forða fyri tí syndri av altjóða hjálp, sum
hóast alt hevur verið send til Darfour.
ST hevur til fánýtis roynt at fáa ein enda á øllum
ruðuleikanum og allari neyðini. Í hesum høpi hevur
ST aðalskrivarin, norðmaðuirn, Jan Egeland gjørt eitt
ómetaliga stórt diplomatiskt og humanitert arbeiði.
Jan Egeland hevur verið ótaldar ferðir í Darfour.
Hann hevur ferðast kring allan heimin til tess at
útvega mat og pening, men striltið hevur gingið at
fáa heimin at rakna við. Tað er sum allur heimurin
hevur fingið nóg mikið av neyð og elendigheit. Heldur
ikki vit her í Føroyum hava givið hesari neyðini ans,
hóast øll, sum síggja BBC ella CNN hava fingið hesa
neyð inn í stovur okkara. Hetta er eisini galdandi fyri
landsstýrið, sum bert tykist áhugað í altjóða hjálp, um
nakrir molar samstundis kunnu detta av til føroyska
vinnulívið. Noreg er sum vanligt eitt undandtak.
Norska stjórnin, Stoltenberg so væl sum Bondevik
hevur bakkað Egeland og ST upp við peningi, mati,
heilvági og diplomatiskum átøkum.
Men nú tykist vent í holuni, og aðrir tónar eru
knappliga at hoyra. USA er raknað við og er av øll
um alvi farið til verka við hjálp eins væl og diplo
matiskum átøkum. Eitt nú stuðlar Bush av fullum
huga ST í royndunum at skapa frið og fyri at fáa
matvøruhjálpina fram til tey neyðstøddu. Tað er
torført at skilja hesa kúvending. Onkur vil vera við,
at hon stavar frá, at altjóða films- og poppstjørnur
eru farnar at virka fyri teimum neyðstøddu. Rætt er,
at hesi tiltøk hava skapt ómetaligan ans kring allan
heim fyri neyðini í Darfour og nógv lond eins væl
og hjálparfelagsskapir eru farin at ressast. Politiska
kúvendingin hjá Bushstjórnini hevur veruliga gjørt
munin, og nú er ein glotti at hóma hjá neyðstadda
kristna fólkinum í Darfour.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein glotti
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í sambandi við, at løgmaður
stutt eftir nýggjár ráðførdi seg
við uttanlandsnevndina um
spurningin at endurnýggja
hernaðarliga flúgviloyvið
hjá USA í føroyskum loft
rúmi, mótmætli eg sum
einsamallur samgongulim
ur ólógligum fangaflutn
ingi í føroyskum loftrúmi.
Niðanfyri endurgevi eg
skrivið, sum eg sum limur í
uttanlandsnevndini sendi løg
mansskrivstovuni umvegis
løgtingsskrivstovuna í febr
uar
Tann 29. januar 2005 skriv
aðu løgmaður og danski
uttanríkisráðharrin undir
sonevnda Fámjinsskjalið,
sum er felagslýsing, ið mill
um annað fevnir um at víðka
luttøku og ávirkan Føroya á
uttanríkis- og trygdarpolit
isk mál. Í felagslýsingini eru
hesi mál lýst soleiðis:
• I forvaltningen af uden
rigs- og sikkerhedspolitiske
spørgsmål af betydning for
Færøerne er det naturligt, at
Færøerne medinddrages og
har medindflydelse.
• Der er tale om ægte
medinddragelse og med
indflydelse med sigte på
ligeværdighed i alle spørgs
mål hvor Danmark og Fær
øerne i fællesskab er ind
draget.
Á fundi við uttanlandsnevnd
ina 30. mars 2005 nágreinaðu
danski uttanríkisráðharrin,
Per Stig Møller, og løg
maður avtaluna um “ægte
medinddragelse og medind
flydelse”. Hetta vóru orð,
sum skuldu takast í størsta
álvara, varð sagt samstundis
sum dentur varð lagdur á,
at uttanlandsnevndin eisini
átti at kenna sína ábyrgd at
uppfylla hetta endamál.
Ì hesum førinum biður
USA gjøgnum danskar
myndugleikar um loyvi til
hernaðarliga flúgving við
m. ø. vandamiklum góðsi
gjøgnum føroyskt loftrúm
fyri 2005 í sambandi við
støðuna í Irak. Í 2002 vildi
Javnaðarflokkurin
ikki
geva sítt samtykki orsakað
av, at ST ikki hevði góðkent
álop á Irak. Í dag er støðan
ein onnur, nú talan er um
uppafturbygging av Irak,
sum altjóða samfelagið er
við í. Tískil eiga føroyskir
myndugleikar ikki at seta
seg ímóti at flogið verður
gjøgnum føroyskt loftrúm
fyri at hjálpa irakska fólki
num.
Kortini eiga føroyskir
myndugleikar ikki treyt
aleyst at viðmæla USA
flúgviloyvi. Í grein í enska
blaðnum The Guardian 19.
januar 2006 undir heitinum
“Torture flights: what No 10
knew and tried to cover up”
verður avdúkað, at londini
sum vóru við í Irak krígnum
hava
eina
avtalu
um,
hvussu tey fjala út yvir, at
tey loftvegis flyta fangar til
lond í Eysturevropa at verða
píndir. Fleiri spurningar
um hetta sama eru eisini
reistir á fólkatingi, har
danski uttanríkisráðharrin
enn ikki beinleiðis hevur
kunnað afturvíst, at USA
flytur fangar úr USA til
Eysturevropa at verða pínd
ir.
Havandi í huga, at slíkur
flutningur helst fer fram í
føroyskum loftrúmi, kenni
eg tað sum mína skyldu
sum lim í uttanlandsnevnd
ini at taka orðini um “ægte
medinddragelse og medind
flydelse” í størsta álvara
og í fyrsta lagi krevja eina
ítøkiliga frágreiðing um
møguligan
flutning
av
fangum í føroyskum loft
rúmi.
Í øðrum lagi er mín
støða, at vit í svari til fyri
spurningin um at geva USA
hernaðarligt flúgviloyvi í
føroyskum loftrúmi senda
ein greiðan politiskan boð
skap um, at vit ikki góð
taka, at føroyskt loftrúm
verður nýtt sum liður í
ólógligari pínslu av fang
um. Tað er jú beinleiðis í
stríð við fólkarættin at flyta
ein persón til eitt land, har
vandi er fyri, at viðkomandi
verður píndur.
Eftir míni fatan er tað
okkara skylda at gera vart
við hesi viðurskifti. Um
vit tiga og samtykkja, er
stórur vandi fyri at vit eru
óbeinleiðis við til at ganga
ímóti rættinum hjá hvørjum
einstakum menniskja.
John Johannessen mótmælti fangaflutningi
løgtingslimur fyri
Javnaðarflokkin
john@john.fo
John
Johannessen
TÍÐINDASKRIV
Lærarar á Sjúkrarøktar
frøðiskúla Føroya
Lærarar á Sjúkrarøktar
frøðiskúla
Føroya,
ið
hava nomið sær víðari
útbúgving á kandidat og
masterstøði, gera hervið
vart við sína ónøgd í sam
band við broytingar í løn
arútgjaldingum, sum Fíggj
armálaráðið setti í verk í
mars mánað. Talan er um
ein lønarniðurskurð, sum
fyri nakrar lærarar er 2000
kr. um mánaðin og sum nú,
fyri triðju ferð, kemur til
útgjalding.
Fíggjarmálaráðið hevur
av sínum eintingum gjørt
egnu tulkingar av sáttmál
anum millum ráðið og
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar og -brúkar
hesar sum grundgeving fyri
at gera nevndu niðurskurðir
í lønarútgjaldingunum, sum
lærarnir meta er greitt brot
á sáttmálan.
Avgerðin í málinum er
komin heilt óvart á lærar
arnar á skúlanum. Boðini
komu, um teldupost, tá løn
arbroytingarnar vóru settar í
verk og sostatt má sigast, at
talan er um eini ”harraboð”
frá Fíggjarmálaráðnum.
Lærararnir vilja hervið
harðliga mótmæla framdu
lønarniðurskurðum
og
ódemokratisku
manna
gongdini í málinum.
Ódemokratisk framferð í fíggjarmálaráðnum