Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 11 VIÐMERKINGAR Anna M. Hentze Søldarfjørður 16/5 – 2006 …..Men eingin hoyrir. – Grát, mítt elskaða land! ”Í einum samfelag har tey veikastu hava tað gott, hava øll tað gott” Jú, vit kenna orðini hjá Javna, og tað er so satt, sum tað er sagt, og takk fái øll, ið leggja eitt stórt, ósjálvsøkið arbeiði í at betra um korini hjá teimum veiku. Onk­untíð sær tað tó út sum at veikir bólkar verða ”gloymdir”. Ella at veikir bólk­ar, ið áttu at verið vard­ir, missa ágóðar, ið áð­ur vóru vanlig rættindi. Tað kann tykjast sum um, at bæði samfelagið, og tær mannagongdir ið fáa sam­fel­ags­hjólini at mala, skulu effektiviserast so nógv, at tað ikki er pláss fyri menniskjunum í mask­in­ar­í­num. Men hvat renna vit eftir? Hví skal alt vera so effektivt? Hvat er sam­felagið annað enn tað stað­ið, har menniskju, vit øll, skulu liva og trívast? – Har øll eiga at verða vird og vard? Har bæði sterk og veik skulu hava tað gott? Viðhvørt tykir mær, at sam­felag okkara alt meir og meir verður innrættað til fólk, ið eru frísk, ung, gløgg, rík og mobil. Men samfelagið eigur at vera líka gott fyri øll, bæði fyri tey fyrst nevndu, og eisini fyri sjúk, gomul, fátæk og tey, ið hava tørv á meir um­sorgan. (ja, um tað so var Jógvan Sofus Joensen, ið annars hevur givið mær gásarhold í eina heila viku, inntil hann varð avsannaður í Vikublaðnum í gjár). Í gjáramorgunin lá bræv frá Postverkinum í post­kass­anum: Góði postkundi …Frá mánadegnum 22. mei 2006 fer postverkið at broyta posttænastuna til húskini í tykkara bygd. …Í staðin fyri at lata post- og pengasendingar til postboðið at avgreiða, mugu tit frá nevnda degi fara á nærmasta posthús at gera postørindi. »Kundar, sum hava fingið fólk­apensión útgoldna frá postboðnum, mugu í fram­tíð­ini á posthúsið at fáa peningin útgoldnan. …Vónandi elvir broyt­ ingin ikki til stórvegis trup­ul­leikar.« Nú vænti eg ikki, at post­verkið roknar við, at fólkapensiónistarnir yngj­ast, og vónirnar um av­markaðar trupulleikar eru óivað vælmeintar. Men álv­aratos: Tá taxasjaførurin hevur fingið fyri túrin út á posthúsið,  er neyvan serliga nógv eftir av tí, framm­anundan avmarkaðu, pensión, ið skal røkka til ein heilan mánað. Umframt hetta, eru nøkur gomul fólk, ið sjáldan hætta sær út­um. Eg undrist á, um heim­ ahjálpirnar hava loyvi til at fara slík ørindi fyri brúkararnar. Annars mugu tey, umframt at noyðast at leiga bil, eisini fáa fólk at fara fyri seg inn á posthúsið. Henda broyting í tæn­ast­ u­veiting má metast sum eitt stórt afturstig í væl­ ferðarsamfelagnum, men sjálvandi, alt gongur so skjótt fyri seg, at fólk við ábyrgd fyri borgarum lands­ins, neyvan hava stund­ir til at brýggja seg um, at ein bólk­ur av fólki, ið lutvíst er veikur, fær eitt sindur verri kor. Eitt annað dømi, ið vísir, at tey, ið ikki hoyra til elituna, verða lopin um, er, tá einhvør tænasta verður rætt fram, men einasti máti at ognast hana er við at senda t- post til eina netadressu. Tað eru hóast alt ikki øll, ið hava teldu. Og tað eru ikki øll, ið eru so fim á tastaturinum. Mundi tað, í slíkum førum,  ikki eisini borið til at víst á eitt tlf.nr., ið annaðhvørt svarar ella tekur ímóti sms-boðum? Tað er umráðandi, at menn­iskju verða vird og vard, tí í einum samfelag har tey veikastu hava tað gott, hava øll tað gott. Neyðarróp! Neyðarróp! Hvat gera vit við úrslitini av Pisa kanningini? Hvar fór pen­sjóns­re­for­ murin? Heldur tað almenna lógina um javnstøðu? Hvat bleiv av nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki? Hesir spurningar hanga í luftini saman við so mongum øðr­um spurningum, ið al­menn­ingurin hevur áhuga fyri, og omanfyri nevndu spurn­ingar eru bert partur av tí, sum politikarar hava ábyrgdina av og skulu gera nakað við. Onkur vil helst longu siga, at omanfyri nevndu spurn­ ingar eru smáir í mun til so nógv annað, sum hevur størri týdning í okkara samfelag. Eg kann ikki nokta fyri, at nógv onnur mál eru eftir at loysa, nú meira enn helvtin av hesum løgtingsskeiði er farið aftur um bak, men eg nevni her nøkur dømi, sum hava týdning og eiga at raðfestast høgt. Pisa kanningin Úrslitið av Pisa kanningini verður umrøtt nógv í løtuni, og tað er gott og skal til, men nú skal eisini gerast nakað. Sum ein teirra, ið ikki er lær­ ar­alærd og ikki havi børn long­ur í fólkaskúlaaldri, men havi dittað mær at havt at fólkaskúlanum, havi eg ferð eftir ferð fingið at vita, (serliga frá skúlalærarum) at hatta veit eg ov lítið um, tí børnini duga so nógv annað í dag, sum vit ikki dugdu á teirra aldri, og at onki var galið við fólkaskúlanum. Møguliga er okkurt rætt í tí, men næstan dagliga eru dømi um tørv á almennari vitan hjá bæði børnum og ungum , sum eg ikki skal fara í smálutir við her. Skuldi eg nevnt okkurt, kundi tað t.d. verið vitan um geografi ella førleika í máli og mállæru. Tað enska duga tey væl, með­ an serliga føroyskt, danskt ella norðurlendskt er í flestu førum alt ov vánaligt. Pensjónsreformurin Pensjónsreformin hava vit tosað um leingi.. Bíðað hev­ur verið eftir úrsliti frá ar­beiðsbólki, sum so ikki bleiv til nakað allíkavæl, alt meðan tíðin gongur. Slíkur reformur tek­ur lang­a tíð at semjast um, tí kunnu vit spyrja av røttum, hvar vit standa í løtuni. Meðan summi fakfeløg hava tryggjað sínar limir, eru onnur sum standa uttanfyri. Tað frættist nú, at lands­stýr­ is­mað­urin við fíggjarmálum er farin í holt við at gera nakað við spurningin, men hvør luttekur í arbeiðnum? Og hvat hendir ? Javnstøðulógin Løgtingið hevur samtykt eina javnstøðulóg, men sjálvt hitt almenna tekur ikki lóg­ina í álvara. Umstøðurnar hjá javnstøðunevndini eru ván­aligar, og lógin sjálv fær ikki altíð tey bestu orð­ ini við á vegnum, tá hon verð­ur umrødd á løgtingsins røð­arapalli. Nevndin fyri øktum kvinn­ u­leikluti í politikki. Skjótt er hálvt ár er farið, síðan nevndin, ið løgtingið samtykti, skuldi farið til verka, men mær vitandi er onki hent enn. Óneyðugt skuldi verið at mint á, at um hálvt­annað ár skal nevndin vera liðug við sítt arbeiði. Nevndin skal við næstan ong­ um pengum seta fleiri tiltøk og kanningar í verk ! Hesi bæði seinastu døm­ ini er ikki nakað henda sam­ gonga kann reypa sær av, tvørturímóti! Okkurt gleðiligt tó Tað eydnaðist endiliga at fáa samtykt bygging av nýggj­um hølum til Tekniska skúl­an í Tórshavn og høli til Handilsskúlan, ið eisini hevði hølistørv. Hetta fegnast vit í Sam­ bands­flokkinum serliga um, ikki minst tí royndin hjá okkum í 2003 ikki fekk politiska undirtøku, men nú eydnaðist tað so! Bert spell, at semja ikki kundi fáast um nýggjan stud­ en­t­askúla á sama staði eisini. Tað hevði verið til stórt gagn fyri okkara komandi ung­ dóm og tær avbjóðingar, sum framtíðin fer at bera í sær! Tíðin styttist løgtingslimur Lisbeth L. Petersen Læs eitt filmummæli hjá Kim Simonsen um MI 3 í Sos­ialinum í dag. Eg vil bein­avegin geva honum rætt í, at MI 3 ikki eru teir »djúpastu« filmarnir, ið eru gjørdir. Menn sum Arnold Schwarzenegger, Bruce Will­is, Jacke Chan o. a. fara nokk ongantíð at vinna ein Oscar fyri teirra leiklut í actionfilmunum. At ein acitonfilmur er lætt­i­ssoppa, tómt, uttan inn­i­hald o.s.v er ikki neyð­ ugt hjá Hr. Simonsen at skriva eina langa svadu um, áðrenn hann fer at »um­mæla«, í hesum føri, MI 3. Vit vita øll, og eru ein­ig við Hr. Simonsen at actionfilmar ikki ríka okk­um dagin ella nakað. Men tú fer sum ummælari til MI 3 og skal ummæla filmin í samband við aðrar actionfilmar av hasum slagi og ikki koma við onkrari langari svadu, hvussu ván­ a­lig­ir actionfilmar eru. Tín persónliga meining um eina filmsgenru kanst tú brúka eina heila blaðsíðu onkran annan dag, og vit vita, at tú hevur ikki trup­ ulleikar at skriva lesar­ a­brøv. Skrivi hettar av tí orsøk, at eg haldi eisini Sosialurin skal líka senda røttu filmsummælararnar nið­an í Havnar Bio. Kim Sim­onsen t. d. til onkra films-genru, ið honum dám­ ar og hevur eina ávísa vitan um, tí so kann hann koma við konstruktivum kritikki. At senda Kim Simonsen í Havnar Bio at ummæla ac­tionfilmar gevur líka nógva meining sum at senda ein prædiku­mann at ummæla ein porno­film. Sjálv­ur havi eg ikki sæð MI 3 ENN, men gleði meg tann dagin eg fari í Havnar Bio og fái totalt heiladeyðan undirholdning, við somu good guy - bad guy bar­døg­ unum, har kvinnan (og tær eru altíð lekrar) entin er ónd, ella hevur brúk fyri hjálp frá okkara mannliga sup­ er­hetju. Vónandi fer Kim ikki at seta seg niður nú og skrivar eitt laaaaaaaangt aftursvar til mín, ið eg skal brúka ein heilan seinnapart til at lesa, og bæði kvøld og nátt at analysera fyri at fáa skil á hvat hann hevur sagt. Er ikki eitt persónligt álop á teg, men konstruktivur kritikkur og einki annað. Og vónandi fer tú við somu hugsjón, altso konstruktivan kri­tikk og ikki persónligt álop, næstu ferð tú skal ummæla ein film. Haldi sjálv­ur at tú hevði kunnað giv­ið eitt framúrskarandi um­mæli til Da Vinci Code, men av orsøkum, ið vit øll kenna (og allur heimurin), so ber tað ikki til. Sendið tey røttu at ummæla filmar Tórshavn Árni Vang Filmatiseringen af »Da Vi­n­ ci My­s­teriet« får premi­ere rundt om i verden på næste fre­dag, dog ikke på Fær­ø­ erne. Her har Jákup Eli Ja­c­ob­ sen, som leder Færøernes største biograf, sagt nej tak til filmen. Han siger: »Vi vil ikke være dem, der viser noget så blasfemisk«. Jákup Eli Jacobsen er på linie med den katolske ærk­e­biskop Angelo Amato, tros­lærekongrega­tion­ens sek­retær i Vatikanet, som sig­er: »Da Vinci Mysteriet er en antikristen roman, fuld af fornærmende og his­ torisk og teologisk set fejl­ ag­tige påstande om Jesus, Bi­belen og kirken. De fleste troende er lette ofre for antikristen propaganda. Ærk­e­biskoppen opfordrer til, at man boykotter film­ a­t­i­seringen af roman­en og undlader at se den i bi­­ograferne. Kristne, sagde han, bør være mere op­mærksomme på at til­bag­ e­vise usandheder om Kirk­ en og troen. En boykot af filmen i Danmark er en nød­vend­ ig­hed, hvis man som kristen stadig vil be­vare sin anstændighed og betragter Jesus som Guds Søn, og dermed hi­stor­iens helligste og mest ene­stå­ ende personlighed, som man ikke trækker gen­nem blasfemiens søle. Der­for, boykot »Da Vinci My­s­ teriet«, som er en røst fra helvedet. Færøerne boycotter Esbjerg Pas­tor Benny Blumensaat,