fríggjadagur 19. mai 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 96 - 19.-21. mai 2006
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi tá ið mín elskaða kona, mamma,
vermamma og omma okkara
Maria Petersen
vanliga nevnd Mia
Fámjin
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu
til Traktatgrunnin.
Ein serstøk tøkk til tykkum á B8 og øll, sum á ymiskan
hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervið.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Arnfinn, Marianne, Ingmar, Benjamin og Rasmus
Tryggur skalt tú vera tí tú eigur vón: tú hyggur rundan um teg
og fert tryggur til hvíldar. job: 11,18
Tann annan í hesum mánað hevði Mia
systur verið 85 ár, men tað kom hon ikki
at uppliva. Tann áttanda januar andaðist
hon, sama dag, sum abbi hennara,
Daniel Jacob Danielsen, fyrrverandi
sýslumaður í Eysturoy, doyði fyri áttati
og trimum árum síðani.
Mia var fødd í heiminum hjá honum
í Søldarfirði og var sostatt knapt 2 ár,
tá ið hann doyði. Mia varð uppkallað
eftir hinari ommuni, Mariu, bóndakona
á Heimbø í Søldarfirði, gift við Hans
Olsen, bónda. Kona Dánjal Jákup var
Anna Malena, fødd Weihe úr Útbø,
eisini í Søldarfirði. Hon doyði, tá ið
Victor, pápi okkara varð føddur í 1894.
Mamma at Henrikka, vanliga nevnd
Dikka 1996-1997.
Mia búði í Søldarfirði inntil hon
var 7 ár, tá fluttu tey til Fuglafjarðar,
og trý systkin vóru komin aftrat.
Síðani komu 6 systkin aftrat, harav
ein deyðføddur drongur.
Mia vaks síðani upp her í Fugtlafirði,
og her búði hon restina av lívinum.
Hon var ógvuliga skilagóð og nom,
fekk bara tey 7 árini í skúlanum her,
sum fingust tá, og græt tá ið hon fór
úr skúlanum. Mia var, sum elst, eitt
sera gott fyridømi fyri okkum yngru.
Eg havi so nógv at takka henni fyri,
hon tók sær nógv av mær, tá ið eg var
lítil, sum ein onnur mamma. Tað var
vituligt nógv at gera í einum slíkum
heimi, 9 børn, har av hon sum elst, var
bara 16 ár.
Aftaná at hava verið í Klaksvík eina
stutta tíð og arbeitt á skrivstovu, kom
hon aftur til Fuglafjarðar og giftist í
1945 við Jákup Oluf á Lakjuni. Tey
fingu seks dreingir og bygdu eitt
fyrimyndarligt heim. Har hevur verið
víst eitt stórt gestablídni, bæði mót
kendum og ókendum.
Jákup Oluf sigldi øll síni bestu ár,
og tað bleiv so lutur Miu ofta at vera
bæði móðir og faðir. Mia var eitt sindur
óttafull av lyndi, men her kom hennara
fasta gudstrúgv, og tað persónliga
samfelagið við Hann henni til góðar
og bar hana ígjøgnum, tað sum kom
á hennara leið. Tey megnaðu at leiða
allar synirnar til trúgv á Harran Jesus,
meðan teir vóru smádreingir. Jákup
Oluf doyði 4. desember 1999.
Mia hevði »sine meningers mod«
og tordi at siga tær. Hon skrivaði í
bløðunum viðhvørt og segði sína
meining um tað, sum fór fram, um
hon metti, at tað trongdi til. Hon
sat í Fuglafjarðar skúlanevnd og í
barnaverndini. Í Siloa gjørdi hon eitt
stórt arbeiði gjøgnum fleiri ár millum
kvinnur, saman við øðrum. Eisini mill
um smágentur, har tær komu saman at
binda, og so varð eitt orð frá Harranum
eisini borið fram.
Mia er nú heima hjá tí frelsara, sum
hon í ungum árum setti sítt álit á. Hjá
okkum, sum eftir eru, er saknurin
stórur. Hon fylti so nógv upp og gav
so nógv.
Ærað verið minnið um Mariu á
Lakjuni.
Richard Danielsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Maria á Lakjuni
* 2. mai 1921 ✞ 8. januar 2006
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði pápi,
abbi, verpápi og bróðir
Tórolv Fagradal
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Føroya Felag móti Krabbameini.
Tøkk til Bjarna Bæk fyri troystarrík orð.
Familjunnar vegna
Tordis, Hilmar og Durita
5. mars fingu Susan
og Finn Larsen,
Svendborg, ein son.
Hann var 56 cm.
langur og vigaði 3700
gr. Hann varð doyptur
1. páskadag og eitur
Silas.
29. apríl fingu Sally Højgaard og Daniel Skafte, Keypmannahavn,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3470 gr.
3. mai fingu Maja og Høgni Warberg á Hvidovre hospital,
tvíburar – eina gentu, sum vigaði 3160 og ein drong, sum vigaði
2730. Tey búgva á Amager.
Sunnudagin 7. mai fingu Katrin Leo og Fredrik Sjösten Björn,
Ljubljana, Slovenia, eina dóttir. Hon var 52 cm long og viga›i
3300 gr.
11. mai fingu Poula Nielsen og Birgir Jørgensen, eina dóttur.
Hon var 55 cm. long og vigaði 4320 gr.
11. mai fingu Ivonna Johansen og Sune Strøm, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3000 gr.
12. mai fingu Kristina og Karl Leonsson, Argir, eina dóttur.
Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr.
12. mai fingu Hervør og Vilmund Christiansen, Runavík, eina
dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 3135 gr.
12. mai fingu Sølva Á. og Jóhan Vest, Oyndarfjørður, ein son.
Hann var 52 cm. langur og vigaði 3100 gr.
12. mai fingu Sylvie Clément og Poul Klein, Boulogne - Sur - Mer,
Frankaríki, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2880 gr.
12. mai fingu Vónbjørt og Djóni Thomassen, Tórshavn, eina dóttur,
sum eitur Julia. Hon var 55 cm. long og vigaði 4000 gr.
14. mai fingu Jensia og Kristian Olsen, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 51 cm. long og vigaði 3100 gr.
14. mai fingu Marion og Jákup Oluf á Lakjuni, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3250 gr.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Gerda Drangastein
Haldarsvík
andaðist og varð jarðað.
Takk til Bergur D. Joensen, prest, fyri troystarrík orð
í kapellinum og tann stóra skara,
ið har var saman komin.
Takk til starvsfólkið á B7, sum tóku sær væl av henni,
meðan hon lá har.
Takk til bygdafólkið í Haldarsvík, sum tóku so væl
ímóti okkum tá mamma kom norð.
Takk til Marjun Bæk, prest, klokkara, organist, sangarar
og gravarar.
Takk øll tit, sum hjálptu til við ervinum.
Takk fyri gávur til Haldarsvíkar kirkju og tykkum,
sum sendu blómur og krans.
Takk øll tit mongu, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Jórun og Andrass
90 ár
Sunnudagin 21. mai verður Nikael Thomsen, í Hoydølum, 90
ár. Dagurin verður hildin á Hvítanesvegi 5, kl. 14.00-18.00.
Familja, vinir og kenningar eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin kl. 10.00 giftast í Kvívíkar kirkju Annika Góðadal
úr Kvívík og Høgni Zachariasen úr Tórshavn. Døgurðin verður
fyri innbodnum kl. 12.00 í Glæmuni í Kvívík.