Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Miu Lar­ sen, Tórshavn, fer úr Landsjúkra­hús­kap­ell­ inum hósdagin 18. mai kl. 18. Jarðarferðin verð­u­r úr Vesturkirkjuni fríggjadagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Miu, kunna lata Amnesty Inter­national eina pen­ ingagávu; konta í pen­ ingastovnunum. Kaisten Thomas Thomasson ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í Reykjavík, andaðist hós­dagin 11. mai 69 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Gravar Vágs kirkju, mánadagin 22. mai. Andlát og jarðarferðir Tøkk Øllum teimum, sum hugsaðu um meg 2. páskadag, veiti eg eina hjartans tøkk. Heilsan Anna á Argjaboða Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið vístu samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma Nancy Werning Tvøroyri andaðist og varð jarðað. Hjartaliga tøkk til tykkum mongu, sum ringdu, vitjaðu og á annan hátt veittu okkum troyst og ugga. Hjartaliga tøkk fyri talur, sang og troystarrík orð í kapellinum og til jarðarferðina. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Serstøk tøkk til tykkum í Salem, sum skipaðu so væl fyri ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Salem. Henry og Fía Hans Pauli og Anita Rókur, Rósa og Viberg Dagurin 20. mai. Angelica. Teir kenna onga halga konu við hesum navni. 21. mai. Helena, deyð ár 329. Hon var mamma Konstantin keisara. Grikst navn, ið merkir kyndil. 22. mai. Castus, deyður umleið ár 250. Saman við øðrum brendur á báli í Kartago. Jógvan Norðbúð er nú farin bert 58 ára gamal. Hóast tú visti, hvør støðan var og hvønn vegin tað bar, tá hugsað verður um, ta herviligu sjúku, hann bardist við, so komu deyðsboðini kortini henda vakra sunnumorgunin 7. mai tær dátt við. Mær untist at arbeiða saman við Jógvani á Reiðarafelagnum tey seinastu átta árini, eftir hann varð settur í starv hjá Føroya Reiðarafelag á vári 1998. Tað varð okkum í nevnd­ini í fel­ agn­um skjótt greitt, hvør fongur var í Jógvani. Hann var nærlagdur í sín­um arbeiði sum skrivari hjá felagnum og var sera dugna­ligur. Sum tann royndi mað­ur hann var, hevði hann ser­ligt innlit í alt, sum fyrifórst innan fiski­ vinnuna, og tá ið samráðast skuldi við manningarfeløgini, gjørd­­­ist hansari holli kunn­leiki og dugna­skapur í tal­­við­gerð og á ann­an hátt ein av horna­steinunum í sam­­skif­t­inum við mót­partin, og var hann sostatt við til at skapa loysnir. Jógvan hevði mong álitisstørv, har hann umboðaði vinnuna í fleiri ar­beiðsbólkum, eitt nú “Praktiskar fiskiroyndir” og ar­beiðsbólki til nýggja eftirlønarskipan. Hann varð eisini valdur í nevndina fyri Fasta Gerðarrættin. Jógvan hevur verið ein rætti­ligur pro­ filur innan ítróttarheimin. Hann hevur verið við til at lagt lunnar undir eitt fyrimyndarligt ung­dómsarbeiði í KÌ í hansara heimstaði Klaksvík. Hann hevur verið knýttur at fleiri av teimum føroysku fótbóltsfeløgunum og hevur eisini havt sín leiklut í før­oyskari landsliðsvenjing. Hans­ara mynduleiki og ber­søgni vóru væl kend á hesum øki, og hevði hann serligar gávur at eggja sínum spælarum og halda teim­ um til í leiki. Jógvan var ógvuliga gávu­ríkur á tónlistaliga økinum. Mest kendur er hann frá Nicodemus Bólkinum í sjeyti árunum. Hann mark­er­aði seg rættiliga við síni væl ljómandi bass-rødd og serliga fríska sangstíli. Hann var við til at lyfta bólkin á eitt tónlistaligt støði, sum hevur rós uppiborið. Eisini var hann tey seinastu árini við í Ebenezerkórinum og eitt skifti við kórinum Aurora Borealis, í báðum førum brúktur sum solistur. Jógvan hevði eina bassrødd sum fáur, hann hevði oyra fyri teim ymisku genrunum og meistraði at brúka rødd­ina bæði í klassiskum sum rytmiskum høpi. Nú til tað allar seinasta hoyrdist hann javnan í bólki saman við vinmonnum. At Jógvan hevði stóra viðr­ing millum manna, og at hann var væl umtólktur, sást á skaranum, ið saman var komin til hansara jarðar­ferð frá Ebenezer. Sigast kann, at hann fekk eina virði­liga jarðarferð, har kórsangurin ljómaði vakurt frá Ebenezerkórinum. Sjálv­ur hevði Jógvan verið við í hesum kóri tey seinastu mongu árini, hansara áhugi og nærlagni var eis­ini sjónligt á hesum øki. Dup­ultkvartettin lívgaði eisini um hesa løtuna við vøkrum songi. Vit á Føroya Reiðarafelag drýpa høvur og venda okk­um til tín Elin og tykkum børnini Poula, Elsa, John og Júst í stóru sorg tykkara. Vit hava tykkum øll í okk­ara huga og vilja lýsa frið yvir minnið um mann tín og pápa tykkar Jógvan Heinr­ik Norðbúð við hesum orð­unum úr sálmi, sum var hon­ um so kærur, og sum hann heilt kundi taka undir við: Í Jesu navni sigi eg tær tøkk, Guð faðir mín, at tú av náði leiddi meg á rætta leið til tín. Føroya Reiðarafelag Jákup Sólstein, formaður Til minnis um Jógvan Norðbúð Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaði sonur okkara, beiggi, ommu og abbasonur Martin Pálsson Arge so brádliga varð tikin frá okkum og jarðaður. Tøkk til øll tey mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til tykkum øll, sum vóru um okkum, fyri heilsanir, gávur, kransar og blómur. Tøkk fyri troystarrík orð og vakran sang og tónleik í kapellinum, kirkjuni og á grøvini. Ein serlig tøkk til floksfelagarnar í 3A á Venjingarskúlanum og foreldur teirra og øll tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini. Hjartans tøkk øll somul. Sunniva, Páll og Jón Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Zacharias Muller vanliga nevndur Sakin á Klovanum fyrrverandi keypmaður Porkeri andaðist tórsdagin 18. mai, 96 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin 20. mai kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Porkeris kirkju sunnudagin 21. mai kl. 14.00. Familjunnar vegna Sonja, Elna, Daniel Jacob og Signa Tey, ið vilja minnast Zacharias við blómum ella kransum, kunnu í staðin lata eina peningagávu til Missiónshúsið í Porkeri.