fríggjadagur 19. mai 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 96 - 19.-21. mai 2006
Mánadagin 15. mai
var móttøka á Hotel
Eiði, í sambandi við
at hotellið hevur
fingið nýggjar eigarar.
Hotellið letur upp
alment ein av fyrstu
døgunum
Móttøka
Myndir: Finnur Rubeksen
Hotel Eiði hevur fingið
nýggjar eigarar. Tað eru tey
fimm: Malan Rubeksen,
Herjón Olsen, Jóhan K.
Joensen, Tummas Súni Joen
sen og Anfinn Kruse á Eiði,
sum hava keypt hotellið.
Malan Rubeksen er úr
Havn, meðan hinir fýra eru
av Eiði.
Nógv fólk vóru møtt til
móttøkuna mánadagin 15.
mai, bæði eiðisfólk, fólk
sum arbeiða í ferðavinnuni
og kommunu- og lands
myndugleikar.
Móttøkan byrjaði við at
ein av eigarunum, Malan
Rubeksen, beyð øllum at vera
vælkomin, síðan vórðu røður
hildnar av Tordi Niclasen,
borgarstjóra (í farloyvi)
á Eiði, Bjarna Djurholm,
landsstýrismanni, og Johan
Restorff, fyrrverandi hotell
eigara.
Ein av eigarunum, stjórin
Herjón Olsen, sigur, at
hotellið letur upp alment
ein av fyrstu døgunum. Í
løtuni verða tær seinastu
fyrireikingarnar gjørdar.
Hotellið skal verða fyri
øll. Miðað verður ímóti
at tey rørslutarnaðu skulu
hava eins góðar møguleikar
og øll onnur at koma runt í
húsinum.
Málið er at brúka hotellið
til nógv ymisk tiltøk og at
skipa fyri nógvum ymiskum
sum t.d. føroyskum kvøldum,
har einans føroyskur matur er
á skránni, og øðrum líknandi
tiltøkum.
Annars verður hotellið
opið frá tíðliga á morgni við
mogunmati, síðan verða kaffi
og køkur at fáa allan dagin.
Á middegi verður døgurði,
og um kvøldið verður heitur
matur fáa sum t.d. búffar,
steikir og fiskarættir til
umleið kl. 22.
Hotel Eiði varð bygt í 1983
av Hans Petur Poulsen, sum
rak hotellið í nógv ár.
Hotellið, sum er í trimum
hæddum, hevur 12 dupult-
og 4 einkultrúm.
Harumframt er eisini fund
arrúm til umleið 40 fólk. Í
matstovuni rúmast vanliga
80 fólk, meðan tað ber til at
dekka til 120 fólk til veitslur
o.a.
Hotellið liggur væl fyri
við góðum útsýni yvir
bygdina og suður gjøgnum
Sundalagið.
Í løtuni verður arbeitt við
at gera faldarar og heima
síðu, har fólk kunnu síggja
hvat vit hava at bjóða, sigur
Herjón Olsen, stjóri á Hotel
Eiði.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Móttøka við
nýggjum eigarum
á Hotel Eiði
Nýggju eigararnir av Hotel
Eiði, f.v.: Herjón Olsen,
Malan Rubeksen, Jóhan
K. Joensen, Tummas Súni
Joensen og Anfinnur Kruse
Malan
Rubeksen og
Eirik Suni
Danielsen
frá granna
hotellinum,
Gjáargarði
við Gjógv
Jógvan K.
Mørkøre,
fyrrverandi
bygdaráðs
formaður á
Eiði, og Finn
Ougaard
varafúti
F.v.: Sombath Roddum, Birgir Carlsson og Armgar Steinhólm
Herjón
Olsen, stjóri
á Hotel Eiði
og Odd
Bjellevåg
Nógv fólk og góður matur
Finnur Rubeksen úr Havn og dótturin Malan Rubeksen, sum er
ein av eigarunum av hotellinum
Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, sum í
løtuni er í farloyvi, bjóðar nýggju eigarunum
vælkomnum
F.v.: Malan Rubeksen, Johan Restorff og Birna Gaard