fríggjadagur 19. mai 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 19.-21. mai 2006
15
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt sagt
Amerikanska samveldisløg
reglan sigur seg vera sann
førda um, at líkið av fyrr
verandi fakfelags leiðaranum
Jimmy Hoffa verður funnið
fyrsta dagin. Tann umstríddi
fakfelagsleiðarin hvarv í
1975, og síðani hava nógvar
søgur gingið um, hvat bleiv
av honum, og hvør beindi
hann av vegnum. Jimmy
Hoffa var 62 ára gamal, tá
hann brádliga hvarv.
Í gjár avbyrgdi FBI eitt
øki tætt við ein rossagarð
uttan fyri stórbýin Detroit,
og Daniel Roberts hjá FBI
sigur við sjónvarpið CNN,
at ætlan er at leita í einum
jarðarstykki, sum er einar
10 metrar breitt og einar 30
metrar langt. FBI-menninir
skulu leita við spaka, sam
stundis sum servandir hund
ar skulu snodda í moldini
so hvørt.
Daniel Roberts vil ikki
siga meiri um leitingina,
men hann heldur uppá, at
hesaferð heldur FBI seg hava
fingið álítandi upplýsingar.
Hann væntar, at leitingin
uttan fyri Detroit fer at taka
nakrar vikur.
Myndugleikarnir í Zim
babwe hava lítlan hug
at lata útlendsk fakfel
agsfólk sleppa inn í land
ið, og tað fingu nøkur
umboð hjá fakliga lands
felagsskapinum í Noregi
at kenna fyrr í vikuni.
Nina Mjøberg, sum
starvast á altjóða deildini
hjá norska LO, fekk ikki
innferðarloyvi í Zimbabwe
mikudagin, og sama dag fór
zimbabwiska løgreglan á
eitt gistingarhús eftir einum
LO-umboði úr Zambia,
sum fekk boð um at fara
av landinum beinanvegin.
Tey bæði skuldu taka lut á
einari ráðstevnu, sum fak
ligi landsfelagsskapurin í
Zimbabwe skipar fyri.
Altjóða LO hevur mót
mælt framferðini hjá
zimbabwisku myndugleik
unum, og tað fer norska
LO eisini at gera, skrivar
Aftenposten. Ætlanin er
eisini at fáa norska uttan
ríkisráðið upp í leikin, so
tað kann senda stjórnini hjá
Robert Mugabe, forseta eitt
formligt mótmæli, skrivar
blaðið.
Ein dómstólur í amerikanska
statinum Virginia hevur gjørt
av, at týski ríkisborgarin
Khaled El-Masri kann ikki
stevna amerikonsku fregn ar
tænastuni CIA og krevja end
urgjald, tí CIA burturflutti
hann fyri tveimum árum
síðani.
Amerikonsku myndug
leikarnir hava viðgingið, at
CIA burturflutti Khaled El-
Masri sum lið í bardaganum
ímóti yvirgangi og flutti
hann til eitt fongsul í Afgh
anistan, men at tað var eitt
mistak. Sambært týska
innanríkisráðnum skal El-
Masri hava fingið 500.000
dollarar í endurgjaldi, men
tað avsannar sakførari
hansara, Manfred Gnijdie.
Umframt endurgjald vil El-
Masri hava eina almenna
umbering frá amerikonsku
myndugleikunum, sigur
sakførarin við AP.
Tað vakti stóran ans í
Týsklandi, tá tað kom fram,
at CIA hevði burturflutt ein
týskan ríkisborgara.
Heimsins størsta ferðamanna
flogfar, Airbus 380, er í
hesum døgum á royndarferð
í fleiri londum.
Ferðin er kortini avmarkað,
tí tað eru bara 16 flogvallir,
sum kunnu taka ímóti tí
stóra flogfarinum. Í gjár
kom Airbus 380 úr Berlin
til Heathrow-floghavnina
í London, men hon mátti
bygg jast út og broytast fyri
næstan eina hálva milliard
krónur, áðrenn Airbus 380
kundi seta seg har, sigur
BBC. Nógv varð eisini
gjørt burtur úr teirri fyrstu
ferðini, og Gordon Brown,
fígg jarmálaráðharri, var í
Heathrow og tók ímóti tí
stóra gestinum.
Ætlanin er, at Airbus 380
skal í rutuflúgving seinni í
ár, men rutunar eru sjálvandi
eisini avmarkaðar, tá bara
16 flogvallir eru egnaðir til
flogfarið.
Sluppu ikki til Zimbabwe
Kann ikki stevna CIA
Næstan funnin
Heimsins størsta á ferð
Amerikanska Sen
atið hevur sam
tykt at byggja ein
595 kilometrar
langan múr fram
við meksikanska
markinum
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Múrurin røkkur bara ein
part av markinum, sum
er heilar 3.200 kilometrar
langt, men stendur tað
til Umboðsmannatingið,
verður hann longri. Har hava
politikararnir fyrr samtykt at
gera múrin meiri enn 1.000
kilometrar langan, men sum
skilst verður tað Senatið,
sum fær sín vilja.
Múrurin er úrslit av drúgv
um og hvøssum orðaskifti um
teir nógvu meksikanararnar,
sum koma um markið til
USA. Í síðstu viku gjørdi
George W. Bush, forseti,
av at senda 6.000 mans hjá
tjóðarhirðini at halda eyga
við markinum, men Senatið
heldur múrin vera neyðugan
kortini.
Umframt múrin er ætlanin
at verja markið við tyrlum
og nútímans myndatólum,
samstundis sum fylgisveinar
skulu halda eyga við markna
leiðunum. Hvítu Húsini hava
longu biðið fyritøkurnar
Lockheed, Northrop Group
og Raytheon um tilboð um á
eftirlitið, sum sambært New
York Times fer ar kosta fleiri
milliardir dollarar.
Meiningakanningar
vísa, at amerikanarar vilja
heldur hava USA at útvega
arbeiðspláss í Meksiko. 92
prosent halda, at tað hevði
steðgað teimum ólógligu
innflytarunum, og bara 1,2
prosent halda, at ein múrur
eftir markinum fer at loysa
trupulleikarnar.
USA girðir seg inni
Fyri fýra árum síðani
róku amerikanararnir
Taliban frá valdinum
í Afghanistan, men
nú er rørslan á veg
uppaftur
Afghanistan
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er vorðið eitt vanligt
vártekin í Afghanistan, at
tá kavin tiðnar í fjøllunum
við pakistanska markið,
fer Taliban undir síni álop.
Soleiðis var í fjør, og soleiðis
er aftur í ár. Mikudagin søktu
fleiri hundrað talibanar at
býnum Mosa Qala í Hel
mand-landspartinum, og tá
teir tóku seg aftur, lógu 13
afghanskir stjórnarhermenn
og 40 talibanar eftirá.
Álopið á Mosa Qala er tað
størsta hjá Taliban, síðani
rørslan varð koyrd frá, sigur
varaguvernørurin í Helmand
við Reuters. Amerikanski
herovastin í Afghanistan,
generalurin Karl Ekenberry,
viðgongur
eisini
fyri
Reuters, at í summum økj
um ger Taliban meiri um
seg í ár enn í fjør. Sambært
generalinum hevur Taliban
lært av tí, sum er hent í Irak,
tí rørslan er farin at brúka
sjálvmorðsbumbumenn og
fjarstýrdar bumbur í álopum
sínum á afghanska herin og
teir útlendsku hermenninar.
Ein blaðmaður hjá New
York Times, sum júst hevur
verið í Afghanistan, skrivar
í blaðnum, at Taliban er
allastaðni og hevur ræðið
á fleiri bygdum har suðuri
í landinum.
Amerikanararnir mettu í
fjør, at Taliban hevði mill
um 2.000 og 10.000 vápn
aðar menn, og at teir flestu
halda til pakistonsku megin
markið. USA hevur eisini
fýlst á, at Pakistan ger ov
lítið fyri at berja Taliban
niður, og pakistanskar keldur
hava eisini váttað, at rørslan
hevur at kalla frítt at fara
á marknaleiðini. Reuters
skrivar frá ónevndum keldum
í Pakistan, at har er tað van
lig uppfatan, at Taliban kem
ur aftur til valdið, tá teir
útlendsku hermenninir fara
úr Afghanistan, og tí hevur
pakistanska stjórnin lítlan
hug at gera rørsluni ónáðir.
Taliban á veg uppaftur
Taliban hevur lært av tí, sum hendir í Irak og brúkar nú bilbumbur og sjálvmorðsbumbur. Hesin bilurin fór í luftina í býnum
Herat í gjár
Rætting
Tíverri var telefonnumm
arið til bílegg ing av
atgongumerkjum til sjón
leikin “Hvør vann í dag” á
Oyrabakka komið skeivt
fyri í blaðnum í gjár.
Rætta telefonnummarið
er 21 68 70.
Vit
biðja
orsaka
mistakið.