fríggjadagur 19. mai 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 96 - 19.-21. mai 2006
- Eftir hava tosað
við ein hóp av ES
politikarum og
embætisfólki, eri eg
púra vísur í, at verða
vit limir í ES, fer
fiskiskapurin undir
Føroyum niður í
helvt, sigur Jørgen
Niclasen, formaður
Fólkafloksins á
Løgtingi, sum
eisini hevur verið
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
Føroyar og ES
Áki Bertholdsen
aki@bertholdsen
- Eg eri púra vísur í, at
verða Føroyar limur í ES,
fer okkara fiskiskapur niður
í helvt.
Jørgen Niclasen, sum
hevur verið landsstýrismað
ur í fiskivinnumálum og
sum nú er formaður Fólka
floksins á Løgtingi, sigur,
at sum støðan er nú, kann
føroyskur limaskapur í ES
als ikki koma upp á tal.
- Eg ikki so frægt sum
orki at tosa um føroyskan
limaskap, sum støðan er
nú, staðfestir hann.
Annars eru tað kreftir í
samgonguni, sum hava borið
ES limaskap upp á tal, helst
er tað sambandsflokkurin,
sum hevur borið upp á
mál, at vit eiga at taka upp
samráðingar við ES um
møguleikarnar og treytirnar
fyri limaskapi, ella einum
tættari tilknýti til felags
skapin.
- Men sum støðan er nú,
kann føroyskur limaskapur
als ikki koma upp á tal,
sigur Jørgen Niclasen.
Forkoma okkum
fiskiríkidøminum
Tá ið formaður Fólka
floksins og fyrrverandi
landsstýrismaðurin lands
stýrismaður í fiskivinnu
málum, er komin til hesa
niðurstøðu, hugsar hann
fyrst og fremst um fiski
vinnuríkidømið hjá føroy
ingum.
- Fiskivinnupolitikkurin
hjá ES londunum, verður
miðstýrdur úr Brüssel og tað
tað er als ongin undirtøka
fyri at geva teimum ymsu
ES londunum heimildin til
at umsita teirra egna fiski
vinnuríkidømi.
- Í ES trúgva tey upp
á eina kvotaskipan og eg
eri púra sannførdur um, at
verða Føroyar limaðar inn
í ES, fáa vit eisini eina
kvotaskipan og so fer okk
ara fiskivinna niður í helvt.
Hann sigur, at úrslitið
av kvotuskipanini hjá ES
er, at fiskiskapurin er farin
niður í helvt, men úrslitið
av okkara fiskidagaskipan
er, at vit fiska áleið tað
sama nú, sum vit altíð hava
gjørt.
Jørgen Niclasen hevur
herfyri verið í Brüssel,
har hann hevur greitt fisk
ivinnunevndini frá okkara
fiskidagaskipan.
Men tað er verri enn so
einastu ferð, hann hevur
havt høvi at hitta politikarar
og embætisfólk í ES, tí hann
hevur ferðast nógv í Evropa,
bæði sum landsstýrismaður
í Fiskivinnumálum og síð
ani fyri at greiða frá um
okkara fiskidagfaskipan.
- Eg havi sæð, hvørja
lagnu tey gomlu fiskivinnu
samfeløgini í ES hava fing
ið. Fyri at siga tað, sum tað
er, eru tey sorlað sundur
og í størsta inntøkugevandi
vinnan í fiskivinnuni í ES
er upphøgging av skipum
og tað er hugstoytt. Í Pet
erhead lógu ein ørgrynna
av skipum fyrr í tíðini, nú
kunnu tey næstan teljast á
hondunum.
Jørgen Niclasen sigur, at
orsøkin til tað er, at ES-
politikarar úr øllum teim
um londunum, sum lítla
og onga fiskivinnu hava,
tvíhalda um, at fiskivinnu
politikkurin skal vera eins
í øllum ES og at ongi und
antøk skulu gerast.
- Teir góðtaka sostatt ikki,
at undantøk verða gjørd
fyri at ganga serligum áhug
amálum hjá teimum ein
støku londunum, á møti.
- Og teir eru altso ivaleysa
sterkir til, at hetta verður
ikki broytt, tað vísa allar
samrøður eg havi havt við
ES-myndugleikar í ymsum
høpum hesi seinastu árini.
- Men ein av teimum
heilt stóru trupulleikunum
í hesum sambandi er, at
politikarar kring um í
Evropa í alt ov stóran mun
lata seg stýra av umhvørv
isfelagsskapum, sum hugsa
meiri um fiskin sum eitt
dýr, ið skal varðveitast, enn
tey hugsa um fiskin sum
eina vinnu.
- Tað er heilt týðiligt, at
fiskivinnupolitikkurin hjá
ES verður stýrdur av øll
um teimum mongu atkvøð
unum, sum taka undir við
teimum ymsu umhvørvisfe
lagsskapunum.
Jørgen Niclasen sigur, at
Bretland, sum eisini hevur
eina munandi fiskivinnu,
hava roynt av øllum alvi at
umskipa fiskivinnupolitikk
in, so at hvørt einstakt land
fær ræðið á sínum egna
fiskivinnupolitikki.
- Men har er ES veldið
ikki til at vika og so leingi
tað er støðan, kunnu før
oy-ingar ikki so frægt sum
hugsa um ein ES limaskap,
tí fiskivinna er okkara høv
uðsvinna, sum vit skulu
liva av, staðfestir formaður
Fólkafloksins á Løgtingi.
Fara við
oljupengunum
Men tað er ikki bara fiski
vinnupolitkkurin, sum fær
formann Fólkafloksins á tingi
at ivast í ES- limaskapi.
Tað er eisini oljupolitikk
urin hjá ES, sum ræðir.
- ES krevur eisini at
oljuríkidømið í ES, skal
umsitast úr Brüssel. Sam
stundis betalir hvørt lima
land eitt limagjald til ES-
kassan og tað er ásett alt
eftir, hvussu stórar landsins
inntøkur eru. Fáa vit nógv
ar oljuinntøkur, koma vit
eisini at betala nógv til ES-
kassan.
Niðurstøðan hjá Jørgeni
Niclasen er sostatt, at verða
Føroyar limur í ES, fáa vit
eina kvotuskipan, har fiski
vinnan fer niður í helvt og
har okkara heimasjógvur
fer at liggja opin fyri skip
um úr ES londum og at
okkara oljuinntøkur fara at
streyma niður til Brüssel.
- Hugsa vit um at natt
úrutilfeingið, er tað kanska
bara tey lond, sum hava
nógvan landbúnað, ið hava
ein fyrimun av ES tí tey fáa
so nógvan studning – men
so er tað sjálvandi eisini ein
spurningur, hvussu gott tað
er í longdini.
Tí tekur hann avgjørt ikki
undir við teimum kreftum í
Sambandsflokkinum, sum
hava róð framundir, at vit
skulu søkja um limaskap í
ES og sum samstundis hava
koyrt EFTA í 4. deild.
EFTA og tey
fýra frælsini
Tað einasta, sum kann fáa
formannin í Fólkaflokkinum
at skifta meining, er, at nátt
urutilfeingið verður lagt und
ir tey ymsu limalondini at
umsita.
Tí er hann eisini sann
førdur um, at kósin, sum
samgongan hevur sett, at
søkja um Limaskap í EFTA,
er tann rætta leiðin.
- Hvat handli viðvíkur,
hava vit hampiliga góða
avtalu við ES so fyri Fólk
aflokkin er ongin ivi um,
at vit skulu verða limir í
EFTA.
- Men vit eru eisini sann
førd um, at vit eiga at taka
samráðingar upp við ES
um at fáa tey fýra frælsini,
sum er fríur flutningur av
kapitali, vørum, tænastur
og arbeiðsmegi.
Hetta eru frælsi, ið nøkur
lond hava fingið í ES, eitt
nú Ísland, Noreg og Sveis,
so tað eigur tað eisini at
bera til hjá okkum at fáa
tey.
- Og eg haldi eisini, at tað
er rættiliga umráðandi, at
vit fáa tey fýra frælsini, tí so
eru bara studningarnir eftir,
umframt fiskivinnupolitikk
in, oljupolitikkin og lima
gjald til ES, so tað er ongin
orsøk hjá okkum at fara
longur enn tað.
Jørgen Niclasen sigur, at
summi siga, at vit skulu
hava limaskap í EFTA fyri
at fáa fríari atgongd til ES.
- Tað er ein misskiljing,
tí vit skulu hava limaskap
í EFTA fyri at lata restina
av heiminum upp fyri okk
um, staðfestir hann, tí tað
verður ein avtala við ES um
tey fýra frælsini, sum skal
geva okkum betri atgongd
til ES.
Eg orki ikki tankan um
føroyskan limaskap í ES
Fyri okkum, sum liva av fiskivinnu og hava vónir um eina oljuvinnu, kann tað ikki koma upp
á tal at tosa um limaskap í ES, sigur Jørgen Niclasen, sum hevur havt nógv samband við ES-
myndugleikar
Ikki loyvt
at draga
lunda í ár
Lundin er so illa fyri,
at Náttúrugripasavnið
fer ikki at geva loyvi at
draga lunda í ár.
Tey seinnu árini hevur
áhugin fyri at draga
lunda ikki verið serliga
stórur, men kortini eru
umleið 1.000 lundar
drignir á hvørjum ári,
tað mesta í Sandoynni og
í Mykinesi. Harumframt
hava sumbingar drigið
lundapisur í stakkunum
vestanfyri, tá pisurnar
eru um at vera floygd
ar.
Men nú er lundin so
illa fyri, at tað verður
ikki loyvt at draga í ár,
og tað er galdandi fyri
bæði búfuglin og pisuna
og allar veiðihættir, sigur
Náttúrugripasavnið.
Savnið vísir á, at lund
in, sum verður drigin,
er búfuglur, sum júst
hevur vorpið, og tað
verður ikki hildið vera
góð veiðimentan at
veiða búfugl í verping
artíðini.
-fartekst
Da Vinci
Code
kortini til
Føroya
Hóast Havnar Bio ikki
sýnir filmin, tykist
møguleiki nú vera fyri,
at føroyskir Bio-hygg
jar kunnu hyggja at
umstrídda filminum í
Norðuelandahúsinum
Tað er Herluf Sørensen
í Havn, sum saman við
øðrum nú hevur tikið
stig til, at umstríddi
filmurin kortini kann
sýnast í Føroyum, visti
Sjónvarpið at siga í gjár
kvøldi
Sum skilst, so er játtan
fingin frá Nordisk Film
fyri, at filmurin kann
sýnast í Føroyum, og ein
bio-framvísari skal leig
ast til endamálið. Enn
eru tó onkrir formligir
trupulleikar eftir, men
tað rokna stigtakararnir
við, at fáa í rættlag.
-mørk
Felagið Føroysk Verkætl
anar Leiðsla fær nú egna
heimasíðu.
Føroysk Verkætlanar
Leiðsla, stytt FVL, varð
stovnað fyri einum ári
síðani og hevur nú havt
aðalfund.
Á aðalfundinum Súni
Christiansen úr nevndini,
og í hansara stað kom
Regin Hammer. Nevndin
hevur skipað seg við Árna
Jakobsen sum formanni,
Regin Hammer er næst
formaður, Kári Dal-Christ
iansen skrivari, Regin W.
Dalsgaard kassameistari,
og fimti nevndarlimurin er
Sigurð Lamhauge.
Føroysk Verkætlanar
Leiðsla hevur umleið 50
limir, og felagið arbeiðir
nú við at fáa sær egna
heimasíðu, sum verður
løgd út í næstum.
-fartekst
FVL havt aðalfund