Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 Samrøða Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Myndir: Símin J. Hansen Christiansborg: Hon býtir danskarar sundur. Neyvan hevur nakar danskur politikari birt undir so sterkar kenslur sum hon seinastu árini. Fleiri vilja vera við, at hon er størsta politiska succes`in í nýggjari tíð. Hon er ovast á politisku tindunum, og í løtuni telist hon millum valdsmiklastu politikararnar í Danmark. Kanningar vísa, at hon er tann politikarin, sum flest fólk - eisini tey, sum ikki fylgja við í politikki - kenna best og hava eina hugsan um. Hennara ferð ímóti politisku hæddunum hevur verið rættiliga óvanlig. Hon verður kallað myrkursins drotning og er nationalistur við stórum N. Samstundis hev­ur hon tann ivasama heiður at vera millum mest hataðu pol­i­t­ik­ ararnar bæði í Danmark og uttanlands. Sosialurin hevur hitt for­kvinn­una í Danska Fólkaflokkinum, Piu Kjærsgaard. Húsmóðurin fær nokk Hvussu er og ikki, so er tað tor­ført at koma uttan um Piu Kjær­ sgaard. Sum triðstørsti flokkur á Christiansborg og parlamentariska grundarlagið hjá Fogh- stjórnini, hava Danski Fólkaflokkurin og Frú Kjærsgaard havt ein rættiliga avgerandi leiklut í donskum politikki síðan 2001. Valdið hevur hon eisini dugað at nýtt til fulnar, tí Danski Fólkaflokkurin hevur veruliga sett síni fingra­merki á politikkin hjá stjórnini. Besta dømi er uttan iva herda útlendingalóggávan. Hjá keypmannahavnaragentuni Piu Kjærsgaard lá tað kortini ong­an­tíð í kortunum, at hon skuldi nýta stóran part av lívi sínum í pol­i­tikki. Sum tannáringur vildi hon liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Hennara hægsta mál var at gerast heimagangandi hús­móðir, sum hjúklaði um mannin og børnini. 20 ára gomul verður hon gift, og stutt eftir fáa hon og maðurin fyrsta barnið. Meðan Pia Kjærsgaard er heima og ansar børnum, selir maðurin kaffi fyri at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman. Miðskeiðis í sjeytiárunum fær hon nóg mikið av at baka kakur og smyrja matpakkar. Pia Kjærsgaard vil vinna sín egna pening, og hon byrjar at arbeiða hálva tíð sum heimahjálp. Samstundis sum hon fer at ar­beiða sum heimahjálp, kveikist áhugin fyri politikki. Hon er serliga hugtikin av anarkistiska løgfrøðinginum av Bornholm, Mogens Glistrup, og flokki hans­ ara, Framburðsflokkinum. Í stillum byrjar hon at ganga til fundir hjá Framburðsflokkinum, og í 1978 teknar hon seg sum lim í flokkinum. Aðalmálið hjá Framburðsflokkinum í sjeyti­árunum er fyrst og fremst at avtaka inntøkuskattin, men fyrst í áttatiárunum skift­ir flokkurin kós. Nýggja aðalmálið er óttin fyri mongu innflytarunum til Danmarkar. Fyrst í áttatiárunum ber Pia Kjærsgaard fyri fyrstu ferð fram síni sjónarmið um mongu innflytararnar í Danmark. Heima lurtar hon eftir útvarpinum, og danska útvarpsrásin P3 sendir kvøðuljómarnar. Upplesari henda seinnapartin er ein innflytari, sum ikki tosar reint danskt. - Eg gjørdist ørg um, at innflytararar lósu upp í Dan­marks Radio, tí teir dugdu ikki danskt til lítar. Hetta hevur okkurt við at gera, at eg eri donsk, og mær dámar væl Danmark­, skrivar Pia Kjærsgaard í síni sjálvævisøgu. Missir valdið Miðskeiðis í áttatiárunum gerst Pia Kjærsgaard sjónligari danska politiska kjakinum. Hon sleppur at royna seg í Fólkatinginum fyri Framburðsflokkin, og fjøl­miðl­arnir venda sær alsamt meira til hennara, tá sjónarmiðini hjá Framburðsflokkinum skulu ber­ast fram. Samstundis missir hon meira og meira virðing fyri sínu politisku fyrimynd, Mogens Glistrup. Seinast í áttatiárunum gerst hon troytt av hansara sera víðgongda og anarkistiska pol­i­tikki, og fyrrverandi heim­a­hjálparin velur tí at taka dystin upp við hann um valdið í flokkinum. Pia Kjærsgaard vinnur á gomlu fyrimyndini, men innanhýsis stríð­ið millum hana og Mogens Glist­rup heldur fram í fleiri ár. Teirra innanhýsis stríð kemur í hæddina á landsfundinum hjá Framburðsflokkinum í 1995, tá hon verður noydd at lata valdið í Framburðsflokkinum frá sær. - Tað var ómetaliga hart fyri meg at missa valdið í Fram­burðs­flokkinum. Eg hevði stríðst fyri flokk­i­num í 10 ár, og eg var ólukkulig, tí eg hevði verið við undirlutan. Tað er uttan iva mítt harðasta politiska tap, greiðir Pia Kjærsgaard frá. Eftir landsfundin velur Pia Kjærs­gaard at seta ein nýggjan flokk á stovn. Heitið á flokkinum verður Danski Folkaflokkurin. Sigurin Tað vóru ikki mong í 1995, sum góvu nýggja Danska Fólka­flokkinum stórvegis møguleika at klára seg. Fjølmiðlarnar, polit­ik­arar og serfrøðingar væntaðu, at nýggi flokkurin hjá Piu Úr fyriklæðnum í politisku jarnha Fólk kunnu vera ósamd við mínar pol­it­ isku hugsjónir, men eg vóni innarliga, at tey fara at minnast meg sum rættvorðna, heiðurliga og erliga, tí tað eri eg ” -Hóast vanliga fatanin er, at tað eru nógv, sum vilja mær ilt, so mást tú eis­ini leggja tær í geyma, at tað er bara for­sæt­ is­ráðharrin, sum fær fleiri per­sónligar atkvøður enn eg í løtuni. Við øðr­um orð­ um er tað eisini ein rúgva av fólki, sum dám­ar politikaran, Piu Kjærsgaard. ” - Eg havi tíverri havt eitt ótal av persónum tætt inni at mær, men sum síð­an hava stungið meg í bakið. Úrslitið er, at tú ans­ar væl eftir, hvønn tú hevur við at gera, og tú hevur torført við at fáa álit á politikarum og fólkum annars. Tíverri eri eg einasti persónur, sum eg líti á, sigur fyrrverandi heimahjálparin og “iron lady” í donskum politikki, Pia Kjærsgaard