Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 19 Kjærsgaard fór at vera ein døgnfluga, og framtíðin hjá henni í politikki sang sítt seinasta ørindi. Ein danskur miðil fór so langt sum at skíra Danska Fólka­ flokkin sum endaligu politisku fosturtøkuna hjá Piu Kjærsgaard. Líka legði hon í. Uttan fyri Runda Tårn í Købmagergade savnar Pia Kjærsgaard tær neyð­ugu 20.000 undirskriftirnar fyri at sleppa at stilla upp til fólk­atingið. Á fyrsta valinum í 1998 tekur flokkurin øll á bóli og kemur syngjandi inn. Síðan fyrsta valið er flokkurin styrktur hvørja ferð, og Danski Fólkaflokkurin er í dag trið­størsti flokkur. Fyrrverandi heima­hjálp­ arin er heldur ikki í iva, tá hon verður spurd, hvat hennara størsta politiska avrik er seinastu 20 árini á Christiansborg. - Tað er uttan iva verkætlanin Danski Fólkaflokkurin. Tað var eingin, og eg meini eingin, sum trúði upp á okkum, bara vit sjálvi. Tað hevur verið ein harður og drúgvur dystur, men vit kunnu ikki annað enn fegnast um úrslitið í dag. Flokkurin kom fyrstu ferð á ting í 1998, og nú sita vit við 22 fólkatingslimum og eru parlamentariska grund­ arlagið. Tað fløvar, sigur Pia Kjærsgaard brosandi. Harðir dystir Gjøgnum sítt politiska lív hev­ur forkvinnan í Danska Fólka­flokkinum verið í gjøgnum eina rúgvu av politiskum dystum. Í Framburðsflokkinum leikaði mangan hart á, og limirnir hildu seg ikki aftur við at kasta runu­bløk eftir hvørjum øðrum í fjølmiðlunum. Hon hevur eisini stýrt Danska Fólkaflokkinum við harðari hond, og hetta hevur eisini havt við sær, at hon hevur valt at útihýsa fleiri limum úr flokkinum. Spurd, hvussu mongu dystirnir á politiska leikvøllinum hava á­virk­að hana, svarar Pia Kjærs­ gaard: - Tað hevur verið ómetaliga hart til tíðir. Eg haldi kortini, at eg livi eitt reiðiligt lív, eri ærlig og hugsi nógv um míni nærmastu. So kunnu fólk halda tað, tey vilja, um meg. Forkvinnan í Danska Fólka­flokk­inum leggur afturat, at hon er ógvuliga varin við at lata fólk koma ov tætt inn at sær. - Eg havi tíverri havt eitt ótal av persónum tætt inni at mær, men sum síðan hava stungið meg í bakið. Úrslitið er, at tú ans­ar væl eftir, hvønn tú hevur við at gera, og tú hevur torført við at fáa álit á politikarum og fólkum annars. Maður mín hevur altíð sagt við meg, at eg eri tann einasti persónurin, eg havi álit á. Hesum uppáhaldi havi eg víst aftur í nógv ár, men hetta er tíverri sannleikin, sigur ein bersøgin Pia Kjærsgaard. Hatursfuglur Navnið Pia Kjærsgaard fær ó­meta­liga nógvar kenslur fram í fólki. Sum forsprákari fyri einum herd­ um útlendingapolitikki, og mang­an við einum hvøssum tóna, hevur forkvinnan í Danska Fólka­ flokkinum seinastu árini fingið mangt sinni í kók. Javnan má hon leggja rygg til ókvæmisorð, ið verða rópt eftir henni á gongugøtuni. Fyri nøkrum árum síðan varð Pia Kjærsgaard álopin á alljósum degi á Nørrebro av nøkrum autonomum og inn­flyt­arum­. Skelkandi álopið hevði við sær, at hon valdi at fáa sær vaktarfólk at verja seg móti møguligum ágangi. Spurd, um hon ongantíð hevur hugsað, at politikkur ikki er tað stríð­ið vert, svarar hon avgjørd: - Nei ongantíð! Hóast vanliga fat­anin er, at tað eru nógv, sum vilja mær ilt, so mást tú eisini leggja tær í geyma, at tað er bara forsætisráðharrin, sum fær fleiri persónligar atkvøður enn eg í løtuni. Við øðrum orðum er tað eisini ein rúgva av fólki, sum dámar politikaran, Piu Kjærsgaard. Eg vil siga, at 85 % av fólkunum, eg møti, eru fitt og fryntlig, men hinvegin eru hini 15 % hørð at hitta. Sjálvandi á­virka slíkar hendingar sum tann á Nørrebro, men letur tú tær slíkt lynda, so góðtekur tú, at mótparturin vinnur. Pia Kjærsgaard dugir ikki at seta orð á, hvat tað er, sum fær hana at halda fram í politikki eftir so mong ár. Politikarar verða mangan lagdir undir at vera valdsgreðingar, og tí seti eg henni spurningin, um í hvussu stór­an mun tað er valdið, sum drívur hana sum politikara? - Tú mást minnast, at eg ikki altíð havi havt vald á Christ­i­ans­borg, og tá dámdi mær líka væl at vera her. Hinvegin er tað ein hug­burður, sum sigur, at tað er skeivt at dáma vald, og tað skilji eg ikki. Vit sita sjálvandi her fyrst og fremst orsaka av valdi. Eg kann ikki brúka valdið til nakað sjálv, men mær dámar ómetaliga væl at vera við, har avgerðir verða tiknar, so Fogh-stjórnin ikki kann gera stórvegis uttan meg, sigur hon brosandi og argandi. Dámar tær væl at vera í and­glett­inum? - Ja mær dámar væl at vera í and­glettinum. Eg eri ikki bangin fyri fólki, og mær dámar væl at vera í fjølmiðlunum. Hevði mær ikki dámt tað, so havi eg snøgt sagt skeivt arbeiði. Churchill og Hirsi Fyrsta veruliga politiska fyri­mynd­in hjá forkvinnuni í Danska Fólk­aflokkinum var Mogens Glistrup. Tey komu kortini upp at táttast, og hvørgin partur hevur í dag stórvegis gott at bera hin­um. Spurd, hvørjar politiskar fyri­myndir hon hevur í dag, svarar hon: -Winston Churchill var ein fantastiskur persónur. Hann var sterkur í mótgongd, og so var hann tjóðskaparligur og ein løgin snigil. Stóra fyrimyndin hjá Piu Kjærs­gaard júst í løtuni er niður­lendskii tinglimurin, Ayaan Hirsi Ali. Hon er upprunaliga úr Somalia, og er kend sum ein atfinningarsom rødd av isl­am. Í 2004 varð hon kend um allan knøttin, tá hollendski films­ leikstjórin, Theo van Gogh, varð myrdur. Ayaan Hirsi Ali skrivaði handritið til filmin “Submission”, sum legði islam undir at kúga kvinnur. Ayaan Hirsi Ali hevur sum úrslit av sínum sjónarmiðum eitt Fatwa í móti sær í dag. - Eg vil øgiliga fegin hitta hana, tí hon er so fantastiska sterk. Eg havi sæð hana í sjón­varp­ inum mangan, og hon virk­ar eyðmjúk, stillfør, men sam­stundis er hon ómetaliga sterk, heldur Pia Kjærsgaard. Sært tú nakað í henni, sum minnir um teg? - Ayaan Hirsi Ali hevur tað nógv verri enn eg. Hon er musl-imur, og tískil er lættari at berjast móti islamistunum, tí hon kann siga nógv, sum eg ikki kann. Hon hevur hinvegin eitt Fatwa móti sær, sum má vera ræðuligt, Hon er stutt sagt ein ótrúliga sterk kvinna, sum eg havi stóra virðing fyri. Í vikuni kom undan kavi, at Ayaan Hirsi Ali upprunaliga leyg fyri at fáa asyl í Hollandi, og sum úrslit av tí hevur hon valt at taka seg úr hollendskum politikki. Ayaan Hirsi Ali flytur í næstum til USA at búgva, har hon fer at arbeiða á einum sonevndum tænketank í Washington. Forsætisráðharri Pia Kjærsgaard hevur gingið á Christiansborg í skjótt 20 ár. Hon gongur ímóti teimum 60, men kortini er politiski hugurin so góð­ur sum ongantíð. Hon dugir ikki at siga, nær hon fer at gevast í politikki.. Hon vísir á, at nógv kann henda, bæði á politiska og persónliga økinum, sum kunnu ávirka, og tí ber illa til at siga nakað ítøkiligt í løtuni. Flokkurin hjá henni hevur eina bjarta fram­tíð, og fleiri serfrøðingar vænta, at Danski Fólkaflokkurin, áðrenn langt um leingi, fær sæti í einari danskari stjórn. - Eg vænti, at innan 10 ár verð­ur Danski Fólkaflokkurin at síggja í stjórn, sigur hon. Hevur Pia Kjærsgaard dreymar um at gerast ráðharri? - Satt at siga gangi eg ikki so høgt upp í tað. Tú heldur kanska, tað er løgið, at ein politikari ikki hevur slík mál, men soleiðis havi eg tað einaferð. Tað hevði kanska verið stuttligt at roynt seg sum forsætisráðharra, tí so kann eg blanda meg upp í alt, sigur hon argandi. Hvat vónar tú, at títt politiska eftirmæli verður? -Tað er ikki nakað, eg hugsi um. Eg vóni, tað verður, at eg og Danski Fólkaflokkurin fingu broytt kósina hjá Danmark móti at gerast eitt fleirmentað sam­fel­ag. Fólk kunnu vera ósamd við mín­ar politisku hug­sjónir, men eg vóni innarliga, at tey fara at minn­ast meg sum rættvorðna, heiðurliga og erliga, tí tað eri eg, sigur hon at enda andskar Navn: Pia Merete Kjærsgaard Fødd: 23.februar 1947 Gift: Henning Thorup Mortensen Útbúgving og størv: Keypmansskúli 1963-65, fólkaskúlin 1954-63. Heimahjálp 1975-84. Politiska karriera: Fólkatingslimur í Framburðsflokkinum 1987-1995. Fólkatingslimur fyri Danska Fólkaflokkinum frá 1995. Politiskur leiðari í Framburðsflokkinum frá 1985-1994. Formaðurin í Danska Fólkaflokkinum frá 1995. FAKTA - Ayaan Hirsi Ali hevur tað nógv verri enn eg. Hon er muslimur, og tískil er lættari at berjast móti islamistunum, tí hon kann siga nógv, sum eg ikki kann. Hon hevur hin­vegin eitt Fatwa móti sær, sum má vera ræðuligt, Hon er stutt sagt ein ótrúliga sterk kvinna, sum eg havi ómetaliga stóra virðing fyri. ” - Ja mær dámar væl at vera í and­gletti­ num. Eg eri ikki bangin fyri fólki, og mær dám­ar væl at vera í fjølmiðlunum. Hevði mær ikki dámt tað, so havi eg snøgt skeivt arbeiði. ” - Eg vænti, at innan 10 ár verður Danski Fólkaflokkurin at síggja í stjórn - Hóast vanliga fatanin er, at tað eru nógv, sum vilja mær ilt, so mást tú eis­ini leggja tær í geyma, at tað er bara forsætisráðharrin, sum fær fleiri per­sónligar atkvøður enn eg í løtuni. Við øðrum orðum er tað eisini ein rúgva av fólki, sum dámar politikaran, Piu Kjærsgaard.