fríggjadagur 19. mai 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 96 - 19.-21. mai 2006
Í ferðahugleiðingum
úr Íslandi rundar
Jóannes Hansen av
við at siga frá vitjan á
Akureyri, at siga eitt
sindur um íslendska
fiskivinnu og um at
ferðast í Reykjavík,
har hann fyrstu ferð
vitjaði fyri 35 árum
síðani
FERÐAHUGLEIÐINGAR
ÚR ÍSLANDI
5. PARTUR (ENDI)
Jóannes Hansen
Ætlanin var, at endi skuldi
fáast á hugleiðingunum
frá ferðini í Íslandi síðsta
summar áðrenn 1. mai,
tá ið sjøtul varð settur
á nýtt frítíðarar. Hetta
miseydnaðist. Tað hevur
ikki verið pláss fyri hesum í
vikuskiftisbløðunum. Eina
ferð vóru tað blaðteknararnir,
sum fóru við plássinum, og
eina aðra ferð vórðu síðurnar
brúktar til Norðoyatunnilin.
Nú verður so roynt at fáa
enda á ferðahugleiðingunum
frá
túrinum,
sum
umvegis Eysturlandið og
Norðurlandið nú snúgva seg
um Akureyri og Reykjavík
og til hús aftur eftir
Suðurlandinum.
Føroyingar hava altíð
knýtt Ísland og fisk og
fiskivinnu saman. Hetta
eru tað fleiri orsøkir til, og
fleiri teirra hava vit longu
verið inni á, nú vit hava
ferðast á Eysturlandinum og
Norðurlandinum. Føroyingar
hava fiskað nógv undir
Íslandi, føroyingar hava siglt
nógv við íslendingum, og
fiskurin og fiskivinnan var
í mong ár týdningarmiklasta
lívsgrundarlagið
hjá
íslendingum. Nú er tað ikki
bara soleiðis longur.
Tað liggur ikki í hesum,
at fiskurin og fiskivinnan
eru minkað. Heldur er
tað soleiðis, at íslendiski
búskapurin er vaksin nógv
meiri á øðrum økjum, enn
hann er vaksin í fiskivinnuni.
Ferðafrásøgn frá summarferð
runt Ísland er ikki forumið
at fara út í æsir við hesum.
Orsøkir og avleiðingar
verða dagliga umrødd.
Her verður bara staðfest,
at tað verður roknað við,
at handil við fiskikvotum
og skráseting á íslendska
virðisbrævamarknaðinum
av feløgum í fiskivinnuni í
níti árunum leysgóvu stórar
upphæddir at arbeiða við.
Virðið í fiskikvotunum
hevur verið mett til 33
milliardir danskar krónur.
Akureyri
Nú eru vit komin til Akureyrar
á botninum á Eyjafirði,
sum er longsti fjørður í
Íslandi, og við høgum
fjøllum kring og eyðkendu
kirkjuni í miðbýnum. Komi
at hugsa um sera turbolentu
flogferðina úr Reykjavík og
norður higar á sumri í 1971.
Nú er loftvegis sambandið
við størri flogførum, sum
fleiri ferðir um dagin flyta
nógvu vinnufólkini aftur og
fram fyrst og fremst millum
høvuðsstaðin og størsta býin
uttanfyri høvuðsstaðarøkið.
Hóast flogførini eru størri og
lagaligari at ferðast við, enn
tey vóru fyri 35 árum síðani,
so kemur tað meiri enn so
fyri, at turbolensurin yvir
fjøllunum er stórur ta løtuna,
sum flogfarið er í luftini á
veg til Reykjavíkar.
Á mangan hátt minnir
Akureyri um Havnina.
Eitt er fólkatalið. Eitt
annað er ferðslan í býnum.
Um kvøldarnar brúka
unglingarnir nógva tíð at
koyra runt og runt í bilum.
Júst sum tað verður gjørt
í Havnini og aðra staðni í
Føroyum.
Akureyri
gjørdist
keypsstaður í 1862 ella
knappliga hálvt hundrað ár
undan Havnini, sum varð
keypsstaður í 1908. Fram
við gomlu høvuðsgøtuni
í miðbýnum eru stór hús í
stásiligum gjøgnumførdum
sniði. Danir, sum høvdu
nógva handilin við stóra
upplandið á Norðurlandinum
um hendi, lótu í síni tíð hesi
húsini byggja.
Umframt av fiskarínum og
handlinum og tænastum í tí
sambandinum livir býurin av
ferðavinnuni og av at hýsa
lærda háskúlanum. Ferða-
fólkatalið sigst knappast
um tvey hundrað túsund um
árið, og tað hevur serligan
týdning, at tað hevur eydnast
at fáa ferðafólk at vitja her
á leið stóran part av árinum.
At háárstíðin er so stutt er jú
kanska størsti trupulleikin í
føroysku ferðavinnuni. Bæði
á Akureyri og kring alt Ísland
eru tey eins og í Føroyum
tilvitað um møguleikarnar,
sum eitt nú konferansur av
ymsum slagi bera í sær.
Kári á Rógvi, sum
skrivar ph D ritgerð á lærda
háskúlanum í Reykjavík,
hevur tætt samstarv við
lærda háskúlan á Akureyri.
Seinasta árið hevur hann her
í nøkrum skiftum undirvíst
í stjórnmálafrøði á skeiðum
fyri studentum í rættiliga
altjóða kendum umhvørvi.
Umframt studentar úr
Íslandi eru luttakararar
so manga staðni frá kring
heimin. Bakgrundin og
royndirnar hjá studentunum
eru sjálvandi framúr íblástur
til umhvørvið og lesturin.
Lærdi háskúlin á Akureyri
sá dagsins ljós í 1987. Nú
verður hann sagdur at vera
størsta arbeiðsplássið á
Akureyri. Tað búgva gott
og væl sekstan túsund
fólk á Akureyri, og tað
verður roknað við, at í
vetrarhálvuni eru umleið ein
triðingur av teimum knýtt
at undirvísingarverkinum.
Á lærda háskúlanum eru
umleið 1500 studentar og
kanska hálvt annað hundrað
starvsfólk.
Á lærda háskúlanum
eru seks megindeildir, og
tilboðini eru mong. Tey
fevna eitt nú um fiskifrøði,
løgfrøði, samfelagsfrøði,
sálarfrøði,
heilsufrøði,
undirvísingarfrøði
og
tøknfrøði.
Eitt
sindur
av samstarvi er millum
Fróðskaparsetur Føroya og
lærda háskúlan á Akureyri, og
tað kann ikki hugsast annað
enn, at hetta samstarvið fer
at mennast. Fyritreytirnar í
Havnini og Føroyum sum
heild og á Akureyri tykjast
vera ógvuliga líkar á so
mongum økjum.
Mentanarlívið er ríkt, men
tað eru ikki stundir at gera
meiri við tað.
Hetta er ein leygardagur, at
vit vitja á Akureyri. Ætlanin
er at vera í Reykjavík nakrar
dagar, áðrenn heimferðina
við Norrønu hósdagin í
næstu viku. Í skundi verður
avgerð tikin um, at kósin
skal setast móti Reykjavíkar
leiðini leygarkvøldið. Vit
koyra í tríggjar tímar, og
harvið flyta vit okkum yvir
í tað økið, sum føroysk
ferðafólk eru mest kend við
í Íslandi.
Á vegnum vestureftir
síggjast vegskilti, sum
vísa móti Ólafsfirði og
Siglufjørðinum.
Ólafs-
fjørðurin er uttarlaga á
vestara armi á Eyjafjørðinum.
Tað var har fleiri føroyskir
fótbóltsspælarar fyri nøkrum
árum síðani hjálptu Leiftri,
sum varð fíggjað av fólki í
fiskivinnuni.
Siglufjørðurin vendir
norður
móti
Norður-
íshavinum. Hetta er eitt av
íslendsku plássunum, sum
føroysk skip hava vitjað heilt
nógv. Her ber ikki til at fara
inn á veldugu broytingarnar,
sum Siglufjørðinum hevur
verið fyri, síðani hann
inntil fyri hálvari øld síðani
var stóri sildastaðurin á
Norðurlandinum.
Tað er tungt at reka
samfelagið her norðuri. Í
heyst var fólkaatkvøða á
Ólafsfirði og Siglufjørðinum
um samanlegging. Stórur
meiriluti var í báðum
plássunum fyri at leggja
saman. Næsta takið verður
at gera tunnil millum hesi
bæði plássini.
D. P. Danielsen, sáli, lýsir
í ferðafrágreiðing síni í
1977 busstúrin av Akureyri
og umvegis Ólafsfjørðin og
norður á Siglufjørðin. Hann
visti at siga, at bergholið,
sum hevði gjørt ein part av
farleiðini høgligari, enn hon
hevði verið, var tað fyrsta í
Íslandi og fór ivaleyst at
verða tað einasta. Grótið er so
moyrt, søgdu teir! Síðani er
nógv vatn runnið í ánna. Vit
fara við ferð vestur eftir og
suður eftir. Tá ið vit nærkast
høvuðsstaðarøkinum vísa
skiltini á undirsjóvartunnilin
undir Hvalfirði. Og so
er ikki so leingi, inntil
vit fara at teljast millum
mongu ferðafólkini, sum
eru komin úr øllum ættum
og herðashornum og til
Reykjavíkar.
Vit hava á kunningarstovuni
á Akureyri bílagt býli
nakað
væl
norðanfyri
Reykjavík. Talan er um
sethús, sum ivaleyst eru
frá millumkrígstíðini. Tey
standa eitt sindur einsamøll
oman móti einum vatni.
Støddin og sniðið boða
frá, at familja, sum hevur
verið væl fyri, hevur latið
húsini byggja. Nú býr
eingin her. Húsini eru eitt
slag av vallaraheimi. Ein
hálendingur í arbeiðsørindum
og nakrir amerikanskir
ferðamenn halda til her hetta
kvøldið, umframt onkrir
íslendingar, sum ferðast
í egnum landi. Pottar við
heitum vatni eru uttanfyri.
Tað ber til at matgera, og
so eru stundir og umstøður
at kanna eitt sindur, hvussu
íslendska fiskivinnan er
samanskrúvað.
Hóast týdningurin av
henni er minkaður, so er tað
framvegis soleiðis, at umleið
60 prosent av útflutninginum
stava frá fiskivinnuni, og
tað er framvegis soleiðis,
at mesta samstarvið millum
føroyingar og íslendingar
Betesdakórið á ferð í Íslandi á sumri í 1971. Myndina tók Eiler Rasmussen, fotografur, í Betesda. Aftanfyri frá vinstru (nøvnini eru, sum tey vóru í 1971): Jógvan við Keldu, sangstjóri, Jógvan
Gerðalíð, ferðaleiðari, Maria Mortensen, Súsanna Vágsgarð, Ebba Høj, Rúna Joensen, Lis Danielsen, Naomi Høgnesen, Elisabeth Simonsen, Elisabeth Dragaberg, Karin Hammer, Henny Gerðalíð,
Jórun Ziskasen, Josefina Hansen, Charlotta á Váli, Malan Jacobsen, Randfríð Skorheim, Sigga Jacobsen, Anna Joensen og Erna Østerø. Frammanfyri frá vinstru: Jóannes á Váli, Árni Jacobsen,
At ferðast í Íslandi er at liva