Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 21 hevur við fiskarí og fiskivinnu at gera. Broytingarnar Íslendingar gingu undan í at flyta fiskimarkið út. Eg minnist væl, tá ið eg í Reykjavík á sumri í 1971 frætti, at íslendingar á nýggjárinum 1972 fóru at flyta fiskimarkið úr 12 og út á 50 fjórðingar. Tað kendist púra veruleikafjart at frætta hjá føroyingum, sum mettu tað at vera framúr bata, tá ið føroyska fiskimarkið á grækarismessu í 1964 ella átta ár frammanundan varð flutt út á tólv fjórðingar. Í kjalarvørrinum av fiskimarksútflytingini í 1972 stóðst toskakríggið við Ongland. Men íslendingar vóru ikki meiri skelkaðir enn so, at teir í 1975 fluttu fiskimarkið út á 200 fjórðingar. Hetta var tvey ár frammanundan, at Føroyar saman við mongum øðrum strandalondum og eftir samtykt á havrættarstevnuni hjá ST fluttu sítt fiskimark út á 200 fjórðingar ella út á miðlinjumarkið, sum er, har leiðin til grannan er minni enn 400 fjórðingar. Onkrir føroyingar eru uppií og eiga og arbeiða hjá stórum íslendskum feløgum, sum fáast við fisk og fiskavirking og øllum tí, sum hongur uppií. Línubátar og snellubátar eru kring landið. Smá feløg, sum t. d. ein ella tveir fiskimenn standa aftanfyri, eiga hesi feløgini, og tað verður handlað við kvotum. Stóru feløgini eru á Akureyri, á Norðfjørðinum, í Vestmannaoyggjunum og í Reykjavík. Ásetingarnar siga, at einki felag hevur loyvi at eiga meiri enn tólv prosent av samlaðu kvotunum. Bæði botnfiskur og uppisjóvarfiskur verða umroknað til toskaekvialentar ella felagsnevnara, sum verður gjørdur upp í toskavirði. HB Grandi Eitt av stóru feløgunum er HB Grandi í Reykjavík. Hetta er felag, sum fyri ikki so langari tíð síðani er runnið saman burturúr trimum feløgum. Eitt teirra er Tangi á Vápnafjørðinum. Hetta var leingi kommunalt flakavirki, sum seinni varð privatiserað. Eitt annað er HB, sum hevur verið í Akranesi. Bókstavirnir standa fyri Haraldur Böðvardsson. Felagið hevur átt skipasmiðju, skip og virki. Fyri stuttum varð felagið nevnt í sambandi við, at Løgtingið samtykti at geva Barsskor til Íslands. Tað var Haraldur Böðvardsson, sum fyri 80 árum síðani smíðaði Barsskor. Grandi er gamalt felag í Reykjavík. Í mong ár var partapeningurin kommunalur. Í sjeyti árunum varð felagið privatiserað, og í 2003 vórðu HB, Grandi og Tangi fusionerað og virka nú undir felagsnavninum HB Grandi. Hetta felagið hevur lagt serligan dent á uppisjóvarfiskasløgini – lodnu, svartkjaft og sild. Teir eiga fýra fiskamjølsvirkir. Eitt er á Vápnafjørðinum, eitt í Akranesi og tvey í Reykjavík. Teir eiga trý vanlig flakavirkir. Eitt er á Vápnafjørðinum, eitt í Akranesi og eitt í Reykjavík. Felagið eigur fimtan skip. Fimm nóta- og trolskip, sum fiska pelagisku fiskasløgini, fimm frystitrolarar av umleið sama slagi sum Akraberg og fimm ísfiskatrolarar. Felagið eigur fiskikvotur til skipini. Umframt kring Ísland eru hesar í Irmingarhavinum og í Barentshavinum. Í Íslandi hevur fiskasøla leingi gingið fyri seg eftir umleið sama konseptið sum Føroya Fiskasøla í síni tíð varð rikin eftir. Talan er framvegis um tvey lutafeløg – Icelandic og Icelandic Group – sum fiskavirkini eiga lut í. Gongdin seinastu árini hevur ikki verið ólík henni í Føroyum. Stóru feløgini gera alt meiri við sjálvi at selja og við at leggja flutning og annað til rættis. Konseptið verður við øðrum orðum broytt. Ein av teimum, sum situr í Reykjavík og arbeiðir við hesum, er ein av gomlu og dugnaligu næmingunum í studentaskúlanum við Gøtugjógv. Hann eitur Pól Huus Sólstein. Eftir holla altjóða útbúgving arbeiddi Pól í fleiri ár á Havsbrún í Fuglafirði. Síðani oktober í fjør hevur hann saman við familjuni búð í Kópavogi. Tað tekur honum einar tíggju minuttir at koyra inn á havnarlagið í Reykjavík, har skrivstovan er. HB Grandi hevur áður roynt seg aðra staðni enn í Íslandi. Eitt nú áttu teir flakavirkið í Letlandi, sum Egil Olsen og Petur Olsen keyptu, og sum teir nú reka undir navninum Fariga Seafood. Í Vestmannaoyggjunum eru stóru feløgini Vinslufeløgini og Ísfelagið, og so eru tað feløgini á Akureyri. Samherji og UA Á Akureyri eru tvey stór feløg í fiskivinnuni. Annað teirra er Utgerðarfelag Akureyrar ella UA, sum tað verður nevnt. Í Íslandi hava verið nógv samvinnufeløg av ymsum slagi. UA var eitt av hesum. Kommunan á Akureyri hevur átt stóran lut í felagnum, sum varð privatiserað fyri nøkrum árum síðani. Í 1973 var tað UA, sum keypti nýmótans verksmiðjutrolararnar Stellu Kristinu og Stellu Karinu, sum pf. Stella í Klaksvík hevði latið byggjað síðst í seksti árunum. Tað vóru áhugamál í hesum sama felagnum, sum keyptu og framvegis reka síðsta Hviltenni, rækjutrolaran, sum Kjartan Joensen átti. Á vitjan á Akureyri í heyst var møguleiki at heilsa upp á formannin fyri nevndini á lærda háskúlanum í býnum. Hon eitur Þóra Ákadóttir, sum er forseti í bæjarastjórnini. Hon segði, at pápi hennara hevði verið í Klaksvík eftir Stellunum. Hann var skipari á aðrari í mong ár. Hitt stóra felagið á Akureyri er Samherji. Tað er hetta felagið, sum Framherji á Toftum samvinnur við. Samherji man vera ein av størstu fiskifyritøkunum í Íslandi og tann, sum hevur størst virksemi uttanfyri Ísland. Ánararnir og stovnararnir eru systkinabørnini Þorstein Már Baldvinsson og Kristjan Wilhelmsson. Páparnir hjá teimum vóru tvíburðar. Umframt virksemi á Akureyri eigur Samherji stóran lut í Sildavinsluni á Norfjørðinum ella í Neskaupsstaði, har tað er flakavirki, fiskamjølsvirki og pelagisk innfrysting og sølufyritøka. Í Íslandi eigur Samherji tólv skip. Tvey pelagisk frystiskip, sum eru nakað størri enn Norðborg. Eitt kombinerað nótaskip og svartkjaftatrolara. Fýra trolarar av sama slagi sum Akraberg, nakrar ísfiskatrolarar og so aðra Stelluna, sum teir keyptu frá UA fyri nøkrum árum síðani og nýmótansgjørdu. Felagið eigur nýmótans rækjuverksmiðju á Akureyri, flakavirki í Dalvík nakað uttarlaga á vestara arminum á Eyjafjørðinum og flakavirki á Eysturlandinum. Í Skotlandi eigur felagið tveir trolarar. Í Onglandi eiga teir tríggjar trolarar, í Póllandi eiga teir tveir trolarar, og í Týsklandi eiga teir tríggjar trolarar. Harafturat eiga teir fiskavirki í Týsklandi, sum framleiðir fiskafingrar burturúr 75 túsund tonsum av blokki. Hetta felagið er fyri ikki so langari tíð síðani fusionerað við sølufelagið Icelandic, sum Samherji eigur 21 prosent av. Samherji eigur triðingin í Framherja á Toftum. Felagið hjá Anfinni Olsen eigur sjey skip. Umframt Vesturvón eru tey nótaskipið Høgaberg, partrolararnar Vesturleiki og Vestursøki og Dragasund og Akranes og so línuskipið Stapin. Merkisvert er tað, at tá ið Kósavirkið varð selt fyri nøkrum vikum síðani, keypti Islandic Group ein triðing. Eisini á fiskivinnuøkinum gongur globaliseringin við rúkandi ferð. Men hóast tað er kapitalurin, ið so at siga sum vatn finnur bestu leiðina at renna, so er tað framvegis soleiðis, at tað er sambandið millum fólk ella sosiala netverkið, sum tað so ofta verður tikið til, ið hevur stóran týdning. Á útbúgvingarstovunum verður stórur týdningur sæddur í, at studentar úr ymsum londum hittast og lesa og sosialisera saman. Tað man ofta koma fyri, at netverkið er teimum til eins nógv gagn, sum fakliga úrtøkan, tá ið teir eftir lokna útbúgving eru farnir aftur til sítt. Tað er sambandið millum Samherja og Framherja gott dømi um. Anfinn Olsen og kona hansara Elisabeth D. Eldevig vóru fyrst í áttati árunum undir útbúgving í Tromsø. Har komu tey og hinir føroyingarnir, sum vóru undir útbúgving, nógv saman við íslendingum, sum vóru har í somu ørindum. Eitt nú Finnboga Baldvinsson, sum er beiggi omanfyri nevnda Þorsteinn Már Baldvinsson. Sambandið hevur verið hildið við líka, og samstarvið, sum nú er so Eyðun Jacobsen, Ólavur á Váli, Sámal Johannesen, Jógvan Høj, Jóannes Hansen, Elfinn Tróndheim, Richard Jacobsen, Finnur Sivertsen, Oddmar Marstein og Jógvan Norðbúð. Hetta vóru tey, sum vóru við, tá ið eg á sumri í 1971 fyri fyrstu ferð var í Íslandi. Hvørja ferð eg síðani havi vitjað íslendska høvuðsstaðin, er – sum tað varð nevnt í fyrsta parti av hesum hugleiðingum – songferðin fyri 35 árum síðani runnin fram í hugan. Tey, sum vóru við ta ferðina, verða heilsað, samstundis sum vit heiðra minni um teir báðar, sum ikki eru millum okkara longur – Ólav á Váli og Jógvan Norðbúð. Heldur fram á næstu síðu