fríggjadagur 19. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 96 - 19.-21. mai 2006
víðfevnt, byrjaði í 1994,
tá ið Samherji keypti
Akraberg.
Reykjavík
Og so eru vit í Reykjavík. Tað
er her, at flestu ferðafólkini
halda til, og tað er her, at
føroyingar í stórum tali vitja.
Tá ið føroyingar ikki høvdu
stundir og umstøður at ferðast
og at vera ferðafólk var tað
stór uppliving hjá teimum
umborð á sluppunum og
skonnartunum, tá ið tað
onkra ferðina kom soleiðis
fyri, at teir vóru noyddir at
fara inn á Reykjavík.
Ferðasambandið og sam-
ferðslan eru hópin betri nú.
Fyri minni enn fjøruti árum
síðani var flogsamband eina
ella tvær ferðir um vikuna
millum Reykjavík og Vágar.
Nú er Atlantsflog mest sum
støðugt á ferð. Á sumri upp
í fimm ferðir um vikuna,
og á vetri tríggjar ferðir um
vikuna.
Vit seta á tríggjar dagar í
Reykavík við upplivingum á
Eysturlandinum og Norður-
landinum í viðførinum. Tað
eru vit ógvuliga fegin um. At
ferðast við bili í Íslandi og
eisini á høvuðsstaðar leiðini
er frálíkt, og tað er sera
ómakaleyst at vitja eitt nú
á Þingvøllum. Tann vitjanin
er altíð serlig!
Nógvir føroyingar kenna
so væl Reykjavík, at tað er
óneyðugt at siga so nógv
um tað. Kringlan og Perlan
og Fjørðukráin og Bláa
lónið verða alt árið vitjað
av føroyingum, sum eitt nú
í vikuskiftunum hugna sær
í norðasta høvuðsstaðnum
av øllum.
Við bili er skjótt at
ferðast í býnum, og tá ið
konan hyggur seg um í
stóra handilsmiðdeplinum,
sum Jákup á Dul Jacobsen
hevur bygt, siti eg á kafe og
lesi og hugsi aftur á fyrstu
íslandsferðina í 1971. Meðan
sangkórið í Betesda í eina
viku var í Reykjavík, varð
vitjað í Kópavági, sum var
vinarbýur við Klaksvík.
Sangstjórin, 27 ára gamli
Jógvan við Keldu, var nakrar
mánaðir frammanundan
fyri fyrstu ferð valdur í
sóknarstýrið í Klaksvík. Hetta
mundi vera fyrsta ferðin,
at flestu okkara hoyrdu
um
vinarbýarsamstarv.
Forstaðurin til Reykjavík
segðist hava sama fólkatal
tá, sum tað búðu í Klaksvík.
Í býráðnum í Kópavági vóru
teir ógvuliga blíðir. Vit sóu
býin í bussi, og tá ið vit
sungu við lítla svimjihylin,
droymdu vit bara um,
at Klaksvík skuldi fáa
svimjihyl. Hann kom hálvt
fjórða ár seinni.
Fram í seksti árini var
Reykjavík so at siga bara stór
bygd ella lítil keypsstaður.
Síðani hevur menningin
verið øgilig, og orsøkirnar
hava verið fleiri. Ein var, at
NATO tók land í Keflavík,
ein onnur betraðu innanlands
samferðslumøguleikarnir
og ein triðja at flogferðslan
rættuliga tók dyk á seg, og
frítíðarferðir gjørdust so at
siga hvørs mans møguleiki.
Flogfeløgini nýttu Reykjavík
sum eyka agn fyri ferðir
tvørtur um Atlantshavið.
Hetta virkaði væl, og síðani
í sjeyti árunum hevur
menningin verið framúr, og
Reykjavík er vorðin alt meiri
altjóða kendur.
Teir í Kópavági greiddu
fyri 35 árum síðani frá
framtíðar
møguleikum,
og síðsta summar kundi
ikki annað enn staðfestast,
at menningin hevur verið
framúr. Ivaleyst eisini væl
størri, enn teir í Kópavági
ímyndaðu
sær
fyri
stórum mansaldri síðani.
Kópavágur er samanvaksin
við Reykjavík, og tað
tykist sum um, at vøksturin
er støðugur og so mikið
stórur, at tað ikki verður
so leingi, inntil Keflavík,
Hafnafjørður, Grindavík og
alt Reykjanes, sum tað er,
verður samanbygt.
Hetta summarið fyri
35 árum síðani búðu vit
í eina viku í einum skúla
í Laugardali. Hann var
heilt stutt frá svimjihøllini
tætt við Laugardalsvøllin
ella
tjóðarstadion
hjá
íslendingum. Við hyljum
og pottum bæði innandura
og uttandura kendist henda
svimjihøllin í 1971 at vera
heilt framúr. Nú síggi eg, at
høllin varð tikin í nýtslu í
1968 og tískil bara var trý
ára gomul, tá ið eg fyri fyrstu
ferð vitjaði í Reykjavík.
Íslendingar gera nógv
við svimjingina, og hjá
mongum hoyrir tað við
til gerandisdagin at vitja
minst eina ferð um dagin í
svimjihøll. Tað eru nógvar
svimjihallir og uttandura
svimjihyljar í Reykjavík. Nú
eiga tey í Kópavági størstu
svimjihøllina í Íslandi.
Sundlaug Kópavogs er frá
1991. Vit vitjaðu nakrar
ferðir í svimjihøllini í
Laugardali, sum framvegis
er framúr. Íslendingar trívast
væl í pottum og hyljum,
og tað kennist sum at vera
millum føroyingar, so óførir
eru teir at finna evnir at práta
um.
Á ferð í býum er tað altíð
gagnligt at seta seg upp í ein
av sightseeing bussunum. Tá
ið vit gera tað í Reykjavík,
eru tað fleiri onnur í somu
ørindum. Her er møguleikin
at eygleiða og at sita undir
eins stórur, sum hann er í
svimjihyljunum og pott-
unum.
At ferðast í Íslandi
við tí fyri eyga at koyra
kring landið og at njóta
høvuðsstaðin er neyvan
best hóskandi ferðamálið
fyri unga familju við 5-6 ára
gomlum smádreingi. Tað fáa
vit skjótt staðfest í bussinum.
Drongurin vísir tí avgjørdur
aftur, tá ið foreldrini ætla
at spenna hann fastan. Tað
verður grátur og eitt sindur
keðiligur hýrur, áðrenn
tann lítli sovnar. Tað hevði
verið gagnligari, um skotska
familjan hevði nýtt tíðina og
pengarnar onkra aðra staðni
og roynt seg sum ferðafólk í
Íslandi um nøkur ár.
Kanadiskar kvinnur eru eitt
sindur ørkymlaðar. Ein teirra
man vera í 40 árunum. Hon
hevur dóttrina, sum kanska
er tólv ára gomul, við sær
og so mammuna, sum man
vera um pensjonistaaldur.
Tær ætla sær eftir busstúrin
í Bláa lónið. Tær stúra fyri,
at kanadiska skipið skal fara
undan teimum, og tað hevði
ikki verið lukkuligt. Ferðin
fyri tær í Reykjavík er ov illa
tilrættarløgd, eru tær samdar
um. Bussførarin er fryntligur
og setir seg í sambandi við
havnaskrivstovuna fyri at
vita, nær ferðamannaskipið
ætlast at fara frá kai. Tá ið
boðini koma um, at skipið
ikki fer at loysa fyrrenn
klokkan ellivu í kvøld, lætnar
hjá teimum stúrnu, og tær
spenna frá og eygleiða og
sodna tað, sum verður víst
fram og greitt frá.
Landafrøðiliga var Ísland
mitt í kalda krígnum, og
íslendingar dugdu at gera
sær dælt av hesi støðuni. Tað
var ikki frítt, at kalda kríggið
var uppií, tá ið Bobby Fisher
og Boris Spassky telvaðu um
HM í Reykjavík í 1972. Hetta
var framúr PR fyri Ísland, og
tað er framvegis ferðamál at
síggja, hvar hesin parturin
av kalda krígnum gekk fyri
seg.
Ikki minni PR var tað
fyri Ísland, tá ið sprelski og
avgjørdi Michael Gorbatjov,
sum altíð hevur átt betri
skoðsmál aðra staðni enn í
Russlandi, og sjarmørurin
Ronald Reagan í 1986
hittuast í Reykjavík. Hetta
er ferðamál við lít.
Søgan um sangin
Partur av rundvísingini er
at koyra til Hafnafjarðar
og í tí sambandinum at
síggja vanligt flakavirki.
Tá er tað áhugavert at
fylgja við. Sjálvandi kenna
vit flakavirkini, men tað
er áhugavert at eygleiða,
hvussu tey fremmandu, sum
ikki kenna til fisk, bera seg
at og viðmerkja.
Meðan vit eru á Hafna-
fjørðinum, rennur søgan
um sangin Eg sigli fram
yvir lívsins hav, og hvussu
føroyingar lærdu hann
at kenna fram í hugan.
Sangurin er norskur, og
tað var umvegis Ísland og
Hafnafjørðin, at sangurin
kom til Føroya. Søgan
hevur eisini við fiskiskap og
sluppir at gera, og harvið eru
vit mest sum aftur í tíðini,
sum tann fyrsta av hesum
fimm hugleiðingunum snúði
seg um.
Petur Háberg, sáli, segði
søguna um henda sangin,
sum Victor Danielsen seinni
umsetti, í Søgur um sangir.
Keldan hjá Peturi var M. S.
Viðstein, sum var við á hesi
ferðini:
“Í 1913 fór ein rúgva
av
føroyingum
yvir
til
Hafnafjarðar
eftir
skipum, sum keypt vóru
av
handilsvirkjum
í
Føroyum. Á Bakkanum
stóð samkomuhús, og hagar
niðan leitaðu føroyingarnir
hvørt kvøld. Eitt hitt mest
hugtakandi á møtunum var,
tá ið ung íslendsk genta sang
einsamøll ein sang, sum hon
hevði lært av norðmonnum á
Siglufirði um summarið.
So væl fagnaður varð
hesin sangur, at hon sang
hann hvørt kvøld og
stundum meir enn einaferð
um kvøldið. Sangurin var
“Eg sigli fram..”. “Tað var
sangurin um sigling”, skrivar
M. S. Viðstein, “sangurin um
lívið og havið, sangurin um
ódnarferðir og lognarløtur,
sangurin um førini, sum
á lívshavinum stríða og
stevna fram móti sólgyltum
strondum, “har altíð sól og
summar er”...Allastaðni,
har føroyingar komu saman
hesar dagar,varð sangurin
sungin. Ein kundi hoyra
hann um morgunin, tá ið
hin fyrsti maðurin tørnaði
út til at kyka og seta ketilin
útá... og tað fyrsta, hann
treiv í, tá ið hann kom upp
úr kappanum, var hesin sami
sangurin. Á tí skipinum, sum
næst lá, tóku teir undir við
honum, og skjótt svaraðu
teir eisini aftur av hinum
triðja og fjórða skipinum,
til tess at sangurin ljómaði
frá øllum teim føroysku
skipunum. Og tá hoyrdist
hesin vakri morgunsangurin
um allan Hafnafjørðin, so
íslendingurin steðgaði í
durunum, áðrenn hann fór
til arbeiðis, meðan hann
lýddi á henda vakra sang,
sum frá sjónum varð borin
inn yvir býin á snimmu
morgunstund”. Soleiðis
greiddi M. S. Viðstein
sambært Peturi Háberg frá
um, hvussu føroyingar lærdu
Eg sigli fram yvir lívsins hav
at kenna.
Endi
Vit pakka saman í Reykjavík
og koyra eftir suðurlandinum
til hús aftur. At steðga á og
í fleiri dagar at sodna henda
partin av landinum eiga
vit til góða. Hugsanirnar
fjakka, og tá ið vit koma
eystur til Meðalandsbuktina
eru vit aftur á leiðum, sum
føroyskir unglingar inntil
mitt í síðstu øld mundu vera
meinkunnugir við.
Vit
sova
á
góðum
gistingarhúsi, og tá ið
vit henda frágera góða
hósmorgunin
nærkast
Seyðisfirði og Norrønu,
koyra vit aftur á kendum
leiðum.
Djúpivogur,
Breiðdalsvík,
Støð-
varfjørður, Fáskrúðsfjørður,
Reyðafjørður og Eskifjørður.
Tá ið vit skulu snara inn á
Reyðafjørðin fara vit framvið
Vattranesi. Tað er blikalogn
og silvitni. Nú rennur fram í
hugan aftur, at her var tað, at
leirvíkingar í meiri enn hálva
øld knossaðust og stríddust
summar eftir summar. Vit
steðga á og nýta friðin.
Og so eru vit aftur á
Seyðisfjørðinum. Norrøna
liggur stolt og bíðar eftir
okkum. Meðan vit standa
í bíðirøðini er tað, at
vit í útvarpinum hoyra
Sverra Egholm, sála, lesa
hugleiðingarnar, sum D. P.
Danielsen, sáli, setti á prent,
tá ið hann á sumri í 1977
hevði ferðast í Íslandi.
Nú hava vit ferðast kring
stóran part av Íslandi.
Vit rukku ikki Norður-
vesturlandið, og vit steðgaðu
ov stutt á Suðurlandinum. Tað
eiga vit til góða til eina aðru
ferð. Men minnini um fína
bilferð á Eysturlandinum,
Norðurlandinum
og
á
høvuðsstaðarleiðini eru rík.
Íslendingar eru fryntligir,
og landið er stórbært.
Onkrar ættgreinar okkara
eru farnar til Íslands. Komi
at hugsa um frásøgninga hjá
Bjørgheðini Jacobsen. Hann
segði frá hesi hending um
bilferð í Íslandi, tá ið Túni
ættin í 2003 hevði ættarmót:
Fryntligur íslendingur hjálpti
honum við biltrupulleika.
Meðan teir fáast við
bilin, spyr íslendingurin
Bjørgheðin,
um
hann
var færingur. Jú, svaraði
Bjørgheðin. Íslendingurin
svarar so, at mamma hansara
æt Johanna Lind (hon flutti
sum ung til Íslands og
fekk fimtan børn), og at
mamman æt eftir langommu
hansara í Føroyum, sum bar
sama navnið. Tá svaraði
Bjørgheðin,
at
henda
Johanna Lind eisini var
langomma hansara!
At rejse er at leve, segði H.
C. Andersen. Vendingin hjá
honum er brúkt 115 túsund
ferðir á www.google.com.
Eftir ferðina kring Ísland
á sumri í 2005 gera eisini
vit kendu vendingina hjá
stóra skaldinum til okkara.
Tað upplivdi eg fyrstu ferð í
1971. Síðani havi eg vitjað
Reykjavík fleiri ferðir, og
síðsta summar kendist tað
sum plettskot at vitja kring
landið.
Gott summar!
...At ferðast í
Íslandi er at liva