fríggjadagur 19. mai 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 19.-21. mai 2006
23
OG DANSURIN
GONGUR eftir T.N.
Djurhuus man vera
vakrasta yrkingasavn,
sum komið er á
føroyskum.
T.N. Djurhuus: OG
DANSURIN GONGUR.
Endurútgáva í sambandi
við móttøku á Føroyaprenti
5. mai 2006. Myndir eftir
Ingálv av Reyni. Forlagið
Fragd. Bókin verður um
nakrar dagar at fáa í
handlunum.
Eftir at ein á sumri 1956 var
komin til Havnar at búgva,
gekk ikki long tíð, til tað var
greitt, hvør T.N. Djurhuus
var: ein spelkin, mjávaksin
unglingi við snøggum,
gulligum
vangaskeggi,
smílandi, og um ikki nakar
mótaprinsur, so kanska
eitt vet meira prangandi
ílatin enn borgarar flest.
Tummas undirvísti í týskum
í realskúlanum, og hann var
tiltikin, og hálovaður av
sínum næmingum, tí hann gav
týskum navnorðaflokkum,
ið skuldu fylgja eini ávísari
bending, kend løg og lærdi
teir alvar, hann hevði undir
hond, at bera hesar turrisligu
bendingarteggjur av kall-
kvenn- ella hvørkikyni fram,
ikki sum ramsur, men sum
sang. Vinmaður mín Finnur
Kjøt (vit gingu saman í
preliminerskúla, og hann
var tann fyrsti, sum nevndi
fyri mær rithøvundar sum
Poe og Hemingway) fortaldi
mær, at hesin lærari var
skald og nevndi sum dømi,
at Tummas – biðin um tað
– eftir fáum minuttum hevði
týtt ein tá kendan poppsang
úr eingilskum til føroyskt:
Tú og eg á ástartingi,
liggja bleytt í berjalyngi,
eina nátt í mánalýsi,
angar søtt av børkuvísu.
Nakað seinni vildi so til,
at hesin slóðbrótarin í
kreativari bendingarfrálæru
var biðin um at koma út
á VBV, har preliminer- og
studentaskeiðið tá helt til, at
halda ein fyrilestur í okkara
næmingafelag. Evnið var
ein írlandsferð, Tummas
hevði gjørt. Hæddin í
frásøgnini kom, tá Tummas,
sambært frásøgnini, bað
um at sleppa at vitja tann
írska forsetan Éamon de
Valera (sum vit annars fyri
nøkrum árum síðani sóu
avmyndaðan, minniliga, í
filminum Michael Collins).
Umbønin varð játtað, og
Tummas greiddi frá síni
samrøðu við forsetan í
ríkinum Éire, sum í 1949
hevði slitið øll formlig
bond við Bretland. Hesum
minnist
eg
einki
av,
uttan tað at fyrilesturin
í tóna var eyðkendur av
skemtingarsemi,
kanska
enntá
komikki,
men
at
Tummas
ongantíð
hvørki læði ella brosaði,
meðan hann greiddi frá.
Heimkomin greiddi eg
pápa frá hesum, og hann
svaraði stutt og greitt:
soleiðis ger tann sanni
humoristurin. Eg hefti meg
annars, meðan eg lurtaði
eftir Tummasi, serliga við
pannuna á fyrilesaranum: á
enni og tinningum livdu og
aldaðu knyklar og kullur,
sum boðaðu tær frá miklum
virksemi innanveggja.
Sum
tað
skilst,
var
Tummas fjølbroyttur maður,
sum eisini tókst við annað
enn at yrkja og vera lærari.
Tá ið Útvarp Føroya kom
í 1957, var hann ein tann
fyrsti, sum sá teir nýggju
møguleikarnar og dugdi at
brúka henda loftborna miðil.
Mong munnu minnast, at
hann fyrst í sekstiárunum
gjørdi
sendingar,
hann
rópti features, har hann í
dramatiseraðum
formi
greiddi
frá
hendingum
uttan úr heimi og úr søguni,
ofta
ógvisligum
ella
blóðugum tilburðum, sum
høvdu verið slóðbrótarum
úr heimsins siglingarsøgu
fyri. Hinvegin munnu tey
flestu hava gloymt, at hann
eisini tíðliga í útvarpsins
søgu gjørdi speiligar og
kabarettkendar sendingar,
har
virdir
politikarar
vórðu viðgjørdir við sama
respektloysi, sum í dag
eyðkennir Óla P. Somuleiðis
týddi hann stuttsøgur eftir
franska humoristin Marcel
Aymé og las tær upp í
útvarpinum.
Yrkingasavnið
OG
DANSURIN
GONGUR
kom út í 1958. Millum
lesarar og áhugað vakti
tað stóran ans tá, at
listamaðurin
Ingálvur
av Reyni, við (mjúkliga)
abstraktum, geometriskum
figuratiónum, hevði givið
bókini sítt heilt serliga
listarliga fylgispæl. Eg
minnist tó einki um, at nakar
helt hetta vera ov djarvt
ella merkiligt, tvørturímóti
fegnaðust fólk um tann
vakurleika og ta elegansu,
sum
eyðkendi
hesar
grafisku strikur, og sum ikki
bara gjørdu tekst og myndir
til eina heild, men gjørdu
hesa bók til tað kanska
vakrasta
yrkingasavnið,
ið nakrantíð er komið á
føroyskum. Tummas seldi
sjálvur bókina, spákaði
Havnina runt hurð av hurð,
findarglaður og við hittin-
orðaðum viðmerkingum til
ung og gomul. Hann kom
eisini til okkara, og bókin
varð, minnist meg rætt,
handað og goldin í túninum
í Jónas Broncksgøtu.
Nú er so bókin komin
út
av
nýggjum,
ikki
sum
endurprent,
men
sum nýprentað útgáva,
sjáldsama væl frágingin
av Føroyaprenti, sett við
stílreinum
Garamond-
stavum,
perman
ljóst
gráblá við grønum farra,
heitið reytt, permuvignettin
framskorin. Og sum hon
er vøkur, henda bókin,
heilskapað
í
sínum
tematikki,
og
ung
og
frísk í síni bæði mynd- og
tekstbornu list! Evnini eru
ungdómsins ivi, vakurleikin,
ástarsjúka, tilveruligur ótti,
ein gudsmynd, verandi
ella farin, tey útriknu
ólukkudýrini,
men
øll
kunnu
tey
samanfatast
undir einum (at kalla
ótilskilaðum) høvuðstema:
borgarans
dømisjúka,
sjálvgleði, hykl, smáu og
gírigu marksetanir. Ein
tann vakrasta yrkingin,
“Konfirmatión”,
angar
av blúgvum frískleika og
vakurleikaansi, sum ein
døggfallin reinfann:
Fimtan summør, so
altarvøkur,
náttsvartar purlur
kring høvur ...
Yrkingin “Hevur tú hómað
-” ber fram tíðarinnar
angist,
atomskaldanna
órógv, sum nøkur ár seinni
var við til at geva skaldum
sum Bob Dylan flog og
fekk ferð á kravgongurnar
fyrst í sekstiárunum. Tann
tekstur, sum hevur givið
verkinum navn, er kanska
serliga áhugaverdur. Longu
í søgnini um kópakonuna
finna vit myndina av teimum
omandotnu ella sjólátnu,
sum at enda skulu taka
hendur saman og fevna um
alla Kunoynna. Í yrkingini
“Vestfalsbroddur” vendir
Hans Andrias, í síðstu reglu
í seinasta ørindi, aftur til
hetta sama bílætið, munurin
er bara, at nú taka sjólátnir
hendurnar saman og fevna
um allar Føroyar. Tummas
letur ta somu myndina eiga
alla yrkingina og hevur nú
eisini framtíðina við:
Og einaferð fara vit
eisini sjálvi
– tá leiðin at enda er
gingin –
við úthavsins strendur
– í broti og gjálvi
fara vit sjálv upp í
ringin.
Hóast tekstirnir í hesum
savni
eru
rímbornir
í sniði, og tí ikki í
nakrari
formmerking
modernistiskir,
kendist
bókin modernað, tá ið hon
kom, eitt savn, sum týðiliga
setti
spurnartekin
við
borgarans føstu, trygdaðu
áskoðan. Tummas var eisini,
í áskoðan og verumáta,
bohemur,
stuttligur,
spillivandi, respektleysur,
kringur í orðum. Og kanska
ber til at siga, at hann
var eitt, gamaní heldur
spakført, føroyskt dømi
um beathugtakið, sum eitt
nú Jack Kerouac og Allen
Ginsberg umboðaðu um
somu tíð í USA. Tað sum tó
gevur hesi bókini sín serliga
dám, er ein blandingur av
einfeldi, vakurleikadyrkan
og mildliga sniðfundigum
speisemi, sum mest av
øllum fær ein at hugsa um
Heinrich Heine. Ikki allar
yrkingar í bókini komu tá
órevsaðar undan borgarans
dómi, men Tummas hevði,
sær til verju, kunnað tikið
til nøkur orð eftir sama
Heine:
Doch die Kastraten
klagten,
Als ich meine Stimm
erhob ...
Sum portur við byrjan og
enda á bókini standa tveir
tekstir, har yrkjarin hevjar
seg út um menniskjanna
felag, myndamálningurin
“Morgun á grækarismessu”,
og
“Vøgguljóð”,
ein
náttaryrking, angandi av
yndi og reinleika. Tann
vakrasta
náttaryrkingin,
sum undirritaði veit seg
hava lisið, er annars “No
reiser kvelden seg” eftir
nýnorska
skaldið
Olav
Nygard (1884-1924). Triðja
ørindi í hesi yrking byrjar
soleiðis:
Med linne andardrag
stig natta inn,
med myrke lokkar
kringum hals og kinn
og herdaduk av
alvelette eimar.
Reglur sum hesar kunnu,
fullfíggjaðar sum tær eru,
lættliga fáa ein lesara at
tváa sær og lata seg úr
skónum.
Fermd
sum
hon
er
við
spræknari
náttúruást og kosmiskum
skapanaryli er yrkingin hjá
Nygard øðrvísi og meira
fullførd í síni hugsan enn
Tummasar
náttartekstir.
Og kortini er Tummas í
sínum náttaryrkingum í
tóna kanska ikki so langt
frá Nygard. Eisini hjá
Tummasi er náttin umskapt
til persón, og í summum
førum er myndburðurin hin
sami:
Men
náttin
kemur
eystan, tá samanlagt
er blóm,
við sínum loystu,
ravnasvørtu lokkum ...
Um vit nú hyggja at
“Vøgguljóði”, so tykist
bæði í hesi yrking og í “No
reiser kvelden seg” tann
merkiliga purpurkenda y-
bókstavmyndin (“myrke”,
“kyrtli”), sum á gátuføran
hátt tykist at ganda fram
nátt og dýpd, at rína við
lesaran:
Og meðan náttin um
londini
í svørtum kyrtli
sveimar,
leiði eg teg við hondini
um svøvnsins løgnu
heimar.
Sum heild tykist stílurin í OG
DANSURIN GONGUR at
vera eyðkendur av onkrum
loftkendum
fínleika,
myndir og orð minna um
klantrasligan grafikk, fáa
ein at hugsa um ta fræandi
krúnuna á smyrilsurtini ella
um tey snyrlandi mynstur,
sum skapanin hevur prýtt
tær hvalspýggjur við, sum
á sumri dansa sín bylgjandi
sævardans fram við okkara
bryggjum og strondum.
Furan
við
altarhvítum
børki, greinum, ið skína
sum kertiljós og roykilsi
av mjørka er eitt gott
dømi um hesar fínliga
vovnu tekstvendur. Eitt
annað dømi er yrkingin
“Hann gongur í nátt”. Tær
fáu, einføldu myndirnar
– lívsins harri, tann tóma
høllin, tann tóma sálin –
eru á ein hátt svikaligar, tí
innihaldið í tekstinum er
ikki einfalt, men eyðkent av
tví- ella tvørsøgn. Einum
rennur í huga Janusar “Ver
sterk mín sál”, munurin er
bara, at Tummasar yrking er
spakmælt og sør fyri patos.
Ikki at undrast á, at sviin
Pär Lagerkvist var ein av
skaldsins yndishøvundum.
Evnið
í
yrkingini
er
transcendensur
ella
gudsfatan. Hásætið stendur
harraleyst, men paradoksið
er, at tað samstundis ikki er
harraleyst, tí sálarinnar tosti
ella hugans tørvur hevur
sett ein nýggjan harra í tann
tóma kongastólin:
Deyðræddur vænti eg
at hoyra ekkóa
hansara velduga
dómaramál.
Hansara, sum í hesi
nátt
gongur ígjøgnum eina
tóma sál.
Døggfalnar reinfannir
Jón Heystoy handar einkjuni eftir T.N. Djurhuus, Marnu Djurhuus fyrstu eintøkini av
endurútgávuni av yrkingasavninum »Og dansurin gongur«. T.N. Djurhuus doyði í 1971
Hanus
kamban