fríggjadagur 19. mai 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 ]
Nr. 96 • hósdagur • 19.-21. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Nøkur
dømi
Her varð video nýtt
Á Sevmýri í fjør, tá rok
er móti dystarenda í
dystinum millum TB og
B36. Sum úrslit fær Jón
Johannesen leikbann í
tríggjar dystir, Bergur
Midjord fær tveir dystir
og hjálparvenjarin hjá
B36, Magni Mohr, fær
ein dyst.
Í Gundadali í ár, tá HB
og B36 spæla. Eftir
dystin er B36-venjarin,
Sigfríður Clementsen
í øðini inn á dómaran.
Einki verður skrivað
í frágreiðingina, men
Kappingarnevndin hjá
FSF gevur venjaranum
ein dag dystarbann.
Her varð video
ikki nýtt
Eftir heimadyst hjá
NSÍ móti KÍ fjør fær
Ikechukwu Onyema
tríggjar dystir leikbann
grundað á dómarafrá
greiðingina. NSÍ vil
hava FSF at hyggja at
sjónbandinum, sum
teir meta greitt vísir, at
talan var um hendiliga
hending. Tilburðurin er
tó ikki í klippunum, sum
verða víst í 3-2, og tí
verður sjónbandaprógv
ikki nýtt.
Tá GÍ og HB spæla í
Gøtu í ár, fær Sámal
Joensen reytt kort fyri
at skumpa HB-spælara
umkoll. Hóast sjón
bandið vísir, at tað er
Poul Ennigarð, sum
fremur brotið, stendur
leikbannið hjá Sámal
Joensen kortini við.
Í somu hending sæst
Janus Mohr Joensen
fara yvir til liggjandi
gøtumann, uttan at hetta
tó verður tikið upp av
kappingarnevndini.
Í dystinum millum VB/
Sumba og B68 í Vági
sýna sjónbond týðiliga,
at Ralph van Dooren hjá
B68 klípir Dan Djurhuus
millum beinini, meðan
dómarin ikki sær. Hend
ingin fær tó ikki nakrar
avleiðingar fyri B68-
spælaran.
Í somu 3-2 sending sýna
myndir frá dystinum
millum KÍ og HB, at
Vagnur Mohr Mortensen
hjá HB slær Oddmar
á Lakjuni. Heldur ikki
hesa hending hevur
kappingarnevndin valt
at revsa.
Kappingarnevndin
gav eingi leikbann, tá
fundur var á skránni
hósdagin. Heldur
ikki hóast í minsta
lagi tvey videoklipp
úr næst seinastu
3-2 sending sýndu
grov brot á allar
ítróttarligar reglur
Fótbóltur
Jákup Mørk
Tá FSF fyri hálvum øðrum
ári síðani boðaði frá, at teir
nú fóru at gera nýtslu av
sjónbandaupptøkum, tá reyð
kort og møgulig leikbann
skuldu viðgerast, hevði hetta
tvey endamál. Annað var,
at spælarar, sum av órøtt
um høvdu fingið reytt kort,
skuldu sleppa undan enn
meira órættvísi við leikbanni.
Og hitt at spælarar, sum sýndu
grov brot, uttan at dómarin sá
hesi, nú skuldu fáa ta revsing,
sum hesir høvdu uppiborið.
Upphavið
Serliga vóru tað tvær hend
ingar í kappingarárinum
2004, sum vóru atvoldin
til, at nýggja siðvenjan varð
innførd. Ein siðvenja, sum
fleiri ferðir hevði verið upp
á tal, men sum tó ongantíð
var tikin í praksis. Onnur tá
spýtt varð á Rógva Jacobsen
hjá HB, uttan at dómarin sá
hetta, og hin, tá B36-mál
verjin Magnus Poulsen fekk
reytt kort, hóast talan púra
greitt var um sjónleik frá
mótstøðuspælara.
Táverandi kappingarstjór
in, Bjarki Mohr, staðfesti, at
tær báðar hendingarnar sera
greitt sýndu, hví hann helt
eina nýggja siðvenju vera
neyðuga. Í fyrra førinum sá
alt Føroya land, hvat gekk
fyri seg, men hóast hetta
kundi spælarin ikki revsast
við teimum amboðum, sum
kappingarnevndin hevði til
taks. Og í seinna førinum
var nevndin noydd at geva
tveir daga leikbann til mál
verjan, hetta grundað á dóm
arafrágreiðinga. Eisini hóast
allir hyggjarar so ruddiliga
kundu staðfesta, at talan
átti at verið um gult kort til
álopsspælaran, heldur enn
reytt til málverjan.
Hørð linja
At Kappingarnevndin fekk
heimild at nýta video, varð
nýtt í einum einstøkum føri
í fjør, tá endin av dystinum
millum TB og B36 gjørdist
meira rokmikil, enn gott var.
Í ár varð linjan løgd
hampuliga hart. Eftir dystin
millum HB og B36 tann 26.
apríl, kom illstøða millum
B36-venjaran og dómaran.
Grundað á uppstøkurnar fekk
B36-venjarin ein dag leik
bann. Ein sera prinsipiellur
dómur, tí einki sum helst varð
viðmerkt um hendingina í
dómarafrágreiðingini, og ikki
minni prinsipiellur, tá Sigfriður
Clementsen ikki so mikið sum
fekk hoyringsskriv, áðrenn
dystarbannið varð útskrivað.
Bara tvey umfør seinni varð
nýggja linjan trykkprøvað.
Sjónbandaupptøkur sýndu
greið misbrot bæði í Klaks
vík og í Vági. Og í Ítróttartið
indunum kvøldið fyri hevði
B68-venjarin alt annað enn
tespiligar viðmerkingar um
dómaran í dystinum. Tí var
væntandi, at hamarin fór at
fella hart, tá Kappingarnevndin
skuldi hava næsta fundin.
Hamarin fall ikki
Hamarin varð tó ongan tíð
havdur á lofti. Kapping
arstjórin, Høgni í Stóru
stovu, sigur, at tey í løtuni
ivast í, hvørt reglurnar og
mannagongdirnar innan øki.
Og tí varð tikin um, at eingi
leikbann verða útskrivað her
og nú av teirri ávum. Ein
avgerð, sum reisir hópin av
spurnarteknum.
Ikki minst man B36-venj
arin, Sigfríður Clementsen,
kenna seg illa viðfarnan.
Ein støða, sum Høgni eisini
sigur seg skilja.
– Vit eru komnir til ta
støðu, at vit fyrst vilja hava
nakrar fortreytir upp á
pláss, áðrenn vit fara at nýta
sjónbandaupptøkur. Her hugsi
eg ikki minst um tær reglur,
sum ein komandi disciplinær-
nevnd skal brúka.
Men tit hava longu nýtt
slíkar. Kann tað ikki vera
sera trupult at síggja eina
linju í avgerðunum?
– Tað kanst tú væl siga. Men
eg haldi eisini, at hetta prógvar,
hvussu týdningarmikið tað er
við einum kjaki um hetta.
Í løtuni er 3-2 tað besta, vit
hava, men er hetta nóg gott
dómsgrundarlag? Og hvussu
tryggja vit okkum nóg góðar
reglur á økinum? Alt tað
eru spurningar, sum eiga at
greiðast.
Og skulu hyggjar kring
landið ímeðan so bara góð
taka ónollur av somikið grov
um slag, sum vóru at síggja í
næstseinasta umfarinum?
– Tað er eisini ein góður
spurningur. Tí í nøkrum før
um verður somikið greitt
farið um mørkini, at vit
eiga at spyrja okkum sjálvar,
hvørt hetta á nakran hátt
kann góðtakast, sigur Høgni
í Stórustovu.
Dystir um vikuskiftið
Formula-deildin
Dagur Dystur Dómari
21.05 Skála-ÍF Dagfinn Olsen
21.05 B36-NSÍ
Eiler Rasmussen
21.05 KÍ-GÍ
Georg Rasmussen
21.05 VB/S-EB/S
Lassin Isaksen
21.05 B68-HB Jens Petur Brattalíð
1. deild
20.05 FSV04-KÍ
Ransin N. Djurhuus
20.05 SÍ-AB Rúni Gaardbo
20.05 Royn-HB
Jón K. í Brekkuni
20.05 VB/S-TB
Lars Müller
20.05 LÍF-B71 Jónleif Frederiksen
2. deild
21.05 B68-MB Jóannes Mikkelsen
21.05 ÍF-GÍ
Eugen Voda
21.05 NSÍ-B36
Høgni Hansen
21.05 HB-Fram
Bergleif Sólsker
21.05 Skála-EB/S
Edvard Højgaard
1. deild kvinnur
21.05 KÍ-SÍ
Jónleif Frederiksen
21.05 GÍ-AB Bárður Mortensen
21.05 NSÍ-B36
Vinjard Dam
21.05 HB-EB/S
Thorvald Petersen
FSF letur eyguni aftur
Hóast tvey og kanska trý mál, har leik- og dystarbann tóktust sum sjálvfylgja, hálsaði Kappingarnevndin hjá FSF um. Hildið varð
fyri eygu og oyru, meðan ónollur av ringasta slag vórðu varpaðar kring alt landið
Viðgjørd mynd: Álvur Haraldsen