fríggjadagur 19. mai 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 ]
Við langtíðarskað
um hjá tveimum av
lyklaspælarunum,
skal B36 seta nýggjan
miðvøll saman, nú
NSÍ skal ota seg enn
nærr i oddinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í B36 kenna tey seg í
ólukkumát hava kent svið
an av, hvussu meint skaðar
kunnu raka. Higartil hev
ur tað verið sjáldan, at
Sigfríður Clementsen hevur
kunnað sent sína “ideal-
uppstilling” á vøllin, og
enn ganga nakrir mánaðir,
áðrenn tað aftur letur seg
gera.
Ikki minst eru missirnir
av Fróða Benjaminsen
og Inga Højsted tungir at
bera, og hartil eru Obi og
Herbert í Lon framvegis
ikki tøkir.
Á jaliga listanum telur,
at Kenneth Jacobsen nú er
afturkomin til Føroya, eins og
Mikkjal Thomassen er tøkur
eftir leikbann, og serliga
hesin seinni nevndi man nú
fáa ein eyka stóran týdning
á nýggja miðvøllinum, sum
nú skal spælast saman.
Mest sannlíkt saman við
John Hansen og Hanus
Thorleifsson.
NSÍ er væl fyri
Men ráð eru tó ikki til tey
stóru eksperimentini, nú
NSÍ kemur á vitjan. Eftir
eina heldur keðiliga byrjan,
hevur NSÍ veruliga tikið
dik á seg, og kunnu teir
eisini koma úr Havnini við
einum ella kanska trimum
stigum, er einki at ivast í, at
teir eru sera væl nøgdir.
Í Runavík verður sagt,
at allir mans eru til reiðar
at tørna út, og so er spurn
ingurin bara, hvussu Trygvi
Mortensen velur at blanda
sær kortini.
Gestirnir á Svanga
skarði hava ikki tapt
fimm tær síðstu ferð ir
nar, og vertirnir hava
einki stig fingið fýra
tær síðstu ferðirnar
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir fýra tey fyrstu umførini
var einki glopp á støðutalvuni
millum tey bæði feløgini,
sum sunnudagin fara at
takast á Svangaskarði. Síðani
tá hevur gingið skjótt hvønn
sín vegin. Vertirnir í B68
hava einki stig fingið í fýra
teimum síðstu umførunum,
og toftamenn eru nú so mikið
niðarlaga staddir, at tað er
møguleiki fyri, at teir eftir 9.
umfarið vera aftastir.
Hjá HB hevur kósin verið
hinvegin. Eftir laka úrtøku
fyrstu ferðirnar, hava havnar
menninir rættuliga fótað sær.
Úrtøkan hevur verið góð,
og nú skal lítið til afturat,
áðrenn teir rættuliga fara at
leggja seg út í kappingina
millum tey fremstu.
Krzystof Popczynski fær
gott skoðsmál frá sínum spæl
arum. Eftir at hava sparkað
fótbólt í fleiri ár eru teir í
HB aftur farnir at spæla, og
tað hevur gingið skjótt við
leikligu menningini.
Seinnapartin av síðstu viku
vóru fimm av spælarunum
burtur frá venjing, tí teir vóru
við landsliðnum í Póllandi.
Í hesi vikuni hava teir aftur
vant við fullari ferð. Tað
er kapping um summi av
plássunum. Serliga á mið
vøllinum og í álopinum, har
venjarin hevur latið ungu og
evnaríku menninar skiftast
um at spæla.
Í B68 er tað kærkomið, at
málverjin, Tórður Thomsen,
er tøkur aftur. Hann var leik
bannaður í Fuglafirði orsakað
av útvísingini í Vági.
ÍF Føroyar blandar seg í oddin
Eftir seks teir fyrstu dystirnar í Keypmannahavnarseriuni hevur
1. lið hjá ÍF Føroyum lagt seg millum tey fremstu liðini.
Hóskvøldið leikti ÍF Føroyar ímóti KFUM, og føroysku
útisetarnir vunnu 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Jørgin Meitilberg
legði ÍF Føroyar framum fyri steðgin, og Ken Nónklett økti til
2-0 beint eftir steðgin.
Trettan lið eru í deildini, og ÍF Føroyar liggur í løtuni á fjórða
plássi við tólv stigum. Bert trý stig eru upp til oddaliðið, ið hevur
fimtan stig. ÍF Føroyar hevur eisini ein dyst til góðar samanborið
við nøkur av hinum liðunum í oddinum.
Venjarar hjá ÍF Føroyum eru Julian Hansen, ið vandi HB seinnu
hálvu í fjør, og Frankie Jensen.
Henke sendi Celtic í pengalandið
Við uppleggum til bæði Barcelona-málini mikukvøldið gjørdist
Henrik Larsson ein av avgerandi spælarunum í dystinum. Hetta var
seinasti dystur hansara fyri Barcelona, og umframt upplivingina,
sum finalan var, fekk hann samstundis givið gomlu liðfeløgunum
úr Celtic eina kærkomna gávu. Hevði Arsenal vunnið finaluna,
datt Celtic nevnliga niður um liðini, sum vinna sær beinleiðis rætt
til Champions League. Tá vildi talan verið um undandystir, og
sjálvandi vildi tað inniborið ein vanda fyri, at Celtic ikki fekk fatur
á mongu UEFA-milliónunum, sum fylgja við hesum. Nú er tann
vandin tó burturi hjá skotsku meistarunum, og ikki minst munnu
tey takka Henke fyri hesum.
-mørk
Hóast teir hava mist
lyklaspælara, so halda
teir í GÍ seg hava
møguleika at verða
teir fyrstu at koppa KÍ
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Klaksvíkingar vóru í góð
um hýri, tá ið teir miku
kvøldið í síðstu viku fóru
av Eiði. Síðani hevur tað
verið rættuliga friðarligt í
fótbóltinum har norðuri. Eftir
stóru úrtøkuna í átta teimum
fyrstu umførunum fingu
spælararnir frí frá venjing
inntil mánakvøldið.
Fyrrapartin av hesi vik
uni vóru fleiri burturi frá
venjingini, men tað verður
roknað við, at teir flestu fara
at verða tøkir sunnudagin.
Heilt víst er tað kortini, at
Paul Clapson ikki verður við.
Eftir reypa kortið á Mølini er
hann leikbannaður, og í dag
skuldi læknin skurðviðgera
meniskskadda knæið.
Meinhardt
Joensen
spældi 2. hálvleik við skaða
í afturpartinum. Og tann
skaðin tykist vera heldur
drúgvur at sleppa av við.
Símun Joensen noyddist at
gevast á hálvari leið á Eiði.
Hann vandi fyrstu ferð aftur
hóskvøldið. Umframt lands
liðsspælararnar Hjalgrím Elt
tør og Atla Danielsen hava
eisini aðrir verið burturi frá
venjing.
Spurningurin er, hvussu
Tony Paris fer at skrúva liðið
saman í álopinum og eisini
í verjuni. Steffan Kalsø
ella Hjalgrím Elttør eru
mest sannlíku boðini upp
á fremsta álopsplássið. Atli
Danielsen hevur verið aftasti
útispælarin. Í 2. hálvleiki á
Eiði var Sinisa Jovanovic aft
astur. Spurningurin er hvønn
av teimum báðum – Atla ella
Sinisa – Tony Paris hesa ferð
fer at líta aftastu ódnina til.
Gøtumenn siga seg vera
bilsnar av sær sjálvum, at
tað higartil hevur hilnast so
væl, sum tað hevur gjørt. GÍ
hevur bara tapt á Mølini, og
nú fara gøtumenn at royna at
fella ósigraða KÍ. Í GÍ halda
teir seg at vera nóg væl fyri at
fáa bilbukt við KÍ, og teir fáa
tvær royndir at útinna hetta í
Klaksvík, nú bæði lands- og
steypakapping eru á skránni
innan fimm dagar.
Hjá GÍ kom tað sera illa
við, at Poul Ennigarð undir
venjing fyrr í vikuni breyt
fótin. Poul hevur verið
rættuliga stinnur miðvallari
í ár. Burtursæð frá honum
eru allir hinir GÍ spælararnir
tøkir. Eisini Niclas Niclasen
- miðverjin úr Klaksvík - sum
sunnudagin fyri fyrstu ferð
í týdningarmiklari uppgerð
fer at royna seg móti gomlu
liðfeløgunum.
Tunnligt í Klaksvík
Nýggjur B36-
miðvøllur skal
royna seg
Hjá EB/Streymi ræð
ur nú um at venja
seg við leiklutin
sum oddalið. Ein
leiklutur, sum eisini
ger, at áskoðararnir
seta krøv til stig
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Millum annað er tað nú nær
um eitt krav, at talan er um
trý stig sunnudagin. Eisini
hóast talan er um útidyst í
Vági, har flestu liðini aloftast
hava tað trupult. Stigatalvan
staðfestir tó munin, sum í
løtuni er á liðunum, og tí
gerast bæði viðhaldsfólk
og spælarar kræsin. Eisini
hóast EB/Streymur enn
ikki hevur vunnið í Vági,
tá tosað verður um fremstu
deildina. Og tað skapar eitt
trýst, sum spælararnir mugu
læra at liva við.
Piotr Krakowski og hans
ara menn kunnu tó fegnast
um, at hópurin er at kalla
fullmannaður, nú farið
verður til Vágs. Einasti
spælarin, sum ikki er tøkur,
er Ólavur Poulsen, sum
hevur ein brotnan arm.
Eisini hjá heimaliðnum
eru allir mans tøkir. Birg
ir Jørgensen var í burða
farloyvi, tá VB/Sumba vitjaði
í Havn. Og einki er at ivast í,
at hann er kærkomin aftur á
liðið. Bæði sum skarprættari
og spælstøð. Og ikki minst
sum ein royndur stuðul hjá
mongu ungu spælarunum á
liðnum.
Nú er kravið
at fáa stig
Hóast teir enn sakna
stuðulsspælarar, so
gongur tað rætta
vegin á Skála, har teir
sunnukvøldið fara
at takast í botnstríði
móti ÍF, sum endiliga
tykist hava fingið
bilbukt við skaðarnar
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er bygdarstevna á Skála
í vikuskiftinum. Landskapp
ingardysturin móti ÍF verður
klokkan 18 sunnukvøldið,
og tað er eingin ivi um, hvør
besta stevnugávan hevði verið
hjá skálamonnum. Hon hevði
verið sigur og harvið full
úrtøka.
Í ár hevur Skála orsakað
av skaðum brúkt nógv
fólk, og úrtøkan hevur ikki
verið nakað serlig. Bara í
heimadystinum móti VB/
Sumba í triðja umfari 13.
apríl hevur tað eydnast at
fáa fulla úrtøku.
ÍF fekk fyrstu stigini, tá
ið teir næstsíðsta mikukvøld
vunnu stórsigur, 3-0, á
heimavølli móti B68. Um tað
eydnast ÍF at fáa øll stigini við
sær inn um Varmakeldueið
sunnukvøldið, so verður
ÍF ikki longur á niðasta
plássinum, sum teir hava
hildið heitt átta tey fyrstu
umførini.
Á Skála er manningarliga
støðan ikki heilt góð enn, men
tað gongur rætta vegin. Pætur
Dam Jacobsen, sum bæði var
skaddur og leikbannaður í
Runavík, Poul N. Poulsen og
Bjarni Jørgensen, sum fóru av
vøllinum, tí teir vóru skaddir,
eru komnir fyri seg aftur.
Bjarni er so mikið væl fyri,
at hann sunnudagin fyri fyrstu
ferð umboðaði Føroyar.
Pauli G. Hansen var ikki
heilt klárur mikukvøldið í
síðstu viku. Í 1. hálvleiki
var hann vongverji í høgru,
og eftir steðgin var hann á
vanliga miðvallarplássinum.
Tað gekk hampuliga væl,
og á Skála rokna teir við,
at Pauli verður millum teir
fyrstu ellivu sunnudagin.
Ein av orsøkunum til at
tað hevur hilnast illa hjá ÍF
higartil í ár kann vera, at tað
hevur staðið syndarliga illa
til við fólki. Nú stendur so
mikið væl til, at allir teir,
sum teir rokna við at hoyra
til besta liðið, eru tøkir.
Karstin Joensen segðist at
vera givin. Málverjin var
kortini við móti B68, og
hann verður eisini í málinum
á Skála.
Kósin vísir hvønn sín vegin
Tað lýsnar í Eysturoy