Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 ] Gravesen til Manchester Stórvask stendur fyri framman í Real Madrid. Ein av spælarunum, sum roknað verður við, stendur fyri skotum, er danski Thomas Gravesen, og nógv bendir nú á, at Manchester í Onglandi verður næsti heimbýur hansara. Enn er tó ikki greitt, um tað verður til City ella United, at leiðin gongur, tí bæði liðini hava sýnt spælaranum stóran áhuga. Longu í vetur royndi Alex Ferguson at fáa fatur á danska miðvallaranum, og hesum er hann enn áhugaður í. Hinvegin vil Stuart Pearce hava fatur í einum sterkum miðvallara, nú hann eftir øllum at døma noyðist at selja Joey Barton, og boðini til Gravesen eru greið: - Kemur tú til okkara, verður tú fastur maður á miðvøllinum, sigur Stuart Pearce. -mørk Ein dyst á hvørjum vølli FSF hevur nú gjørt av, hvar teir báðir heimadystirnir í ár í komandi EM-undankappingini skulu spælast. Mikudagin tann 16. august verður spælt á Svangaskarði, tá Georgia kemur á vitjan, og byrjar tann dysturin kl. 19. Leygardagin , 7. oktober, kemur Litava á vitjan, og verður tann dysturin spældir á Tórsvølli klokkan 15. Atgongumerkjaprísurin til hvønn dystin er 150 kr. fyri vaksin og 50 kr. børn, upplýsir FSF. Mett verður helst ikki, at talan verður um tað stóra trýstið á søluna, tí í øllum førum verða atgongumerki ikki seld í forsølu hesaferð. -mørk Føroya Triathlon Felag skipaði sein­­ asta sunndag fyri 1/4 triathlon. Hetta sum liður í fyri­reikingunum Oyggjaleikirnar, sum verða á Rhodos um gott ár Triathlon Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um kapping á so­nevnda OL-teininum, sum er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. Einasta kvinnan í kapp­ ingini gjørdi bart í svimj­ ingini. Súsanna Skylv Sør­ en­sen var nógv skjótast um at svimja teir 1500 m, og var hon eisini fyrst út á súkkluna. Gunnar Dahl Ol­sen var næstur úr hylinum, men í fyrsta skiftinum bleiv hann yvirhálaður av Evald Rasmussen. Gunnar er tó somikið sterkur á súkkl­ uni, at hann hevði fingið bæði Súsonnu og Evald aftur, tá komið var til Kald­ baksbotn. Beinir Rasmussen, sum ikki hevur vant nakað ser­ ligt í seinastuni, var fjórði skjótastur úr hylinum, men í súkklingini fóru bæði Andrass Joensen og Áslakkur Nesá fram um hann í Kaldbak. Gunnar var eisini skjót­ ast­ur í renningini, og kom fyrstur um málstrikuni. Síð­ani kom Andrass, sum var farin fram um Evald, tá teir høvdu runnið 1,5 km. Súsanna var beint aftanfyri teir, og stutt aftan fyri hana kom Áslakkur. Síðstur á mál var Beinir, sum brúkti dagin sum venjing. Til Íslands at kappast Í næstum fara 10 føroyskir íðkarar til Íslands, har tey skulu taka lut í kappingini um íslendska meistaraheitið. Hetta eftir innbjóðing frá íslendska triathlon-sam­ band­­inum. Talan er um fyrstu fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar á Rhodos, har Føroyar avgjørt ætla sær umboðan. Krøvini til lutøtku eru tó munandi herd í mun til tað, sum áður hevur verið galdandi, og tí er longu nú ein neyv venjingar- og kapp­ ingarætlan løgd. Tey, sum fara til Íslands at kappast, eru Evald Ras­mus­ sen, Áslakkur Nesá, Beinir Rasmussen, Gunnar Dahl Olsen, Eil Christiansen og Andrass Joensen, Eyvind Akraberg Hansen, Joan Blá­foss, Súsanna Skylv Sør­ensen og Anna Karina Ottosen. Hugsa longu um oyggjaleikir Súsanna Skylv Sørensen var einasta kvinnan í kappingini, men hon stóð tó einki aftan fyri menninar, tá kappast varð Úrslit, 1/4 Triathlon Navn/partur Svimjing 1. skift Súkkling 2. skift Renning Samlað tíð Gunnar Dahl-Olsen 0:24:15 0:04:49 1:06:54 0:00:47 0:42:35 2:19:20 Andrass Joensen 0:27:43 0:04:12 1:14:50 0:00:39 0:44:16 2:31:40 Evald Rasmussen 0:24:50 0:01:52 1:19:38 0:00:58 0:46:21 2:33:39 Súsanna S. Sørensen 0:22:42 0:02:48 1:21:15 0:00:49 0:46:51 2:34:25 Áslakkur Nesá 0:31:05 0:04:01 1:15:00 0:00:52 0:45:42 2:36:40 Beinir Rasmussen 0:26:00 0:02:07 1:25:36 0:00:42 1:05:02 2:59:27 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 8 5 - 2 - 1 14 9 5 17 2 KÍ 8 4 - 4 - 0 17 8 9 16 3 GÍ 8 4 - 3 - 1 14 8 6 15 4 B36 8 4 - 3 - 1 11 8 3 15 5 HB 8 4 - 2 - 2 22 11 11 14 6 NSÍ 8 4 - 2 - 2 17 11 6 14 7 VB/S 8 2 - 0 - 6 9 25 -16 6 8 Skála 8 1 - 2 - 5 10 11 -1 5 9 B68 8 1 - 2 - 5 7 16 -9 5 10 ÍF 8 1 - 0 - 7 10 24 -14 3