Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 37 Eiðis skúli Kolsvegur 8 · FO-470 Eiði · Tlf. 423579 Fax 423480 · e-mail·skulin@post.olivant.fo heimasíða: www.eidi.fo/skulin/ Eiðis skúli Søkt verður eftir lærarum og stuðulsfóli til Eiðis skúla • 1 fast fulltíðarstarv. Starvið verður sett sum sátt- málasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. • 1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2006/2007 vegna avlopstímar. Starvið er uml. 18 tímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður fastsett í september. • 1 tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburð- arfarloyvi frá 4. septembur 2006 og fyribils til 18. mars 2007. Starvið er fulltíðarstarv. • Stuðulsfólk 20 tímar um vikuna. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv Læraraútbúgving Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønar- flokkunum 18.1 - 27.4. Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrsta- læraranum Tom Joensen á tel. 423579 ella 229045. Umsóknir við c.v. og avritum av prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. mai kl. 15.00. Eiðis skúli Postrúm 29 470 Eiði Eiðis skúli hevur undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin er væl útgjørdur við serstovum, lærarahølum og ítróttahøll og hevur góðar umstøður til næmingar og lærarar. Komandi skúlaár verða 8 lærarar og 72 næmingar í Eiðis skúla. Tøkningur Søkt verður eftir einum tøkningi, at byrja sum skjótast. Arbeiðið umfatar viðlíkahald, rakstur og menning av maskinum og útbúnaði, sum verður nýtt til framleiðslu av fiskaúrdráttum. Maskinurnar, sum verða nýttar til framleiðslu eru á tøkniliga høgum støði. Persónurin vit leita eftir hevur hóskandi tøkniliga útbúgving sum t.d. elektroteknikkari, framleiðslu­ tøkningur ella líknandi. Arbeiðsroyndir innan líkn­ andi arbeiði er ein fyrimunur. Arbeiðstíðin er uml. 40 tímar um vikuna. Løn sambært avtalu. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Klæmint á telefon 594020. Umsóknarfreistin er 6. juni. P/F Faroe Seafood, Tórshavn Vestara Bryggja FO­100 Tórshavn Tlf. 355555 · Telefax 312631 Søkt verður eftir Royndum timburmanni til støðugt arbeiði í Havn. Løn sambært avtalu. P/F Guttesen & Staksberg Tlf. 313495/593497 Innan Almanna- og heilsumálaráðið og stovnum undir tí, við fyribils tænastu á Sambýlunum á Mýrini 4-6 í Hoyvík, er 1 pedagogstarv leyst at søkja frá til setan 15. juni 2006 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og er arbeiðstíðin 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Sambýlini á Mýrini eru heim hjá 10 vaksnum menningargarnaðum búfólkum. Arbeiðið fevnir millum annað um at vegleiða og hjálpa búfólkum í øllum tí, sum tey hava tørv á. At menna hvønn einstakan til at húsast saman í felagsskapi. At skapa trivnað og tryggja búfólkinum menningarmøguleikar og saman við teimum skipa gerandisdagin. Talan er í ein ávísan mun um eldri røktarkrevjandi búfólk. Dentur verður lagdur á, at tann ið sett/ur verður, hevur evni og vilja at samstarva og samskifta við okkara avvarðandi og starvsfelagar, er sjálv- støðug/ur, likamliga og sálarliga væl fyri, flek- sibul, kreativ/ur, dámar væl avbjóðingar, er ágrýtin og opin fyri nýhugsan. Løn- og setanartreytir: Starvið er tænastumannastarv, sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar- málaráðið og lønt stigini 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Nærri fæst at vita um starvið frá leiðaranum á tlf. 211478. Um eingin pedagogur søkir starvið, verður starvið sett við hjálparfólki sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fìggjarmálaráðið. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum v.m. skal sendast til: Sambýlini á Mýrini Att.: Leiðarin Á Mýrini 4-6 188 Hoyvík Umsóknarfreist: 26. juni 2006 kl. 12.00 HeiMarøktin og SerforSorgin serstovnadeildin Pedagogur Stuðulsfólk Søkt verður eftir einum stuðulspedagogi/hjálpara til Sjóvar kommunu at byrja 1. august 2006. Endamálið við stuðlinum er í samstarvi við foreldur og dagrøktarleiðara/ansingarstovn at menna børn við serligum tørvi, ið eru í ansing hjá kommununi. Arbeiðsstaðurin verður í fyrsta umfari í dagrøktar­ heimum og spælistovuni. Tá dagstovnurin letur upp í heyst, verður arbeiðsstaðurin á stovninum. Abeiðstíðin er 20 tímar um vikuna. Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur hóskandi útbúgving ella royndir. Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 447158. Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum verður at senda Sjóvar kommunu í seinasta lagi 1. juni 2006. Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 490 Strendur