Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 Námsliga útbúgvingin Vilt tú vera pedagogur? Nýggjur flokkur verður tikin upp eftir summar­ frítíðina. Umsóknarbløð eru at fáa á Læraraskúlanum (tlf. 313501). Teldupostur:flsk@flsk.fo ella á heimasíðu skúlans: www.flsk.fo Skrivstovan er opin kl. 8.00­16.00. Treytirnar fyri upptøku á námsligu útbúgvingina eru, at umsøkjarin umframt at hava gingið 9 ár í skúla hevur staðið HF­prógv, studentsprógv, hægri handilsskúlaprógv, hevur lærlingaútbúgving, ella kann prógva samsvarandi kunnleika. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur starvast í dag­ ella bústovni í minsta lagi 1/2 ár. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 16. juni. N á m s l i g a ú t b ú g v i n g i n – ein útbúgving fyri lívið – Læraraútbúgvingin Vilt tú vera lærari? Nú er greitt at søkja á Læraraskúlan eftir summar­ frítíðina. Umsóknarbløð eru at fáa á Læraraskúlanum (tlf. 313501). Teldupostur:flsk@flsk.fo ella á heimasíðu skúlans: www.flsk.fo Skrivstovan er opin kl. 8.00­16.00. Treytin fyri upptøku á læraraútbúgvingina er studentsprógv, HF­prógv ella prógv á líknandi stigi. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 16. juni. L æ r a r a ú t b ú g v i n g i n – ein útbúgving fyri lívið – Lærarar til Kollafjarðar skúla Í Kollafjarðar skúla eru 3 størv leys at søkja. Søkt verður eftir: • einum lærara til fast starv við 1200 tímum (fult starv er 1800 tímar). Tann, ið settur verður, kann fáa upp til fulla tíð vegna avlopstímar og niðursett tímatal. • einum lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2006/2007 vegna avlopstímar og niðursett tímatal – tímatalið til hetta starv verður endaliga ásett 1. sept. • einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna barnsburðarfarloyvi at seta frá 14.august 08.2006 til uml. 23. juni 2007. Størvini verða sáttmálasett. Í Kollafjarðar skúla ganga komandi skúlaár uml.140 næmingar í 1. til 9. flokki. 14 lærarar fara at starvast í skúlanum. Kollafjarðar skúli er frá komandi skúlaári ein eitt- sporaður skúli við 9 árgangum. Vit arbeiða í 3 deildum við einum læraratoymi í hvørjari deild. Býtt er soleiðis: 1.-3. flokkur, 4.-6. flokkur og 7.-9. flokkur. Vit arbeiða støðugt við at menna skúlan, og vit sóknast eftir lærarum, ið eru eldhugaðir, samarbeiðshugaðir og fakliga dugnaligir. Vit hava ein lærarahóp, ið røkkur fakliga víða. Vit hava brúk fyri at seta lærarar við ymiskum førleikum. Eisini er tørvur á einum lærara, ið kann átaka sær skúlavegleiðing. Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsókn saman við CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, verður at senda til: Kollafjarðar skúla Botnavegur 2 FO-410 Kollafjørður í seinasta lagi leygardagin 03. juni 2006 kl. 12.00. Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Karin Hammer, á tlf. 30 25 53 ella 22 14 07 ella á teldupostbústaði karin.hammer@skulin.fo Miðvágs- Sandavágs skúli Lærarastørv í Miðvágs- Sandavágs skúla Søkt verður eftir lærarum til Miðvágs-Sandavágs skúla. • 1 lærara í fast starv frá 1. august 2006 • 2 lærarar í tíðaravmarkað fulltíðarstørv skúlaárið 2006/2007 • og1læraraítíðaravmarkaðstarv6-10t/vskúlaárið 2006/2007 hesi trý seinastu størvini eru fyri lærarar í farloyvi, lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar Søkt verður verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfelagarnar á skúlanum kunnu undirvísa og taka lut í dagliga virksemi skúlans • duga at samstarva og vera fyrikomandi • eru fúsir at taka við avbjóðingum og broytingum, sum kunnu menna og skapa virðing fyri skúlanum • seta ein heiður í at vera stundisligir og nærlagdir Umsøkjararnir skulu hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum/ lærugreinaøkjum • 8 tímar serundirvísing við audtisti • gentu- og dreingja ítrótt og svimjing og SI venjing • tónleik, heimkunnleika, motorlæru og smíð Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum. Lønar- og setanartreytir Lærarastørvini verða sett sáttmálasett, uttan so, at tann, sum verður settur, frammanundan er tænastumannasettur lærari. Tímatalið hjá tí eina tíðaravmarkaða starvinum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. september 2006. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi leygardagin 3. juni 2006 kl. 16. Nærri fæst at vita við at skriva, ringja ella koma á tal við Hans Jørgensen, skúlastjóra, 370 Miðvágur. Telefon 33 28 20 – 33 23 18 ella 21 88 20.Teldupostur mss@skulin.fo Miðvágs-Sandavágs skúli húsast í løtuni í trimum skúlabygningum. Fyrsti flokkur í gamla skúlanum í Sandavági, annar – triði og fjórði flokkarnir í skúlanum í Miðvági og fimti – tíggjundu flokkarnir húsast í meginskúlanum á Giljanesi. Skúlabygnaðurinogbygningarnirhavaumfatandinútímansgerð fyri neyðini.Leiðslan og lærarahópurin vóna,at ferð kemur á um- og útbyggingar av skúlanum sum skjótast. Í skúlaverkinum verða 270 næmingar í 15 flokkum. Læraratalið verður 26 komandi skúlaár. Áhugað kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni www. skulin.fo/mss www.sosialurin.fo