Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 39 Alternativ bygging á Norðoyri Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22 des. 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, verður eitt øki á Norðoyri – omanfyri vegin, sunnanfyri bygdina – boðið út til bygging. Boð saman við uppskoti um bygging verða at senda til: Klaksvíkar kommuna Postsmoga 2 FO-700 Klaksvík í seinasta lagi 20. juni 2006. Lendið, sum verður útboðið í fyrstu atløgu, er 6.200 m2, íroknað vegir. Seinni er ætlanin at bjóða enn eitt øki út uppá 7.500 m2, íroknað vegir, til sama endamál. Kommunan ger vegin, sum hoyrir til økið og skilar sær rætt til at selja økið til ein ella fleiri keyparar. Minsti kostnaður fyri lendið er ásettur til kr. 240,- pr. m2. Ætlanin er, at á økinum skulu byggjast tví – ella raðhús í alternativum sniði, sum tó falla væl inn í lendið. Byggingin skal sjálvandi lúka ásetingarnar í verandi byggisamtykt fyri Klaksvíkar kommunu. Eisini skulu atlit takast til verandi umhvørvi. Her verður serliga hugsað um verandi grótgarð sum ætlanin er at byggja uppaftur. Við tilboðnum skal fylgja skitsuuppskot til bygging. Byggiætlanin skal fremjast við byggifreistum: • Byrja í seinasta lagið ½ ár eftir projekt- góðkenning • Ávegis byggifreistir fyri samanhangandi partar av projektinum • Ásett freist fyri endaliga liðugtgerð Verða freistirnar ikki hildnar, verður lendið at lata aftur til kommununa móti mettari samsýning. Áðrenn møguligur sáttmáli verður undirskrivaður, skal fyriliggja váttan frá peningastovni um fígging. Nærri kunning um byggiætlanina og útbjóð- ingartilfar kann fáast við at venda sær til Teknisku Umsiting – Hanus Poulsen ella Berg Viderø á tlf. 410000. Hárfríðkannar­ felagið Aðalfundur verður á Hotel Hafnia 6. juni, kl. 19.00. Møti fjølment (ábit). Nevndin PASS Passframleiðslan fyri alt landið fer fram í Dan­ mark og er passavgreiðslutíðin umleið 2 til 3 vikur. Vinarliga biðið tí um passið í góðari tíð. Umsókn um pass fæst á Fútaskrivstovuni, Smyrilsvegi 20, Tórshavn, á heimasíðuni www.politi.fo og á øllum politistøðunum uttanfyri Tórshavn. Umsóknin kann latast inn við at venda sær persónliga til Fútaskrivstovuna í Tórshavn ella til eina av politistøðunum uttanfyri Tórshavn. Skjøl at hava við, tá pass verður umbiðið: Gamla passið Dóps-, føði- ella navnaseðil og møguligt vígslubræv Nýggja passmynd stødd 35 x 45 mm. Passið skal gjaldast, tá tað verður umbiðið. Persónar millum 18 og 67 ár kr. 400,- Persónar yngri enn 18 ár kr. 115,- Persónar, sum eru fyltir 67 ár kr. 150,- Gjørt verður vart við, at eftir 1. oktober 2004 kunnu børn, sum eru undir 15 ár, ikki longur verða innskrivað í pass hjá foreldrum ella øðrum, og skulu tí hava egið pass. Nærri fæst at vita við at venda sær til Fútaskriv- stovuna, tlf. 351448 ella politistøðirnar. Føroya Landfúti, tann 18. mai 2006 Finn Ougaard fg. Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo Print/Kopi/Skan Svart 20 síður/min Lit 15 síður/min Printar út til kantin USB portur Íroknað patrónir og dreivari Brother Print/Kopi/Skan Svart 20 síður/min Lit 15 síður/min Netkort USB portur Íroknað patrónir og dreivari Fax/Print/Kopi/Skan Svart 20 síður/min Pappírsbakki til 250 ørk USB og paralell portur Íroknað tónari og dreivari 5.375,- 875,- 1.975,- DCP-340CW MFC-8440 DCP-115C Aðalfundur hjá Cøliakifelag Føroya verður í MBF húsinum 27. mai kl. 10.00. Skrá sambært lógini. Nevndin