Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 Lærarastørv í Tofta skúla Við Tofta skúla eru 3 tíðaravmarkað lærarastørv, fulla tíð, at søkja skúlaárið 2006/2007. Eisini er eitt tíðaravmarkað lærarastarv við uml. 10 tímum at søkja. Endalig tímaáseting av hesum starvi verður ásett eftir 1. september 2006. Størvini verða sett frá 1. august 2006. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fìggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. 1 starv fulla tíð, har umsøkjarin skal kunna átaka sær: • flokslærarauppgávu í 4. flokki. • rokning og kristni í 4. flokki • danskt í 5. flokki • serligan tørv 1 starv fulla tíð, har umsøkjarin skal kunna átaka sær: • rokning í 3. flokki • náttúru/tøkni • danskt í 8. flokki • ítrótt í barna- og framhaldsdeildini • serligan tørv 1 starv fulla tíð, har umsøkjarin skal kunna átaka sær: • danskt og ítrótt í 6. flokki • landalæru, lívfrøði og kristni í 8. flokki • danskt í 10. flokki • tónleik í framhaldsdeildini • serligan tørv 1 starv við uml. 10 tímum, har umsøkjarin skal kunna átaka sær: • handaligar lærugreinir í 7. flokki • serligan tørv Vit seta í løtuni fokus á: • virðisgrundarlagið fyri Tofta skúla • um- og útbygging, væntandi liðugt 2008 • undirvísingarpartarnar sum sjálvstýrandi toymi Vit vænta at tú: • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert virkisfús/ur og er hugað/ur fyri toymissamstarvi • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samstarvandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini frá Maritu Dalsgaard, skúlastjóra á tlf. 447332 og 747765 ella Olaf Magnussen, varaskúlastjóra á tlf. 447332 og 270963. Tofta skúli Postboks 41 FO-650 Toftir Tofta skúli hevur komandi skúlaár um 190 næmingar og um 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/tof