Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 97 - 22. mai 2006 Fleiri enn 150 fólk vóru møtt í Samljóð í Skop­un leygardagin, har skipað var fyri kunn­andi fundi um ein møguligan und­ir­ sjó­vartunnil til Sand­ oynna UNDIRSJÓVARTUNNIL Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fyrst kom Vágatunnilin, síð­ ani kom Norðoyartunnilin og triðji undirsjóvartunnilin í røðini verður møguliga Sand­ oy­ar­tunnilin. Leygardagin høvdu teir báðir Ingimar Thom­sen og William Sand Davidsen skipað fyri kunn­ andi fundi í Skopun, har ein rúgva av fólki úr Sandoy og eisini Suðuroy vóru upp­ møtt. Tvær linjuføringar Við á fundinum vóru Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norð­oya- og Vágatunlinum, Oyvindur Brimnes frá Lands­ verki og Svein Kristiansen, stjóri í NCC í Føroyum, sum allir høvdu hvør sítt inn­legg. Á fundinum vóru tvey ymisk uppskot um linj­u­før­ ingar løgd fram; Landsverk átti annað uppskotið og NCC hitt. Linjuføring­in hjá NCC var níggju kil­o­metr­ar, og gekk hon um Goml­urætt og Kirkju­bø fyri síðani at fara suður um fjørðin. Í upp­ skotinum hjá Lands-verk­ið var linjuføringin hara­ft­ur­ í­móti 12 kilometrar, og gekk hon meiri vestur um enn uppskotið hjá NCC; frá Velbastað, yvir móti Heysti og síðani suður um. Nevnd skal setast William Sand Davidsen var annar av teimum, sum skipaði fyri fundinum leyg­ ar­dagin, og hann var bara væl nøgdur við fundin: - Fund­urin var ætlaður sum ein kunnandi fundur, og góða luttøkan boðar frá, at fólkið er sera spent upp á ein tunnil. Tað sást eisini aftur í tí, at fleiri suðuroyingar vóru møttir upp, so fólk eru sera spent allastaðni her sunnan fyri, staðfestir William Sand Davidsen, sum í eini síðstu viðmerking segði, at av tí, at talan var um ein kunnandi fund, so var ongin endalig niðurstøða gjørd, men at ein nevnd verður sett arbeiða við fyr­i­reikingunum í næstum. Stórur áhugi fyri tunli til Sandoy Alfred Olsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu vóru millum fundarluttakararnar Ein partur av panelinum til fundin; Dávur Reinert Hansen, Heini Eysturoy og Svein Christiansen Eini 150 fólk vóru savnað til fundin í Samljóð í Skopun leygardagin