Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 22. mai 2006 3 www.autoservice.fo tel. 345400 Auto Service Dugir tú at selja nógvar bilar? Virksemið veksur í hvørjum og okkum tørvar eitt fólk á bilasøluni. Starvið, ið spennir um nærum allar tættir av søluarbeiði, er avbjóðandi og fjølbroytt. Auto Service umboðar bilamerkini Nissan, Opel, Peugeot og Saab, ið teljast millum best seljandi merkini í Europa. Vit tryggja, at sølufólkini fáa dagførda vitan um ymisku bilamerkini, soleiðis at støðið fyri bestu ráðgevingini til viðskiftafólk okkara er til staðar. Hinvegin skal sølufólki sjálvt, við vitan og ídni, gera seg uppibornan til tað álit, ið skal til, fyri at selja ein bil. Ikki bert tað einu ferðina. Vit vilja fegin at tey koma aftur. Tað er ein avgjørdur fyrimunur um tú hevur áhuga fyri bilum og tí, ið fyriferst innan bilaheimin. Kanska hevur tú eina verkliga bakgrund sum bilamekanikari, men tað er eingin treyt. Hinvegin leggja vit dent á, at sølufólk okkara vita nærum alt, ið er vert at vita um bilar; tøkniliga eins væl og um hentleikarnar við ymisku bilamerkjunum. Sølufólkini á bilasøluni eru lønt sambært sáttmála, partanna millum. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Árna Rasmussen, tlf. 345400. Er hinvegin einki at ivast í, sendir tú beinan vegin eina umsókn, við møguligum prógvum og viðmælum til: Auto Service Att.: Árni Rasmussen Við Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Evstamark at senda umsókn er 29. mai 2006