mánadagur 22. mai 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 97 - 22. mai 2006
Hvør skuldi trúð tí?
Fimm trøll ella ódjór,
hvat teir nú eru, fóru
avstað við sigrinum í
Athen leygarkvøldið.
Finnland fekk ferð
eftir ferð hægsta
stigatalið, og tá
stigateljingin var
hálvrunni, var úrslitið
longu klárt.
292 stig – hægsta
stigatal higartil í
søguni hjá Grand
Prixinum
Tónleikur
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
100 milijónir hyggjarar
úr øllum heiminum sótu
leygarkvøldið frammanfyri
sjónvarpinum og hugdu at
teimum 23 framførðslunum
í Melodi Grand Prix.
Nógv varð gitt og veddað
áðrenn hvør mundi fara
at vinna. Og nógv vóru
sannførd um, at Grikkaland
aftur fór at vinna í ár, meðan
onnur roknaðu við, at
vinnaramaskinan Carola fór
at fara heim við sigrinum.
Men tey ´foru skeiv.
Grikkaland kom á nígginda
og Svøríki á fimta pláss.
Eisini Russland, ið hevði eina
sera spennandi framførðslu
við einum fólki, sum kom
úr pianoinum, mátti lúta fyri
trøllunum úr Finnlandi.
Heili 44 stig vóru á
muni millum nummar eitt
Finnland og nummar tvey
Russland.
– Hetta hava vit bíða eftir í
40 ár, segði ein glaður Mister
Lordi á tíðindafundinum
aftaná sigurin. Hann er tann
einasti í bólkinum, sum kan
tosa. Hinir hava maskir,
ið gera, at teir ikki kunnu
tosa.
Finnland hevur luttikið í
kappingini í 40 av teimum
51 árunum, kappingin hevur
verið, men er ongantíð
fyrrenn nú komið millum
tey fimm bestu. Besta
úrslitið áðrenn hetta var
eitt sættapláss í 1973 við
sanginum »Tom, Tom,
Tom«.
Rómurin var stórur í
Finnlandi, og á barrum og
diskotekum varð sigurin
feiraður alla náttina.
Longu nú eru finsk bløð
farin at spekulera í, hvar
Grand Prix skal verða næsta
ár. Vanliga er tað í teimum
størstu býunum í landinum,
og eru Helsingfors ella Åbo
nokk staði,ð har kappast
verður næsta ár.
Danmark á 18 plássi
Sidsel Ben Semmane, ið
umboðaði Danmark, gekst
tað ikki so væl hjá. Hon
kom á 18. plássi við einans
26 atkvøðum. Eitt sindur
órættvíst, eftirsum tann
unga Sidsel hevði eina flotta
framførslu. Einastu londini,
sum góvu Danmark atkvøður
vóru grannalondini, Svøríki,
Finnland, Noreg, Estland og
Ìsland. Hetta hevur við sær ,at
Danmark ikki fer beinleiðis
til finalu næsta ár, men má
kappast í hálvfinaluni fyri at
koma víðari til finaluna.
Noreg, sum hevði ein
ógvuliga róligan sang, kom
á 14. plássi og Svøríki kom
sum nevnt á eitt fimta pláss.
Carola var ikki nøgd við
úrslitið, og vísti tað gjøgnum
at ikki luttaka á veitsluni, ið
var aftan á kappingina.
Vakur pallur
Sjálv kappingin var sera
vælgjørd og pallurin var
ómetaliga flottur. Serliga tá
Bosnia&Herzegovina komu
á pallin, varð víst, hvussu
ómetaliga vakur hann
gjørdist við stjórnuhimli, ið
umringaði tey luttakandi.
Vertirnir,
Maria
og
Sakis, sóðu út sum klipt úr
sendingini »Will & Grace«.
Maria skifti kjóla eini 5-10
ferðir. Summir sótu perfekt,
aðrir vístu eitt sindur ov nógv.
30 miljonir krónir segði
svenski sjónvarpsmaðurin,
at allir hennara kjólar skuldu
haft kostað.
Ballið yvirstaðið
Nú er so yvirstaðið fyri í ár.
Næsta ár hopa vit at hetta
rák við ódjóradraktum ikki
skal fáa festi, og at vit síggja
andlitini á teimum, sum
syngja og vinna.
3ETHÞSATRYGD FAMILJUTRYGD VANLUKKUTRYGD BILTRYGD FER¡ATRYGD 6IT GEVA TR BESTU RÉ¡INI lNNA BESTU LOYSNINA NKTA TÓN TRV 6IT HUGSA UM TRYGGINGAR (UGSA TÞ BARA UM ALT MGULIGT ANNA¡
+ ) + ( 3
2).'