mánadagur 22. mai 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 22. mai 2006
5
Í ár eru liðin 50 ár
síðani Tórshavnar
Kommunuskúli varð
vígdur 2. september
1956. Hetta fer ikki
aftur við borðinum
uttan markeringar.
Hátíðarhald
Orð/mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Ein slík markering var
gjørd fríggjakvøldið, tá ein
serstøk hátíðarkonsert varð
hildin í Auluni, sum annars
hevur hýst so mongum øðrum
tónlistarligum tiltøkum hesa
hálvu øldina.
Hetta kvøldið vóru tað
børnini og tey ungu, sum
settu sín dám á konsertina.
Bæði við sangi, upplestri og
ikki minst tónleiki framførdu
tey fleiri løg sjálvi – og
lutvíst saman við lærarum
skúlans.
Millum verkini sum vórðu
framførd var “Fedranna
Tala” sum Heðin Brú yrkti
til vígsluna.
Nú – 50 ár seinni – var tað
eitt barnakór, lærarakór og
Skúlaorkestur Tórshavnar
Kommunuskúla
sum
framførdi hetta megnar
verkið, sum Hans Jacob
Højgaard hevur gjørt lagið
til.
Við í kórinum var eitt stórt
tal av børnum, sum Andrea
Heindriksdóttir hegnisliga
leiddi. Saman við teimum
vóru fleiri strúkarar og
blásarar. Sanglestrinum stóð
kenda songkvinnan Kristel
Lisberg fyri, saman við
Rakul Thomsen.
Aulan
í
Kommunu-
skúlanum var fullsett við
hetta høvið.
Nógvir munnu
teir bilførarar
vera, sum hvønn
einasta morgun
um 8-tíðina hava
ilskast inn á longu
bilkø’ina í Hoydølum.
Tórshavnar
kommuna fer nú
at gera nakað við
trupulleikan, og
einaferð komandi
ár verður ein
rundkoyring veruleiki
her.
Ferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn:Ætlanin
við
rundkoyringini er gomul,
men er ikki vorðin minni
neyðug sum árini eru gingin
og ferðslan vaksin dag frá
degi.
Býráðið hevði á fundi
hósdagin hetta málið til
viðgerðar, nú avtala verður
gjørd um gerðabýti við ein
av jarðareigarunum við
rundkoyringina. Talan er um
eitt 400 fermetrar stórt øki.
At gera eina tílíka
rundkoyring
er
ein
landsuppgáva, men sum
skilst er eingin loysn enn
funnin á hesum higartil til
dags. Ikki fyrrenn nú, ið
kommunan sjálv fer undir
hetta.
Tað eru nógv sum hava
irriterast inn á bilkø’ina her
– eisini borgarar í Havnini.
Tí verður nú av álvara farið
til verka við hesi ætlanini,
sum fer at verða øllum
teimum koyrandi at gagni.
Arbeiðið fer at taka ein
stóran part av komandi
ári.
Annars verður arbeitt
við eini aðrari ætlan um
at gera ein uttara ringveg
inn í Havnina. Alt hetta fer
at lætta um hjá ferðsluni.
Hinvegin er ikki óhugsandi,
at ein beinanvegin má fara
undir fyrireiking av øðrum
loysnum, við teirri ferð sum
talið av bilum økist dag frá
degi.
Kommunuskúlin
Fedranna tala fimmti ár seinni
Kór og orkestur úr skúlanum settu dám á hátíðarhaldið fyri skúlanum sjálvum
Umsíðir kemur rundkoyringin í Hoydølum
Rundkoyringin í Hoydølum kemur ´´i tøkum tíma
Mynd: Jens Kr. Vang
Skerdur flutningur hjá kalsoyingum
Fyrstu dagarnar
av komandi viku
verður eingin
flutningur av bilum
til Kalsoynna. Sam
er enn á sleipistøð og
Ternan skal sigla um
Skopunarfjørð.
Samferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kalsoy: Frá í dag og fram til
mikudagin siglir Alfa Pilot
í Kalsoynna. Av hesi orsøk
verður ongin flutningur av
bilum millum Kalsoynna
og
meginlandið
hetta
tíðarskeiðið.
Orsøkirnar til hesar
broytingarnar í ferðaætlanini
hjá Strandferðsluni er,
at Teistin skal í dokk
mánadagin. Tí verður Ternan,
sum í løtuni siglir fyri Sam,
flutt av Kalsoyarleiðini til
Sandoyarleiðina.
Sam skuldi eftir ætlan
verið liðugur á beding
sunnukvøldið, men av tí at
arbeiði er komið afturat,
verður hann ikki settur í
sigling fyrr enn hósdagin
– Kristi Himmalsferðardag.
Strandferðslan
hevur
annars gjørt avtalu við
Dragaberg um flutning av
farmi til Kalsoynna.
Kalsoyingar fáa ikki bilin úr Klaksvík hesar komandi dagarnar