mánadagur 22. mai 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 97 - 22. mai 2006
Í framtíðini fer at
verða høvið hjá
bókmentafrøðingum,
listafólkum og øðrum
borgarum at vitja í
nýggjum Heinesen-
savni í havn. Hetta
savn skal hýsa øllum
tí rúgvismikla
tilfarinum sum mæta
skald okkara William
Heinesen legði eftir
seg.
Mentan
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Tórshavnar býráð
hevur nevniliga tikið undir
við at ein óheftur grunnur
verður settur á stovn, sum
skal reka eitt slíkt savn.
Við til ognina hoyra
sethúsini, eitt hoyggjhús/fjós
og so “hyttan”, har William
vanliga sat og skrivaði.
Grunnurin, sum í framtíðini
skal eiga ognina á Varðagøtu,
fer at fáa eina eginogn
uppá 275.000 kr., eins og
kommunan letur ein stuðul
uppá 800.000 kr. til at gera
ognirnar í hóskandi standi.
Haraftrat veitir kommunan
eina bindandi játtan um ein
árligan rakstrarstuðul uppá
50.000 kr. og rindar eitt
møguligt hall uppá 50.000
kr. um árið tey komandi 10
árini.
Hinvegin er eisini samband
fingið við donsku fyritøkuna
Velux, sum vanliga selur tøk
og vindeygu, men sum fegin
vil stuðla einum slíkum savni
og grunni við peningi.
Arvingarnir hava eisini
verið fegnir um hetta stigið,
tí soleiðis kann alt tað sum
finst í húsinum av søguligum
verkum, lutum og bókum
verða varðveitt.
Húsini hjá Williami Heinesen
í Varðagøtu verða nú til savn
mynd: Jens Kr. Vang
Í gjár endaði
umhvørvisvikan
í Havn. Fleiri
tiltøk vóru um
vikuskiftið, m.a. við
ruddingartiltaki
og útflýggjan av
plantupakkum til
havnarborgarar.
Umhvørvi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: : Kl. 10 leygar-
morgunin sást ein long kø
av fólki standa og bíða úti
á Skálatrøð. Øll høvdu tað
sama fyri eyga: At fáa ein
plantupakka útflýggjaðan.
Í pakkanum vóru fimm
ymiskar berrótaplantur,
sum tí mugu setast niður
beinanvegin.
Planturnar eru álíkar teimum
sum vórðu útflýggjaðar í
fjør.
Samstundis sum fólk kundu
fáa plantupakkan í Havn, var
møguligt at gera tað sama hjá
umsjónarmonnunum í hinum
bygdunum í kommununi
– Kollafirði, Nólsoy og úti
í Hesti.
Tær fimm planturnar eru
sløgini Aronia, Weigela,
Bálu Kotoneastir, Hyll og
Bjarkar Spirea.
Nýtt savn fyri Williami Heinesen
500 plantupakkar til fólkið
Tey standa so trúfast í kø og bíða eftir einum av teimum 50 0 plantupakkunum
Gásadalur fær eisini gøtunøvn
Um stutta tíð verður ikki
longur neyðugt at siga húsini
hjá Karli, Dávuri ella Dagny
í Gásadali. Nú skulu bæði
Gásadalur og Mykines hava
gøtunøvn og gøtunummar.
Hetta er eitt av málunum,
sum Matrikulstovan hevur
sett sær fyri. Og hesi áheitan
ætlar Sørvágs kommuna sær
eisini at fylgja.
Á seinasta fundi sínum
samtykti bygdaráðið tí at
seta niður tvær nevndir at
taka málið upp við setan
av gøtunøvnum fyri tær
báðar vestastu bygdirnar í
kommununi.
Í nevndina, sum skal
fyrireika hetta í Mykinesi
vórðu valdir: Steingrím
Abrahamsen
sum
er
formaður, og Oskar Joensen
og Jákup í Løðu.
Nevndin fyri Gásadal er
mannað við hesum monnum:
Gutta Petersen sum er
formaður, og Dávur Joensen
og Solberg Henriksen.
Um stutta tíð fáa hesar
báðar lítlu bygdirnar eisini
gøtunøvn.
-SB
OSR á Tvøroyri skal taka sær
av møguligum oljudálkingum
við boringarnar í summar
Um
ólavsøkumundið
fer Statoil at gera boringar
í føroyskum sjóøki. Til
hetta krevjast nógv ymisk
viðurskifti at vera í lagi, m.a.
tilbúgvingin um oljudálking
verður í havinum.
Í Føroyum finst eitt felag
sum hevur serkunnleika
til hetta, og tað er OSR
(Oilspill Response Faroes)
á Tvøroyri. Við boringarnar
hjá Statoil í summar verður
tað hetta felagið sum skal
hava tilbúgvingina um
hendi. Enn er sáttmálin
kortini ikki undirskrivaður,
men verður tað ein av allar
fyrstu døgunum, skilst.
Hetta eru góð tíðindi
hjá
stjóranum,
Paula
Einarsson.
– Ein slíkur sáttmáli
betýðir alt fyri okkum. Uttan
sáttmálar kann OSR ikki liva,
sigur hann við Portalin.
Í løtuni er støðan hon,
at teir ikki hava so nógvar
aðrar sáttmálar, og tí kom
hesin komandi sáttmálin við
Statoil væl við.
– At vit nú hava fingið
henda sáttmálan kann hava
við sær, at onnur fáa eyguni
upp fyri okkum. Tí er ikki
óhugsandi, at vit fara at
fáaenn fleiri sáttmálar,
sigur ein bjartskygdur Pauli
Einarsson.
-SB
Olja:
Føroyskt felag standa fyri tilbúgvingini
Pauli Einarsson, stjóri á OSR