Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 22. mai 2006  Sunnukvøldið var kvøldseta í skúlanum á Skála. Kvøldsetan hevur verið afturvendandi tiltak á Skálastevnuni tey síðstu árini SKÁLASTEVNA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Sunnukvøldið klokkan 20 var kvøldseta í skúlanum á Skála. Hetta var endin á einari heldur miseydnaðari bygdastevnu á Skála. Veðr­ ið var sera vánaligt í viku­ skiftinum, og tað ávirkaði bygdastevnuna sera nógv. Fleiri tiltøk vórðu avlýst, millum annað kappróðurin og formuladysturin sunnu­ dagin. Emil Jacobsen skipaði fyri kvøldsetuni. Hon byrjaði við, at Oluf Djurhuus kom at greiða frá sínum barna- og ungdómsárum. Hann vísti millum annað á, at hó­ast summi foreldur siga við børn síni, at tey skikkaðu sær nógv betri, tá ið tey vóru børn, so vóru børn ikki petti frægari tá. Tey vóru líka illa­ vorðin at skulka og gera for­ treð, heldur Oluf. Brøðurnir Poul Esper og Búgvi Jacobsen sungu nakrar sangir. Teir spældu báðir gittara og sungu kendar sangir og onkran, sum teir sjálvir hava gjørt. Magni Poulsen var næst­ur á pallinum. Hann skuldi undirhalda við sín­ um „one-man show“. Lát­ ur­in rungaði, tá ið hann hermdi eftir gøtumonnum, mikladalsmonnum, Jónsvein Bech og øðrum. Eftir ein lítlan steðg, har kaffi og køkur vóru at fáa, fór Hilmar Kass at greiða frá sigling undir seinna heims­ bardaga. Hilmar dugdi væl at greiða frá, og áhoyrarnir lurtaðu áhugaðir. Hilmar greiddi millum annað frá, at hann hevði skotið eftir einum flogfari, sum fleyg lágt yvir bátin, men hann rakti ikki. - Eg eri glaður fyri, at eg ikki rakti, tí at flogfarið kom ikki aftur. Vit vistu heldur ikki, um tað var ein týskari ella onglendingur, tí at tað sást ikki munur á flogførunum, segði Hilmar Kass. Til seinast sungu tveir ungir menn úr Meinigheitshúsinum á Skála nakrar sangir úr Missiónssangbókini, áðrenn áhoyrarnir aftur fóru hvør til sítt. Í vikuskiftinum var møtirøð við Trev Gregory í Meinig­ heitshúsinum í Havn. Leygardagin hevði hann eitt bønarskeið HEIMAMISSIÓNIN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ungdómsnevndin í Meinig­ heitshúsinum í Havn skipaði í vikuskiftinum fyri møtirøð við Trev Gregory. Hann hevur verið fleiri ferðir í Føroyum og talað fyrr. Mill­um annað var hann og talaði til ta nógv umrøddu mansleguna í fjørheyst. Trev arbeiðir fulla tíð sum ráðgevi hjá ymiskum kristnum felagsskapum, og so ferðast hann víða um sum talari. Føroyingar komu at kenna hann á einari stórari kristiligari ráðstevnu kallað „Missionkongres“. Heimamissiónin sendi eitt ferðalag við nógvum ungfólki til ráðstevnuna. Reimund Langaard hevur fingið Trev Gregory upp til Føroyar tær ferðirnar, hann hevur verið her. Reimund sigur, at hetta er fimtu ferð, at Trev Gregory er í Føroyum, og honum dámar sera væl í Føroyum. Spurdur, hví Trev verður biðin aftur og aftur at koma til Føroyar, sigur Reimund, at hann hevur framúr eginleikar at tala. – Trev dugir á ein serligan hátt at gera tað áhugavert at lurta eftir sær, um hann so talar í 1-2 tímar. Hann nýtir kropsmál, skemtiligar søgur og upplivingar úr sínum egna lívið til at bera fram boðskapin um Jesus. Honum dámar væl í Føroyum, og okkum dámar væl at hava hann ímillum okkum, og at hoyra hann tala, sigur Reimund Langaard. Undirtøkan fyri møtirøðini var sera góð. Millum 130 og 200 fólk vóru til møtini um kvøldið, og 70 fólk vóru til bønarskeiðið. Trev segði, at hann hevur ongantíð upplivað so nógv luttakandi til eitt tílíkt skeið. Hugnalig kvøld­seta á Skála Nógv fólk til møtir við Trev Gregory Trev Gregory fyrireikar seg til møtið mynd: www.mission.fo Magni Poulsen undirhelt á kvøldsetuni á Skála Høgni Hoydal um Sandoyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata vera Í Útvarpinum sunnudagin segði Svein Christiansen, stjóri í NCC, at tunnilin til Sandoynna fer helst at kosta eitt stað ímillum eina hálva og heila milliard. Hóast tað heldur Høgni Hoydal, at vit eiga fara undir ætlanina beinanvegin: – Ongin ivi er um, at hetta er ein stór íløga, men eg haldi, at spurningurin er ikki, um vit hava ráð til eina íløgu av hesum slagnum, men heldur er spurningurin, um vit hava ráð at lata vera, heldur Høgni Hoydal. Tað var, tá í tjóð­veld­is­ flokkurin í samgongu, at ætlaninar um undir­sjóv­ artunlarnar vóru gjørd­ar, og tá var tunnilin til Sand­ oynna tann triðji í røðini. Nú er tað so vorð­ið so mikið ítøkiligt, at kunn­andi fundur hevur verið og ein nevnd verð­ur sett at arbeiða við fyri­reikingunum. Við tunlinum verður Sand­oyggin ein partur mið­staðarøkinum, og mið­punktið verður flutt. Sambært Svein Christi­ ansen verður koyrandi til Sandoynna um fimm og eitt hálvt ár, og tá so verður, sær Høgni Hoydal sær Sandoynna sum eina oyggj við eini bjartari framtíð og stórum potentiali. RWD Hilmar Kass greiddi frá, hvussu tað var at sigla undir seinna heimsbardaga