Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 97 - 22. mai 2006 UTTAN ÚR HEIMI Stutt sagt Ikki færri enn 40 altjóða fel­øg eru til reiðar at fara til Irak fyri at fáa lut í lands­­ ins oljuvinnu, men fel­­øgini noyðast at bíða, til iraksku politikararnir hava sam­tykt eina nýggja lóg um olju­ vinnu, skrivar Aften­posten. Higartil hava kanningar av­dúkað, at Irak hevur meiri enn 100 milliardir tunnur av olju í undirgrundini, men tað er ikki óhugsandi, at tann veruliga nøgdin er tvær ferðir so stór. Tey sein­astu nógvu árini hava kríggj og ófriður darvað iraksku olju­ vinnuni, men nú er líkt til, at vinnan kann fáa frið at virka. Tí er tann útlendski áhugin so stórur, skrivar Dags­avisen. Statoil skrivaði longu í okto­ber í fjør undir eina sam­starvsavtalu við mynd­ug­ leikarnar í Bagdad. Í fyrsta lagi ætlar Statoil at dúva upp á verandi olju- og gass leiðir við at útvinna einar 100.000 tunnur av olju um dagin, men felagið fer møguliga eisini at leita eftir nýggjum leiðum. Tann umstríddi eysturríkski politikarin Jörg Haider hevur lagt frá sær sum for­ maður í flokkinum BZÖ, sum hann stovnaði í fjør. Haider var fyrr formaður í Frælsisflokkinum, men noyddist at fara frá eftir innanhýsis ósemju. Síðani hevur hann roynt at leggja sjógv ímillum BZÖ og tey víðgongdu sjónarmiðini hjá Frælsisflokkinum, men tað tykist ikki hava borið frukt. Í hvuss u er vísir ein nýggj meiningakanning, at bara trý prosent av veljarunum styðja flokkin, og tað fekk Haider at leggja frá sær um vikuskiftið. Eysturríki, sum hevur for­ mans­skapin í ES í løtuni, arbeiðir við at fáa londini at samtykkja eina skipan, sum skal bera í sær, at ES- borg­arar, sum verða dømd­ ir fyri lógarbrot í einum av lima­londunum, skulu hava rætt til at sita dómin í heim­ landinum, vilja teir tað. Úr Bruxelles verður sagt, at ES-londini taka undir við prinsippinum í eysturríkska uppskotinum, men at summi lond ivast, tí tað er munur á revsilógini frá einum landi til annað. Tað merkir millum annað, at er ein persónur dømdur fongsulsrevsing fyri eitt lógar­brot, sum ikki gevur fongsulsrevsing í heimlandi hansara, kann hann ikki latast heimlandinum. Herfyri samdust ES-lond­ ini um at gera eina avtalu við Noreg og Ísland um at flýggja hvør øðrum fólk, sum eru skuldsett ella undir illgruna fyri okkurt brotsverk. Tað ber millum annað í sær, at eydnast tað einum skuld­ settum ís­lendingi at flýggja úr Íslandi til okkurt av ES- lond­unum, kann hann send­ ast aftur til Íslands, so hann hann koma fyri rættin har. Teir iraksku politikararnir, sum loksins eru vorðnir samdir um at skipa stjórn, eru á einum máli um, at tað týdningarmesta málið júst nú er at fáa enda á ófrið­ inum, men teir kunnu ikki semjast um, hvør skal hava ábyrgdina av trygdini. Ósemjan ímillum flokk­ arnar ger, at landið hevur framvegis ikki fingið nakran ráðharra í trygdarmálum. Vælvitandi keldur siga við Reuter, at innast inni hava ráðharrarnir úr teimum ymsu flokkunum ikki fult álit á hvør øðrum, og tað ger, at teir aftra seg við at lata ein ávisan ráðharra um­sita trygdarmálini, tí tað verður í stóran mun hann, sum ger av, hvørjir irakar kunnu bera vápn. Tað eru serliga sunnimuslimarnir, sum eru ímóti at lata ein shiamuslim umsita trygd­ ar­mál, tí teir bera ótta fyri, at hann fer at geva shia­ muslimskum bólkum loyvi at bera vápn. Amerikanskir talsmenn hava sagt, at nú Irak hevur fingið eina stjórn, kunnu irakar og amerikanarar tosa um, nær USA skal fara undir at taka sínar hermenn heimaftur, men eygleiðarar siga, at tað er púra burturvið at tosa um afturtøku, so leingi irakar ikki kunnu semjast innanhýsis. Irakar ikki samdir enn Sita dómin heima Haider frá Statoil til Irak Leiðarin í katólska felagsskapinum Opus Dei biður fyri Tom Hanks og hinum leikarunum í filminum „Da Vinci Gátan“ Da Vinci Gátan Árni Joensen fartekst@mail.dk Javier Echevarria Rodriguez, biskupur, leggur Tom Hanks og hinar leikararnar í film­in­ um undir guðss pottan, og tí er hann farin at biðja fyri teimum og høvundinum Dan Brown, sum hevur skrivað bók­ina um Da Vinci-gát­una. Biskupurin viðgongur, at hann hevur ikki lisið ta nógv umrøddu bókina, og at hann hevur heldur ikki sæð filmin. Kortini er hann sera harmur um ta mynd, sum bókin og filmurin geva av Opus Dei, og eftir hansara áskoðan er tað neyðugt at biðja fyri Tom Hanks og hinum leikarunum. – Eg biði fyri Dan Brown hvønn einasta dag og eisini fyri teimum, sum hava gjørt filmin, sigur Javier Eche­ varria Rodriguez, biskupur, og leggur afturat, at bókin og filmurin eru talandi dømi um, at samfelagið hevur tørv á sambandi við heilagar maktir. Fleiri lond hava gold­ ið irakskum burt­ur­ flytarum nógv­ar peng­ ar í loysigjaldi fyri at fáa teir at lata gíslar leysar Loysigjald Árni Joensen fartekst@mail.dk Ein altjóða sáttmáli sigur, at lond eiga ikki at rinda loysi­ gjald fyri fólk, sum verða burt­urflutt, men sambært bretska blaðnum The Times skulu burturflytararnir bara leggja seg eftir at ræna fólk úr teimum røttu londunum, tí so kunnu teir vera rættiliga vísir í at fáa væl av pengum burturúr. Eftir øllum at døma loys­ ir tað seg serliga væl at burt­ur­flyta týskar, franskar og italskar ríkisborgarar, tí sambært The Times hava tey trý londini goldið burtur­ flytarum í Irak 250 milliónir krónur í loysigjaldi, sjálvt um stjórnirnar í teimum trimum londunum avsanna tað. Eftir teimum upplýsingum, sum blaðið hevur fingið fatur á, hevur Frakland goldið 146 milliónir krónur fyri tríggjar franskar ríkisborgarar, It­alia 64 milliónir fyri tveir av sínum borgarum og Týsk­ land 47 milliónir fyri tríggjar av sínum. Prísurin fyri hvønn gísla hevur ligið ímillum 14 og 58 milliónir krónur, skrivar blaðið. Vesturlendskir diplomatar ilskast inn á stjórnirnar í París, Berlin og Rom, tí teir halda, at tær eru alt ov skjótar at slaka, og at tað hevur eggjað yvirgangsmonnum í Irak til at ræna vesturlendingar. – Á pappírinum standa vit saman, men tað er líkt til, at nakrar stjórnir hava goldið loysiogjald, sigur ein týðandi diplomatur við The Times. Sambært blaðnum er eisini illgruni um, at Svør­ íki, Jordan, Turkaland og Rumenia hava goldið loysi­ gjald fyri gíslar í Irak. Burturflytarar hava fingið 300 mió. í loysigjaldi Hesir báðir týskararnir vórðu burturfluttir í Irak í mars. Sambært The Times rindaði Týskland loysigjald fyri at fáa teir leysar Biskupur í bøn fyri Tom Hanks Leiðarin hjá Opus Dei sigur seg biðja fyri Tom Hanks hvønn einasta dag