mánadagur 22. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 22. mai 2006
Í næstum fer Týr á
konsertferð í Týsk
landi, Eysturíki og
Sveis, og eins og hjá
Einari á Orminum
Langa, verður tað við
sergjørdum vápni í
hond, at Heri Joensen
gittarleikari og sang
ari í Týr fer undir at
leggja Evropa fyri
sínar føtur. Vápnið
er ein heilt serligur
føroyskt smíðaður
gittari, ið ikki er sum
nakar annar gittari í
heiminum
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá Heri Joensen í næstum
við Týr fer á konsertferð í
Týsklandi, Eysturríki og
Sveis, verður tað við einum
spildur nýggjum sergjørdum
gittara frá Peturi Magnusi
Bjarnastein í hond. Hetta er
ikki ein heilt vanligur gittari,
men ein sjeystreingjaður gitt
ari við 29 bondum og heilt
óvanligari skala longd. Stutt
sagt ein heilt serligur gittari,
ið gevur Hera møguleikar at
røkka longri á tónaskalanum
enn nakrantíð áður.
Gittarar til føroyska
tónleika kremið
Petur Magnus Bjarnastein,
ið eigur Simme Musikhús í
Havn, hevur seinastu 12 árini
sniðgivið og gjørt gittarar til
føroyska marknaðin. Millum
viðskiftafólkini eru menn
sum Jens Marni Hansen,
Hans Ravnsfjall, Benjamin
Petersen, Rói Christiansen
og Hjalti Joensen, og nú eis
ini Heri Joensen í Týr.
Sum at hava 8
streingir
Hesin gittarin er gjørdur eftir
ynski frá Hera. Uppgávan
var rættiliga bundin, greiður
Petur Magnus Bjarnastein
frá. Heri kom inn og bílegði
ein gittar, ið hevði 7 streingir
og 29 bond, hetta skal síggj
ast í mun til vanligar gittarar,
ið hava 6 streingir og 24
bond. Eisini skuldi gittarin
kunna brúkast heilt upp á
ovastu bondini.
Vanliga verða bondini so
tøtt, tá tey eru so nógv. At
tú ikki veruliga fært brúkt
ovastu bondini, greiðir Petur
Magnus Bjarnastein frá. Tí
var neyðugt at hugsa hetta
inn í sjálva sniðgevingina frá
byrjanini, sigur hann. Eftir
øllum at døma hevur hetta
eydnast. Við at fáa fimm
eyka bond fær Heri spælt
hægri tónar á gittaranum.
Hetta svarar í grundini til at
hava ein eyka strong.
Gittarin hevur longu
framman undan ein eyka
strong, men hesin er lægri
enn hinir, ein B-strongur, so
gittarin er stutt sagt soleiðis
smíðaður, at Heri fær spælt
bæði hægri og lægri enn á
einum vanligum gittara.
Stemmar betur
Eitt annað serligt við hesum
gittaranum er, at hann
stemmar betur enn vanligir
gittarar. Gittarin hevur ein
sokallaðan hipshot vibrator.
Í staðin fyri at hava 3 fjarðar,
ið gera, at streingirnir koma
uppá pláss aftur, tá tú hevur
brúkt vibratorin, er mittasti
fjøðurin skiftur út við eitt,
tey kalla, tremsetter, ið ger,
at streingirnir altíð koma í
júst somu støðu sum áðrenn.
Hetta ger at gittarin ikki
missur stemningin.
Ekstrem útsjónd
Tað er ikki so stórur munur
á at gera hendan gittaran
og teir vanligu Bjarnastein
gittararnar, greiðir sniðgevin
frá. Tí ivaðist hann ikki eina
løtu í um, hann skuldi gera
gittaran, tá Heri var inni og
bílegði hann. Gittarin er
bygdur á standard sniðið hjá
Bjarnastein gittarum, Double
Cutaway. Men hesin er eitt
sindur meira ekstremur í
útsjóndini. Fyri at røkka
málin, ið Heri kravdi, hevur
Petur Magnus Bjarnastein
longt skalalongdina, og gitt
arin er salvur nakrar senti
metrar longri. At armurin er
longri, ger, at streingirnir eru
strammari og klirra tí minnið
enn vanligt. Samanumtikið
er sniðgevin væl nøgdur við
úrslitið, og heldur hann vera
rættiliga penan..
Vælnøgdur víkingur
Týr eru á gáttini til altjóða
gjøgnumbrot, Eric The Red
er júst send út á altjóða plátu
felagnum Napalm Records, og
booking felagið hjá Týr hevur
skipa fyri stórari konsertferð
í Týsklandi, Eysturríki og
Sveis. Men fyrst fer bólkurin
í upptøkuhølið í Ribe, at spæla
inn komandi fløguna, ið verður
tann fyrsta, ið Týr spælir inn
fyri Napalm Records. Við
nýggja gittaranum er Heri væl
vápnaður til avbjóðingarnar,
og samanberingin við bog
an Tambar hjá Einari um
borð á Ominum Langa er
uppløgd, nú Føroya besti
víkingamálmsbólkur fer út
at leggja Evropa fyri sínar
føtur.
Tá vit fingu orð á Hera,
hevði hann roynt gittaran í
nakrar dagar, og hann var
sera væl nøgdur við hann.
Hann hevur eitt øgiliga kon
tant ljóð, og tað er altíð at
fyritrekkja til okkara slag av
tónleiki, so eg sjálvt um, eg
havi mín gamla Ibanez frá
1997 við í upptøkuhølið og á
konsertferðina, so vænti eg,
at hetta verður gittarin, sum
eg fari at brúka, sigur Heri.
Hatar avmarkingar
Heri greiðir frá, at hann
hevur fylgt menningini hjá
Peturi Magnusi Bjarnastein
øll árini. Hann hevur roynt
teir flestu gittararnar, ið
Bjarnastein hevur gjørt, og
teir eru blivnir alsamt betur.
Tí avgjørdi hann, at heita
á hann um at gera nýggja
gittarin.
Orsøkin, til at gittarin skuldi
hava sjey streingir, er tann, at
Heri er vanur at spæla við sjey
streingjum, meðan orsøkin
til tey fimm eyka bondini
liggur í tørvinum á teimum.
Heri hevur í upptøkuhølinum
upplivað, at hann hevur verið
noyddur at stemma gittaran
upp, fyri at nøkta tørvin. Men
hetta sleppur hann undan nú.
“Eg hati avmarkingar, og nú
havi eg ein gittar, sum ikki
avmarkar meg”, sigur Heri.
Nýggj fløga í
september
Týr fer í komandi viku í upp
tøkuhølini í Ribe, har Eric
The Red eisini varð upptikin.
Upptøkurnar eru settar at
taka fýra vikur. Væntandi
verður fløgan so givin út í
september, og tá sleppa vit
føroyingar at uppliva ljóðið
av nýggja gittarinum. Men
um vit ikki klára at bíða so
leingi, ber til at hoyra Týr á
MjúS á Sandi leygardagin
1. juli.
Einar hevði Tambar,
Heri hevur Bjarnastein
Einar skalt tú nevna meg,
ið væl kann boga spenna,
Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna.
Um gittarin
Kroppur
Slag Double Cutaway
Træ 1 stykkis mahogony
Viðgerð
Olja
Armur
Træ Birdseye maple
Viðgerð
Olja
Fingrabrettið
Træ Ebony
Skala longd
667
Hardware
Viðgerð
Chrom
Brúgv
Hipshot
Tuners
Schaller M6
Locking
Elektriskir lutir
Pickup
EMG707
Controls
1 voluma