mánadagur 22. mai 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 97 - 22. mai 2006
Vit hoyrdu í frágreiðing frá Landsbankanum,
at búskaparstøðan í Føroyum er í betring, eftir
einari ávísari stagnatión seinastu tíðina.
Tað er gleðiligt, at tað gongur framá, men týdn
ingarmikið hjá okkum, og ikki minst okkara poli
tikarum, er at skilja hví. Vit eiga at eygleiða væl,
hvussu sær út við t.d. til- og fráflytingartølum, og
hvussu stabil útflutningstølini eru. Eisini eiga vit
at hava eyguni eftir privatari skuld, tá vit søguligani
hava sæð, at slík skuld hevur ein óhepnan tendens
at enda í landskassanum, um heilt illa vil til, og
politikarnir missa tamarhaldið.
Ein partur av búskaparvøkstrinum skyldast, at
fólk hava fingið meiri pengar um hendi av bøttum
fíggingarmøguleikum. Alivinnan hómar glottar
nú, eftir at hava verið nærum einki í nøkur ár.
Framhaldandi vøkstur kemur at verða avheng
igur av, hvussu henda vinnan kemur at laga
seg framyvir. Fiskivinnan hevur verið í tungum
sjógvi eina tíð, og hóast onkur glotti er í prísum
og rávørunøgd, so er framvegis grund til stúran,
um oljuprísurin framhaldandi hækkar, og um
ávís fiskasløg svíkja.
Alt í alt er grund til at frøðast um búskapar
gongdina, men tað er umráðandi, at vit ikki
missa fokus á framhaldandi at menna vinnu og
útflutningsmøguleikar. Søguligani sæð vita vit,
at tað kann ganga ógvuliga skjótt hvønn vegin
í hesum samfelagnum, og tí mugu vit handla
sum um, at deyðin er í durðinum hvønn dag,
tí annars koma vit ongantíð burturúr tí sárbaru
støðu, sum tað er, tá man bert hevur eina ella
heilt fáar útflutningsvinnur.
Vit kunnu taka ein parallell til Danmarkar í hesum
døgum, har flogfenaðsútflutningurin verður hart
raktur, tí at sjúka rakar. Um høsnarungaídnaðurin
í Danmark hevði líka nógv at siga har, sum alivinn
an hevði at siga í Føroyum fyri fáum árum síðani,
so hevði verið skrædl. Men av tí, at Danmark er
eitt land við einari sera fjøltáttaðari vinnu, so er
eingin kreppa. Hetta er ein støða, sum vit mugu
stremba framímóti fyri Føroyar. Vit mugu fáa
fleiri kurvar at leggja okkara egg í! Og vit eiga
nógv góð fólk. KT-vinna, ferðavinna, oljuvinnu,
alivinna eru bert nakrar av framtíðar vinnunum,
sum kunnu fjøltátta vinnuna.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Búskapurin batnar?
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Um dagarnar var lesarabræv
at síggja, har mamma kærdi
seg um, at dagstovnar lata
aftur um summarið, og
børnini noyðast út á aðrar
stovnar, um ikki foreldrini
kunnu halda frí samstundis
sum stovnurin. Spurt verður,
um hetta bara skal góðtakast
uttan víðari.
Vit eru nøkur foreldur, ið
hava havt børn gangandi á
Dagsstovninum á Argjum
seinastu 7 árini, ið fegin vilja
vísa á ein stovn, ið hevur
megnað at loyst uppgávuna
at halda opið alt árið. Hetta
er ein stovnur, sum ikki bert
á hesum øki, men eisini á so
nógvum øðrum økjum verður
rikin fyrimyndarliga.
Dagstovnurin á Argjum er
sjálvsognarstovnur og hevur
í mong ár havt opið eisini um
summarið. Um várið verða
foreldrini biðin at skriva, nær
teirra børn skulu halda frí
(øll børn skulu halda 4 vikur
summarfrí), og síðan verður
kabalan løgd eftir hesum, og
ein ella tvær stovur eftir tørvi
eru opnar, tá fæðst børn eru.
Hetta tykist ikki vera nakar
trupulleiki hjá stovninum, í
øllum førum er tað sera stórt
nøgdsemi millum foreldur,
at hetta letur seg gera. Tað er
ongin ivi um, at aðrir stovnar
eisini kunnu fáa hetta at bera
til, um viljin er til staðar.
Tá vit nú hava trivið í
pennin, fyri at vísa á hvussu
hesin stovnur hevur loyst
avbjóðingina við summar
feriuni, vilja vit fegin nýta
høvið at geva stovninum
nøkur góð orð afturat við á
vegnum.
Glað børn merkir glað
foreldur. Á Dagstovninum
á Argjum verða stór krøv sett
til starvsfólkini um at taka
sína uppgávu í álvara, og
”trupul” børn verða sæð sum
spennandi avbjóðingar. Hes
in hugburður frá stovni og
starvsfólki ger, at foreldrini
merkja, at børnini eru í veru
liga góðum hondum og gleð
ast um heitu móttøkuna, tey
fáa hvønn dag tey koma og
troyttu og glaðu børnini, vit
fáa heim við okkum seinna
partarnar.
Eisini tá tað kemur til mat
á stovninum hava leiðsla og
starvsfólk á dagstovninum
gingið nýggjar leiðir. Børn
ini í bæði vøggustovu og
barnagarði fáa mat hvønn
dag, og dentur verður lagdur
á, at tað er heilsugóður
matur, tey fáa. Hetta er væl
at merkja ein skipan, sum
verður goldin yvir vanligu
játtanina hjá stovninum.
Foreldrini sleppa undan
at smyrja matpakkar, sum
kanska ikki verða etnir, með
an børnini fáa góðan mat,
grønmeti og frukt. Okkum
vitandi, verður hetta ikki
gjørt aðarstaðni – í øllum
førum ikki í Tórshavnar
Kommunu.
Í sambandi við nógva
orðaskifti, ið hevur verið í
kjalarvørrinum á PISA-for
kanningini, hevur ikki bara
skúlin, men eisini barna
garðsøkið verið sett undir
lupp og tað eisini við røttum.
Nomið hevur verið við týdn
ingin av, at yvirgongdin
millum barnagarð og skúla
verður javnari, og at børnini
verða fyrireikaði til skúlan í
barnagarðinum. Eftir hvørja
summarfrí verða tey børn á
Dagstovninum á Argjum, ið
skulu í skúla árið eftir, flutt
í eina sokallaða skúlastovu,
sum eitt nú hevur til enda
máls at fyrireika børnini til
skúlan. Har sleppa tey at
loysa uppgávur, arbeiða við
tølum og bókstavum og at
spæla við mennandi leikur,
sum svara til teirra aldur.
Harumframt skulu tey læra
at sita still, at tosa ein og ein,
lurta eftir hvørjum øðrum
og læra at skilja kollektiv
boð. Børnini eru sera glað
fyri hesa skipan, sum gevur
teimum ein spennandi og
avbjóðandi dag. Her er ongin
ivi um, at Dagsstovnurin er á
rættari leið, tí ein av mongu
trupulleikunum í føroyska
fólkaskúlanum er, at stórur
partur av tíðini hjá lærarum
í 1. flokki fer til at læra børn
ini hesi grundleggjandi við
urskifti.
Vit vilja við hesum
vísa á eina, eftir okkara
tykki, sólskinssøgu har
Dagstovnurin á Argjum til
fulnar megnar at skapa ein
mennandi og innihaldsríkan
gerandisdag fyri børn okkara
– eisini tær tríggjar vikurnar
um Ólavsøkuleiti.
Gunvør Balle
Esther Dahl
Súsanna Sørensen
Foreldur at børnum á
Dagstovninum á Argjum
Nú kom seinasta frágreið
ingin um útbygging av
flogvøll-inum í Vágum.
Í samgonguskjalinum stend-
ur greitt, at flogvøllurin skal
útbyggast og nútíðargerast.
Meira enn 2 ár eru farin
og einar 2-3 frágreiðingar
eru gjørdar. Tað undrar
viðhvørt, at tað gongur so
seint, tá talan er um at gera
alneyðugar útbyggingar av
okkara flogvølli í Vágum.
Tað undrar ikki sørt, at nú
frágreiðingin um útbygging
av flogvølli í Vágum er lið
ug, so fer Bjarni Djurholm út
við, at ein sokallaður ”altern
ativur flogvøllur” uppá 1800
m skal byggjast, -einaferð-
men ongin skal vera bangin.
Hvar hesin skal liggja, man
ikki vera neyðugt at nevna
hjá mær. Tað kunnu tey flestu
rokna út. Og sera nógv fólk
hava sera nógv at óttast fyri.
Eg má sum samgongulimur
krevja, at B Djurholm heldur
seg til samgonguskjalið og
arbeiðir við, sum skjótast at
útbyggja flogvøllin í Vágum.
Um Bjarni Djurholm vil hava
”alternativið” á Glyvursnesi
at vera 1800 metrar, so vóni
eg, at sami landstyrismaður
biður um at fáa flogvøllin í
Vágum útbygdan til 1800
metrar Tað er tað, ið átti at
verið gjørt nú.
Flogvøllur útbyggjast í Vágum
Dagstovnurin á Argjum – ein sólskinssøga
løgtingsmaður
Marjus
Dam