mánadagur 22. mai 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 22. mai 2006
11
VIÐMERKINGAR
Læs eitt filmummæli hjá
Kim Simonsen um MI 3 í
Sosialinum í dag. Eg vil
beinavegin geva honum
rætt í, at MI 3 ikki eru teir
»djúpastu« filmarnir, ið eru
gjørdir. Menn sum Arnold
Schwarzenegger, Bruce
Willis, Jacke Chan o. a.
fara nokk ongantíð at vinna
ein Oscar fyri teirra leiklut
í actionfilmunum.
At ein acitonfilmur er lætt
isoppa, tómt, uttan innihald
o. s. v er ikki neyðugt hjá
Hr. Simonsen at skriva eina
langa svadu um, áðrenn hann
fer at »ummæla«, í hesum
føri, MI 3. Vit vita øll, og
eru einig við Hr. Simonsen
at actionfilmar ikki ríka
okkum dagin ella nakað.
Men tú fer sum ummælari
til MI 3 og skal ummæla
filmin í samband við aðrar
actionfilmar av hasum slagi
og ikki koma við onkrari
langari svadu, hvussu ván
aligir actionfilmar eru. Tín
persónliga meining um eina
filmsgenru kanst tú brúka
eina heila blaðsíðu onkran
annan dag, og vit vita, at tú
hevur ikki trupulleikar at
skriva lesarabrøv. Skrivi hett
ar av tí orsøk, at eg haldi eisini
Sosialurin skal líka senda
røttu filmsummælararnar
niðan í Havnar Bio. Kim Sim
onsen t. d. til onkra films-
genru, ið honum dámar og
hevur eina ávísa vitan um,
tí so kann hann koma við
konstruktivum kritikki.
At senda Kim Simonsen í
Havnar Bio at ummæla acti
onfilmar gevur líka nógva
meining sum at senda ein
prædikumann at ummæla
ein pornofilm. Sjálvur havi
eg ikki sæð MI 3 ENN, men
gleði meg tann dagin eg fari
í Havnar Bio og fái totalt heil
adeyðan undirholdning, við
somu good guy - bad guy
bardøgunum, har kvinnan
(og tær eru altíð lekrar) entin
er ónd, ella hevur brúk fyri
hjálp frá okkara mannliga
superhetju. Vónandi fer Kim
ikki at seta seg niður nú og
skrivar eitt laaaaaaaangt
aftursvar til mín, ið eg skal
brúka ein heilan seinnapart
til at lesa, og bæði kvøld og
nátt at analysera fyri at fáa
skil á hvat hann hevur sagt.
Er ikki eitt persónligt álop
á teg, men konstruktivur
kritikkur og einki annað.
Og vónandi fer tú við somu
hugsjón, altso konstruktivan
kritikk og ikki persónligt
álop, næstu ferð tú skal
ummæla ein film. Haldi
sjálvur at tú hevði kunnað
givið eitt framúrskarandi
ummæli til Da Vinci Code,
men av orsøkum, ið vit øll
kenna (og allur heimurin),
so ber tað ikki til.
Sendið tey røttu at ummæla filmar
Brot á mannarættindini er
ein álvarsamur spurningur,
og Amnesty International
er farið til løgmann at sókn
ast eftir, um CIA hevur flutt
fangar í føroyskum loft
rúmi.
Víst verður á, at føroyska
deildin hjá Amnesty Inter
national fyri hálvum øðrum
mánað síðani bað landsstýrið
virka fyri at steðga fanga
flutninginum, tí hann stríðir
ímóti altjóða reglunum um
mannarættindi.
Felagsskapurin vísti í hes
um sambandi á eina frágreið
ing, sum gav ábendingar um,
at eitt loyniligt flogfar hjá
CIA hevði verið í føroyskum
loftrúmi í oktober í fjør.
Føroyar eru sostatt í
altjóða kikaranum, og verða
møguliga ákærdar fyri brot
á mannarættindini.
Hóast vit einki málsræði
hava á økinum, fingu vit høv
ið til at spæla fólk í húsi, tá
vit viðgjørdu spurningin
um flúgving í føroyskum
loftrúmi.
Málið varð viðgjørt í utt
anlandsnevndini 15. februar,
og frásæð undiritaða tók ein
samd nevnd undir við at geva
hetta loyvið.
Síðani vit fingu Fámjins
skjalið er ferðin á føroyskum
verju- og trygdarpolitikki væl
minni, og sást hetta týðiliga,
tá Embassy of the United
States of America, tann 21.
nov. 2005 sendi umsókn til
danska uttanríkismálaráðið
um loyvi til flúgving í før
oyskum loftrúmi við flog
førum við vandamiklum
góðsi.
Meira enn tveir heilar
mánaðir aftan á at umsóknin
varð send, tók løgmaður seg
saman til at ráðføra seg við
uttanlandsnevndina, sbr.
stýrisskipanarlógini § 54, um
at loyva amerikanskum flog
førum at flúgva ígjøgnum
føroyska loftrúmið og at
lenda við skaðiligum farmi
fyri árið 2006.
Sjálvandi varð tað átalað,
at málið ikki kom í Uttan
landsnevndini fyrr enn meira
enn tveir mánaðir aftaná, at
umsóknin var send okkum.
Um nøkur flúgving longu
var farin fram hetta tíðarbil,
vistu hvørki vit ella løgmaður
nakað um.
Málið var illa lýst, og fyrst
og fremst vistu vit ikki, um
henda flúgving var í samsvari
við føroysk áhugamál ella
ikki. Mælt var tí frá at geva
hetta loyvið.
Í minnilutatilráðingini
varð eisini víst á, at flúgving
í føroyskum loftrúmi við
vandamiklum góðsi, sum m.
a. skuldi brúkast í krígnum í
Irak, og loftvegis flutningur
og píning av fangum og
mannarættindi teirra, eru
ógvuliga viðkvom og nógv
umrødd mál aðrastaðni í
heiminum, har altjóðagerðin
hevur flutt okkum munandi
nærri hvørjum øðrum.
Víst varð so sjálvandi
eisini á, at nógva stásið, ið
gjørt varð burtur úr Fámj
insskjalinum um innlit og
ávirkan á uttanríkis- og
trygdarpolitisk viðurskifti,
ikki vísti seg vert tað pappír,
tað varð skrivað á.
Í hesum skjali varð kólað
óført uppiyvir føroyskum
rættindum úteftir, so sum:
”at Færøerne medinddrages
og har medindflydelse,
...ægte medinddragelse og
medindflydelse.”
Greitt er, at als eingi
frambrot hava verið í før
oyskum uttanríkis- og
trygdarpolitiskum áhuga
málum, heldur hinvegin.Ver
uleikin er, at alt var ein sjón
leikur, tá til stykkis kom.
Danir røkja framvegis síni
áhugamál á hesum øki, eins
og teir altíð hava gjørt tað.
“Skæg for sig, og snot for
sig,” sum Hørup vildi sagt
tað.
Tað sindrið vit einvegis
frætta, verður framvegis
faksað løgmanni umvegis
ríkisumboðsmannin, og sett
á dagsskrá, tá tað er íligið
ein mánaða ella meir.
Á fundinum varð so eisini
sóknast eftir, hvørja last hesi
flogfør høvdu, men svar
fekst einki.
Próvfast er, at løgmaður
hvørki hevur ella fær nakað,
sum kemur nær námindi
nøkrum, sum kann kallast
“-ægte medinddragelse og
medindflydelse.”
Heimastýrið hevur sligið
seg til tols við, at ein fundur
í ein tíma í einum ári við
einum donskum ráðharran,
er nóg mikið til at tryggja
føroyingum innlit í føroysk
áhugamál á uttanríkis- og
trygdarpolitiska økinum.
Amnesty International fær
tí neyvan nakað stórvegis at
vita frá løgmanni.
Kemur felagsskapurin
síðani til ta niðustøðu, at
Føroyar hava virkað fyri
brotum á mannarættindini,
hava vit eina álvarsama søk
fyri framman.
Føroyar og mannarættindini
Eg trúði hvørki mínum egnu
eygum ella oyrum, tá eg sá
sendingina ”Urtagarðurin”
hóskvøldið.
Í sendingini kom framm,
hvussu gott tað var at nýta
innfluttan høsnalort at tøða
rhodendendrum við, hóast
viðmerkt var, at føroyskt
høsnatøð saktans eisini
kundi nýtast!
Allar kanningar higartil
prógva, at fuglakrím hevur
spjatt seg á leiðunum, har
millum annað høsnatøð hev
ur verið innflutt.
Fuglakrímsvirusið kann
liva í høsnatøði í minsta lag
ið 100 dagar!
Nú veit eg ikki, um
hetta innflutta høsnatøðið
er hitaviðgjørt; men hóast
tað skuldi verið tað, er
tað nærum sum at spæla
krógva og blunda, havandi
í huga tær strongu reglur,
sum mynduleikarnir annars
standa klárir at seta í verk,
skuldi ein deyður fuglakríms
fongdur fuglur dottið niður
av himni...
Hvussu í verðini kann
landsdjóralæknin lata hetta
fara framm við borðinum,
tá hann annars bert hevur
”málað fanan á veggin” við
víkjandi tí óskylduga flyti
fuglinum, sum mær vitandi
ongantíð hevur smittað
menniskju?
Skuldi hann fyri ikki
fyri langari tíð síðan havt
kannað, um hesin óneyðugi
innfluttningur fór framm og
sjálvsagt steðga honum?
Tað skuldi verið óneyðugt
at innflutt høsnatøð til stóran
vanda fyri heimafugl, bert
til tøða nakrar runnar – tað
skuldi hvør havaeigari kunna
fingið á Velbastað – hóast
”posarnir møguliga so ikki
vórðu líka litfagrir…
Við undran!
Árni
Vang
Fuglakrím og høsnalortur!
løgtingsmaður
Hergeir
Nielsen
Nólsoy
Jens-kjeld
jensen
Leiguøkir: Í ár hava 4
umsóknir verið viðgjørd
ar í Kunoyar kommunu,
har ynskini hava verið
at fingið økir við báta
hylin í Haraldssundi.
Tvær umsóknir vóru úr
Klaksvík, og tvær vóru
úr Haraldssundi. Báðar
umsókninar úr Klaksvík
vóru samtyktar, men báð
ar umsóknirnar úr Har
aldssundi fingu noktandi
svar.
Økið, sum Klaksvíking
ar hava fingið til leigu á
økinum er umleið 1280
fermetrar tilsaman.
Vit í Haraldssundi
standa spyrjandi í hesum
málinum.
Kann tað henda seg
at orðsøkin er, at annar
umsøkjarin eitur Jákup
Jacobsen. Hann hevði
søkt um at fáa eitt økið
við bátahylin uppá 370
fermetrar til eina vinn
uhøll. Her mugu vit
ásanna, at vinnulívið í
Kunoyar kommunu, ikki
er høgt í metum. Kunoyar
kommuna hevur einki
hóskandi øki at vísa á.
Um ein borgari í Kunoyar
kommunu, skal fáa nakað
øki, má hann á knøunum
til Klaksvíkar kommunu,
tí ikki er pláss fyri honum
í Kunoyar kommuni.
Hvussu fer Kunoyar
kommuna, at viðgerða
aðrar umsóknir, tá talan
er um vinnulívið? Hvat er
orðsøkin? Hvat er grund
in? Klaksvíkingar hava
aftur hesaferð fyrsta rætt
í Kunoyar kommunu. Um
nakar hevur hug, at hyggja
eftir atkvøðugreiðsluni í
hesum máli, so letur tað
seg ikki gera, sjálvt um
hetta eigur at verða kunn
gjørt sambært lógini.
Um Kunoyar kommuna
hevði røkt sína skyldu og
kunngørt úrritið úr gerða
bókini fyri hendan fundin,
so hevði tú ikki kunnað
sæð, hvør atkvøddi hvat,
tíverri. Uttan at koma
nærri inn á hetta mál,
so veit boprgarstjórin
Heini O. Heinesen, hvør
tók hesa avgerð. Tá hetta
málið var fyri, var tað
sum tá børn spæla: “Fólk
í húsi.” Eg vil minna
kommunustýrislimirnar
á, at tað er teirra skylda,
at viðgera eitt mál, og
atkvøða út frá síni bestu
sannføring. Tað er okkara
skylda at syrgja fyri, at
allir okkara borgarar
í Kunoyar kommunu,
verða viðgjørdir eins, og
vit mugu samstundis ansa
eftir, at okkara øvunds
júka ikki tekur ræði, og
yvirhálar okkara vit og
skil í skeivari síðu.
Viðmerking til Heina O
Heinesen:
Tá ið Heini O Heinesen
sigur við Dimmalætting,
at gerðabókin hjá Kun
oyar kommunu, verður
førd uppá punkt og prikk
ar, so kann eg vísa á
lesarabrævið, ið eg hevði
í Dimmalætting, har ið
eg skrivaði, at nú verður
gerðabókin skriva sum
hon skal. Í hesum sam
bandi, kann eg siga, at tá
eri eg ógviliga lagaligur,
tí tú kanst ikki síggja,
hvør atkvøður hvat, uttan
so at ein av kommunustýr
islimunum vil fáa hetta í
gerðabókina, sum eina
viðmerking.
Í somu viðmerking til
Dimmalætting, sigur borg
arstjórin, at tað var betri
skil á Kunoyar kommun,
enn á nógvum øðrum
kommunum. Hesi orðini
eigur Heini O Heinesen
og um so er, at tað
stendur verri til í hinum
kommununum, so fær Inn
lendismálaráðið nokk at
gera í komandi framtíð.
Hinar
kommunurnar
kenni eg av góðum grund
um einki til.
Úttalilsi hjá Heina O
Heinesen í fjølmiðlu
num:
Fyri stuttum hevði Peg
asus eina samrøðu við
Heina O Heinesen borg
arstjóra, har hann fortaldi
fyri Føroya fólki, at øll
vóru vælkomin í Kunoyar
kommunu, og at hann ikki
gjørdi mun á fólki, og tað
hevði hann ongan rætt til.
Her fer borgarstjórin út
um alt mark, tí tað kunnu
fleiri umsøkjarar prógva,
ið hava havt umsóknir
hjá Kunoyar kommunu,
og fingið noktandi svar.
Grundgevingarnar hjá
Kunoyar kommunu, hava
ikki verið nøktandi, og alt
ov lítið hevur verið gjørt
við hesi mál, fyri at funnið
loysnir, ið eina kommuna
kann vera stolt av.
Borgararnir í
Haraldssundi fáa
ongar sømdir
kommunustýrislimur
í Kunoyar kommunu
jákup
jacobsen