mánadagur 22. mai 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 97 - 22. mai 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Meinhard
Hellá,
Sandavágur andaðist
19. mai á Ellisheiminum
í Miðvági 91 ára gamal.
Rigmor Heinesen Mið
vágur, andaðist 19. mai
á Landssjúkrahúsinum
86 ára gomul.
Tordis Jóhannusen
fødd Sámuelsen, ættað
úr Klaksvík, búsitandi á
Sørarnøy, Norra, andaðist
á Bodøsjúkrahúsi í dag,
69 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Leygardagin 20. mai rundaði Birgir
Toftheyggj við Toftir í Hvalba 50 ár.
Birgir er ikki eitt menniskja, ið ger
nakað hóvastak burturúr sær sjálvum.
Altíð so friðaligur og vælfyrireikaður,
áðrenn hann talar og handlar. Neyvan
áhugaður at síggja sín persón nevndan
og róstan alment. Hóast so er, vilja vit
fegin spinna honum ein søgutráð á 50
ára degnum.
Birgir er elsti sonur av trimum
børnum hjá Annu og Hans Toftheyggj
við Toftir í Hvalba.
Ungur fór Birgir í timburlæru
hjá Odmar við Sílánni á Tvøroyri.
Væl hevur ligið fyri hjá honum sum
timburmaður. Meira enn 30 ár eru
farin innan timburyrkið, og væl hevur
hilnast, tí handverkið er honum í blóðið
borið úr báðum ættum.
Í mong ár arbeiddi Birgir saman við
Jens Paula Holm við Neyst í Hvalba.
Seinni saman við Vilmund Michelsen av
Tvøroyri, Danjal Olsen og Tommy Olsen
úr Hvalba. Síðstnevdu arbeiðir hann
saman við enn. Eisini hevur hann ávísar
tíðir arbeitt sjálvur, og mong eru dømini
um vakurt handverk m.a. “Træslottið”
undir Myllifossinum við Hamarsá.
Faðir Birgja, Hans Toftheyggj, var
kongsbóndi Uttan Knúka, ein hagi á
3 merkur úti í Vatnsdali í Hvalba, eitt
langt lívsskeið. Birgir fyldi trúfastur
hansara fótafetum frá smádreingi av.
Fyri nøkrum árum síðani legði Hans
frá sær, og Birgir tók við festinum eftir
faðir sín, soleiðis sum siðvenja hevur
verið millum ættarliðini. At bóndast
hevur verið hansara stóri áhugi, og í
nógv ár hevur hann eisini havt neyt.
Ikki er tað so langt síðan, at tað stóð
at lesa í bløðunum, at vistfrøðiligt
neytakjøt var tøkt í Hvalba frá Birgja
Toftheyggj.
Hans, Birgir og Hanus – trý ættarlið
hava rikið saman Uttan Knúka í mong
ár, og ætt og vinir hava verið við, og
stuttligt hevur verið í haganum. Út á
dagin, tá rakstrarfólkið troytt og væl
uppløgd koma heimaftur, koma øll
hvørja ferð til búgvið borð við Toftir.
Søgurnar, ið fylla rúmið ein slíkan dag
eru góðar og stuttligar, og lagið lætt og
gott. Nakrar av løtunum eru partvís søga
í dag. Teir eldru av rakstrarmonnunum
gjøgnum fleiri ártíggju eru falnir frá
sjálvum rakstrinum. Teirra millum,
faðir og svigarfaðir Birgja og trúfasti
rakstrarmaður og vinur Birgja, Sig
vald Hentze, ið ikki er okkara millum
longur.
Birgir bygdi sjálvur húsini við Toftir
og skapti eitt vakurt og hugnaligt heim
saman við ungdómsunnustuni, Sigrun.
Eins og í ævintýrunum giftist tey og
fingu børn, eina dóttur og ein son, og
liva tey, eins og í ævintýrunum, vónandi
lukkuliga til teirra dags enda...higartil
hevur so í øllum førum gingið væl. Dótt
urin, Margretha, lesur til sjúkraástøðing
í Esbjerg, og sonurin, Hanus, lesur á
Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Ikki kann
sigast annað enn at Birgir altíð hevur
gingið høgt uppí børnini og familjuna,
og at tey øll eru ógvuliga tætt knýtt.
Síðstu árini hevur Birgir verið degnur
í Hvalbiar kirkju. Tokkin til kirkjuna
og at tæna kirkjuni, hevur hann ikki
frá fremmandum. Móður Birgja, Anna
Toftheyggj, f. Skaalum, helt Hvalbiar
kirkju reina og vakra alt sítt virkna
lívsskeið, og sat í kirjuráðnum, eins
og Birgir situr í kirkjuráðnum í dag.
Eisini hevur Birgir havt fleiri álitisstørv
í sóknini, m.a. nú í vatnsýninum og
grindaformaður.
Birgir er trúgvur áskoðari hjá Royn
á heimavølli og hevur nú í fleiri ár
verið ein av trúgvu álitisfólkunum til
basararnar hjá Royn.
Á 50 ára degnum var Birgir burtur
staddur í Esbjerg. Dagurin var hildin
saman við vinmanninum Pól, hjá Mariu
Olsen úr Hvalba, ið eisini rundar tey 50.
Pól ynskja vit eisini hjartaliga tillukku.
Dagin hildu teir saman við sínum kæru.
Vónandi í fagrasta sólskyni, tí leingi
hevur verið umrøtt, at eitt heilt lamb
skuldi grillast undir opnum himni.
Vit í Garðsenni í Hvalba, vilja við
hesum heiðra Birgja og takka honum fyri,
at hann altíð hevur verið so góður at heita
á. Birgir er okkum ein góður svigarsonur
og svágur, og vit ynskja honum hjartaliga
tillukku, við ynski um eitt framhaldandi
ljóst og eydnuríkt lív.
Birgir Toftheyggj 50 ár
Dagurin í morgin
23. mai. Desiderius. Tvey halgimenni bera hetta navn.
Annar var biskupur í Langres í Fraklandi, tikin av døgum
í 364 ella 411. Hin var biskupur í Vienne í Fraklandi,
steinaður til deyða í 608. Týdningurin er hin ynskti.
Teir sum fingi dugnaskapar
roynd í Motorlæru eru: Julian
Eliasen, Magni Blástein, Eli
esar Olsen, Torkil Hansen
(Lærari), Heini Eysuroy,
Rúni Heðinson Johannesen,
Hans Jacob Simonsen.
Myndin sýnir teir sum
fingu dugnaskaparroynd í
sigling. Aftast frá vinstru:
1 Kristian Poulsen (lærari),
2 Jógvan Biskupstøð, 3 Ali
Celebi, 4 Jóan Pauli í Dali, 5
Jón í Dali, 6 Steinbjørn í Dali,
7 Beinir Hansen, 8 Hans Han
sen, 9 Jan Otto Holm.
Fremst frá vinstru: 1 Petur
Hans Dahl (lærari), 2 Andrass
Arge, 3 Birgir Jakobsen,
4 Eyðun Joensen, 5 Regin
Joensen, 6 Ingi Justinussen,
7 Súni Lamhauge, 8 Bent
Lundsgaard, 9 Bogi Slætta
nes, 10 Jón Thorsteinsson.
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli:
Dugnaskaparroynd í motorlæru og sigling
www.sosialurin.fo