Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 22. mai 2006 13 Í farnu viku var um­­hvørvika í Tórs­ havn­ar Komm­­ unu. Komm unan fevnir um nógvar bygdir og eitt stórt øki, men øll vóru tó partur av umhvørvisvikuni, har tey høvdu rudd­ing­ ar­­dagar, skiltu rusk, ókeypis busskoyring, gongutúrar og mangt annað. Men ídnaðarøki á Oyrareingjum sær framvegis út sum ein køstur UMHVØRVI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í einum faldara kommunan hevur latið gjørt, serliga ætl­aður til skúlarnar, er ein rúgva av hugskotum og góðum ráðum um, hvussu og hvat ein kundi gera nú umhvørvisvika var. “Gangi fram við sjóvar­mál­ an­um og í fjøruni. Hvat finna og síggja tit? Hvat hendir við deyða fuglinum? Brotna glas­ in­um, plastdunkunum ella olju­­blettunum, sum tit finna í fjøruni?” Soleiðis verð­­ur mill­­um annað spurgt í fald­ar­ anum, og akkurát hesar spurn­ ingar hava tey, sum búgva á Oyrareingjum spurt longi. Men tey hava eisini spurt, og spyrja enn, hvat hend­­ir við lastbilavrakunum? Hvussu verður við mongu bil­vrak­ unum, mask­­in­lutunum, tangun­ um,bingjunum, ali­ring­un­­um og øllum ruskinum ann­­ars, sum liggur og flýtur á ídnaðar­ økinum har tey búgva? Bingjuhavn ella bukvald? Ben Arabo býr á Oyra­reingj­ um, og harvið er hann borgari í Tórshavnar Komm­unu. Men eftir at umhvørvisvikan nú er av, og ídnaðarøkið fram­ vegis liggur órørt, er hann farin at ivast í, um býráðs­ politikkararnir vita av smáu plássunum sum Oyrareingir: – Eg havi glett meg til at um­hvørvisvikan byrjaði, tí tá trúi eg, at kommunan fór at rudda upp her inni. Men nú vikan er av ivist eg í, um teir yvirhøvir vita av okkum, sigur Ben Arabo av Oyrareingjum. Eitt er, at ídnaðarøkið sær farligt út, men tað er ein sannroynd, at tað eisini er eitt vandamikið pláss hjá børnum at ferðast í. Økið er á onganhátt innihegnað ella avbyrgt, og vit vita øll, at pláss sum hesi, eru sera spennandi hjá børnum at leita til, og tí síggjast børn javnan spæla á økinum. Men hetta er ikki vandaleyst, tí tað er ógvuliga lætt at koma til skaða millum alt tað gamla jarni og knústa glasi sum har er – Børnini dáma jú sera væl at spæla har, men vit vaksnu eru sum vera mann minni glað fyri hetta. Vit siga tað børnini, um ikki at spæla har, men tá økið ikki er hegnað av, ja so er kunnu tey fara har akkurát tá teimum lystir, staðfestir Ben Arabo. Kommunan eigur økið á Oyrareingjum, og tí er tað eisini teirra ábyrgd at halda økið reint og ruddiligt. – Eg skilji ikki heilt hvussu ting­ini hanga saman í um­hvørvisvikuni, men á Oyrar­reingjum nyttar onki við hundalortastativum ella kunning um vistfrøðiligan kosmetikk, heldur Ben Ara­bo fyri, sum víðari sigur, at hann er heldur hetta minna mist um hann, sum fór at pussa vindeygu meðan hann stóð við lortið upp undiir knøini. Og tað er ikki trupult at fylgja tonkum hansara. Sum tit síggja á myndunum, so sær staðið lítið tespiligt út. Hetta staðið, sum kommunan einaferð ætlaði skuldi vera ein bingjuhavn. Eigur ikki at koma fyri Elin Lindenskov er forkvinna í Umhvørvisnevndini hjá Tórs­ havnar Kommunu, og hon heldur ikki, at Oyrareingir er gloymt burtur: – Við til­ tak­inum í farnu viku, vildu vit rudda alla kommununa, og gera Tórshavnar Komm­ ununu meiri reina, og tað haldi eg eisini vit hava megn­­að, sigur forkvinnan í Umhvørvisnevndini. – Men eg eri púra samd í, at tað als ikki eigur at koma fyri, at eitt pláss sleppur at liggja í órøkt sum ídnaðarøkið á Oyra­reingjum. Tað er sera óhep­p­ið. Men økið hoyrir til Tórshavnar Havn, og har var eg fríggjadagin og spurdi meg fyri, men tey hava onga formella klagu fingið um óskil­ið har, søgdu tey. Men tað broytir ikki uppá tað, at tað eigur og skal vera ruddað skjótast gjørligt, staðfestir Elin Lindenskov. Elin Lindenskov sigur, at hon og Umhvørvisnevndin fara at fylgja málinum upp og tryggja sær, at arbeiðið verður gjørt. Hetta skal ætl­ andi vera gjørt innan fyri tveir-tríggjar mánaðir. Tað hava bæði borgarstjórin, Heð­in Mortensen, og Heilsu­ umsitingin avtalað við Havna­ fútan. Gott við umhvørvisviku Elin Lindenskov sigur, at tey annars sum heild eru væl nøgd við umhvørvisvikuna. – Hetta við at seta fokus á umhvørvið av og á, er sera gott. Tak bara dømi við ídnaðarøkinum á Oyra­reingjum. Uttan hesa um­hvørvisvikuna hevði tað helst ikki verið varpað ljós á økið har, og so hevði økið helst sloppið at ligið líka órørt og óruddiligt longi aftrat, sigur Elin Lind­enskov, forkvinna í Um­hvørvisnevndini hjá Tórs­ havnar Kommunu. Umhvørvisvikan í Havn: Ídnaðarøkið á Oyrareingjum ein køstur Fólkið á Oyrareingjum halda, at tey hava verið við sviðusoð nú umhvørvisvikan í kommununi er av, men kommunan lovar, at økið verður ruddað innan fyri teir næstu mánaðirnar mynd Jens Chr. Vang