mánadagur 22. mai 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 97 - 22. mai 2006
Tað, sum skuldi gerast
ársins stóra, danska
bókanýggjheit, sær
nú meir at kalla
út sum ein sam
ansokkin ballón.
Ummælararnir geva
næstan allir sum ein
nýggju bókini hjá
Peter Høeg av grov
fílini
Bókaútgáva
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Heili tíggju ár komu at
ganga, áðrenn kendi danski
rithøvundurin Peter Høeg
aftur lat hoyra frá sær. Og
ikki minst av teirri orsøk,
hava væntaninar til hansara
nýggju bók, Den stille Pige,
sum kom út fríggjadagin,
verið ovurhonds stórar.
Tess snópisligari er kenslan
nú í kjalarvørrinum á fyrstu
ummælunum í teimum stóru
donsku ávísunum.
Keðsemi á høgum støði
Rætt skal vera rætt. Á
B. T, sum hevði sníkt seg
til at ummæla bókina fleiri
dagar, áðrenn hon kom út,
fekk Den stille pige fimm
av seks stjørnum. Og inn
ímillum eru eisini glottar
at hóma í onkrum av hinum
ummælunum. Men hyggja
vit at teimum sum heild,
slepst ikki undan, at nýggja
skaldsliga útspælið hjá Høeg
er eitt stórt vónbrot.
Á Weekendavísini leggur
Lars Bukdahl sum vanligt
ikki fingrarnar ímillum.
Aldrin fyrr hevur hann
sæð nakað líknandi for
vrøvl að, excentriskt og
grovt útspekulerað kitsj. Á
Politiken var Bjørn Bredal
um at sovna og harmast, tá
hann raknar við aftur, um
at talentið hjá Høeg fer til
spillis í einum prædikusavni
í skaldsøguhami. “Geispandi
gjøgnumhugsað”, er niður
støðan hjá Bredal, meðan
hann, sum fleiri av hinum
ummælararnum, staðfestir,
at bókin tíverri ikki megnar
at skapa samband við lesar
an.
Hesum tekur John C.
Jørgensen á Ekstra Bladet
undir við, men viðgongur,
at hann keddi seg á høgum
støði. Sum lívsfilosofi er
bókin áhugaverd, men sum
skaldsøga virkar hon ikki,
sambært Jørgensen.
Ummælarin á Information,
Marianne Ping Huang, royn
ir sítt besta at finna okkurt
gott at siga, men heldur ikki
hjá henni finnur bókin nakra
náði, tá av tornar. Den stille
pige er ein endurtøka av
Kvinden og aben, sum eftir
hennara tykki er tann vána
ligasta av skaldsøgunum hjá
Peter Høeg.
Á Berlingske Tidende fer
Jens Andersen so langt sum
at siga, at við Den stille pige
tykist Høeg at hava avskrivað
seg sjálvan sum listamann
Eitt sindur mildari viðferð
fær bókin frá Jakob Levinsen
á Jyllands-Posten, sum hóast
hann heldur bókina vera irri
terandi og ikki til at halda út í
løtum, kortini samanumtikið
ikki vildi verið hana fyri utt
an.
Mytan selur
Hóast ummælið hjá Jens And
ersen kanska er tað hvassasta
av teimum øllum, ger hann
sær tann ómak at hugleiða
eitt sindur um, hvat tíggju
ára skaldslig tøgn ger við rit
verkið hjá einum høvunda.
Sambært Andersen fær Den
stille pige í øllum førum ikki
fjalt út yvir ein rithøvund,
sum listarliga hevur rent á
land í sínum innara heimi og
ikki longur tykist megna at
fortelja eina søgu á skrift.
Tað kann undra, at And
ersen ikki samstundis nýtir
høvið at gruna yvir, hvat alt
rumblið kring hesa útgávuna
møguliga hevur gjørt við
ummælini av henni. Onkur
vil verða við, at tað hevur
fingið ummælarar at kenna
seg so kroystar at hálova bók
ini, at teir kolldøma hana
fyri at prógva, at teir nettup
ikki kenna seg kroystar.
Hvussu er og ikki, kann
Høeg ugga seg við, at bókin
nokk fer at selja væl kortini
- Tað er mytan Høeg, sum
fær fólk at keypa bókina. Tey
keypa hana ikki, tí tey hava
lisið ummælini, vóru Buk
dahl og Andersen samdir um
í práti við Politiken herfyri.
Høeg fær av grovfílini
»Keðsemi á høgum støði«
og »Útspekulerað kitsj« eru
nøkur av skoðsmálunum,
ið ummælarar geva nýggju
skaldsøguni hjá Peter Høeg,
Den stille pige