Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 97 - 22. mai 2006 ] Nr. 97 • mánadagur • 22. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo –Tað tykist greitt, at hugurin hjá Kringvarpi Føroya at viðurkenna og virða innihaldið og andan í tí sáttmála, sum er gjørdur millum partarnar, ikki er serliga stórur, staðfesti ÍSF-forsetin á aðalfundinum í leygardagin ÍSF Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt mál, ið hevur verið nógv frammi seinasta árið er málið um sáttmálan millum ÍSF og Kringvarp Føroya. ÍSF og Kringvarp Føroya undirskrivaðu í vár nýggjan sáttmála um sendirættindi til ítrótt. Hesin sáttmáli avloysti avtalurnar við Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, sum Ítróttasamband Føroya segði upp seinasta heyst. Stóri stríðsspurningurin í sambandi við sam- ráðingarnar, ið gjørdust rættiliga drúgvar og tungar, var spurningurin um, at Kringvarp Føroya skuldi viðurkenna, at kappingar og deildir í ávísum førum bera nøvn hjá ískoytisveitarum. Hóast sáttmáli er undirskrivaður og semja tí skuldi valda, so er tó ikki so. Málið skal loysast – Serliga viðvíkjandi fótbóltinum og sjónvarps- sendingini 3-2 hevur støðan verið spent. Einki røkist fyri, at feløgini og sjónvarpið tosa sama mál, so hetta er ein spurningur Ítróttasamband Føroya fer at leggja stóra orku í at fáa loystan sum skjótast, segði Heðin Mortensen á aðalfundinum hjá ÍSF – Hetta er ein trupulleiki, ið ikki er gagnligur fyri tað samstarv, ið ynskiligt hevði verið at havt millum Ítróttasamband Føroya og Kringvarp Føroya, varð sagt um málið. Sum skilst, so eru tó framvegis samráðingar um, hvussu hesin knúturin kann loysast, men enn hava hesar samráðingar tó ikki givið tað úrslit, sum ÍSF og sersambondini hava ynskt. Knút er OK Seinastu góðu vikuna hevur ivamál verið reist, hvørt EB/ Streymur ein trupulleika við spæli-loyvinum hjá Knút Vesturdal Vesturtún. Hetta tykist vera 13. navnið í røðini, sum er komið tutlandi úr HB- húsinum, síðani málið um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen varð tikið upp, men eins og í hinum 12 førunum, so tykist hetta ivamálið nú eisini vera beint av vegnum. Í øllum førum sambært teimum upplýsingum, sum vit hava fingið úr EB/Streymi. Hóast Knút á spælara- yvirlitinum á heimasíðuni hjá FSF er skrásettur fyri at flyta til HB í 1997, so er tann flytingin ongantíð hend formliga. Altso varð ongan tíð nýtt spæliloyvi útskrivað. Tað merkir við øðrum orðum, at Knút verur mettur eins og spælarar, sum altíð hava umboðað eitt og sama felag, og sambært galdandi siðvenju er tá ikki neyðugt við formligum spæliloyvi. Hetta málið líkist soleiðis enn eini staðfesting av, at sonevndi leikaralistin á heimasíðuni hjá FSF ikki er eitt fullfíggjað yvirlit yvir spæliloyvini hjá ymsu spælaurnum. Hinvegin hevur FSF heldur ongan tíð roynt at billa feløgunum hetta inn. Tvørturímóti, so hevur FSF staðfest, at listin er ikki fullfíggjaður, og tí hevur verið heitt á feløgini um at koma við rættingum, soleiðis at listin kann fáast í samsvar við veruleikan. -mørk Sp/f Ítróttarvedding hevði aðalfund hósdagin, og aftur í ár vórðu stórar p e n i n ga r u p p h æ d d i r útlutaðar til føroyskt ungdómsarbeiði Talan er um føroyska partin av veddingarpengum frá donsku Tipstænastuni. Upphæddin verður ásett eftir, hvussu nógv føroyingar spæla fyri í Danmark, og er tí ikki tengd at, hvussu nógv danska Tipstænastan umsetur fyri sum heild. Tað vil siga, at meira føroyingar spæla fyri, meira verður í okkara part, tá útlutanin fer fram. Og afturat tí skulu so leggjast teir vinningar í bæði tips, lotto og øðrum spølum, sum finna leiðina til Føroya. Sambært lógarsamtykt, so verður føroyski parturin av ítróttarveddingini útlutaður í tríggjar partar, sum allir hava til endamáls at stuðla før-oyskum ungdóms- og ítróttarbeiði. Í ár var parturin hjá ÍSF 4.920 tkr. Føroya Ungdómsráð fekk 1.640 tkr., og tað sama var parturin til Mentamálaráðið, sum hevur serstakan stuðuls- grunn til børn og ung. Stjóri í Sp/f Ítróttar- vedding er Petur Elias Petersen, varaforseti í ÍSF. Nevndin í felagnum telur sjey limir. Fýra úr ÍSF, tveir úr Føroya Ungdómsráð og seinsta limin verður landsstýrismaðurin í mentamálum. -mørk 8,2 mió veddingarkrónur býttar út Stríðið við Kring- varpið skal loysast Ítróttasamband Føroya fer at leggja stóra orku í at fáa stríðið við Kringvarpið um lýsingar loyst sum skjótast, segði Heðin Mortensen á aðalfundinum hjá ÍSF leygardagin