mánadagur 22. mai 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 97 - 22. mai 2006 ]
Byrial mátti tetta Horsens-verjuna
Tað gekk illa hjá AC Horsens í fyrsta dystinum í
Viasat Cup, har tey donsku superligaliðini kappast
um ein vinning upp á 3 milliónir krónur. AC Horsens
var á heimavølli ímóti Brøndby og tapti 4-1. Longu
áðrenn hálvleik hevði Brøndby gjørt fýra mál, og
í hálvleikssteðginum vóru Johan Byrial Hansen og
ein liðfelagi sendir á vøllin at venda gongdini. Tað
eydnaðist teimum at halda tætt í verjupartinum, men
AC Horsens fekk einki mál afturat.
Gunnar er skaddur
Einki mál kom í 1. deildardystinum ímillum Frem og Fredericia í gjár. Fyri fyrstu ferð í ár
spældi Jónas Tór Næs ikki við hjá Frem, meðan Atli Gregersen sat á beinkinum allar 90
minuttirnar. Gunnar Nielsen, sum hevur verið eykamálmaður, var ikki við í ferðalagnum
til Fredericia. Gunnar er skaddur og hevur fingið boð um at halda seg burtur frá fótbólti
í eina viku.
Eftir javnleikin í Fredericia liggur Frem sum nummar 8 av teimum 16 liðunum í næstbestu
deildini í Danmark.
Ætlanin var, at danski
álopsspælarin, sum
KÍ hevur gjørt avtalu
við, skuldi koma
henda vegin í morgin,
men nú er ferðin
útsett til fríggjadagin
í næstu viku
KÍ ÁLOPSSPÆLARI
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
KÍ hevur trupulleikar at
gera mál. Tað varð aftur
staðfest sunnudagin, tá ið
klaksvíkingar bara skoraðu
eina ferð, hóast teir høvdu
fleiri møguleikar.
Seinnapartin fríggjadagin
boðaði KÍ frá, at teir høvdu
gjørt avtalu við 35 ára gamla
danska álopsspælaran,
Christian Lundberg, um, at
hann skal spæla í Klaksvík
tað, sum er eftir av hesum
kappingarárinum.
Aksel
Johannesen,
formaður í KÍ fótbóltur,
hevur havt samskiftið við
danska spælaran. Aksel
hevði vónað, at Christian
Lundberg fór at koma henda
vegin í morgin, men nú
staðfestir hann, at tað verður
ikki fyrrenn í næstu viku:
– Hann spælir í Skive, sum
er fremst í Danmarksseriuni,
og teir vilja hava hann at
vera har, inntil teir eru fluttir
upp. Skive er oddalið, og
teir vunnu í vikuskiftinum,
tá ið Christian Lundberg
skoraði eitt mál, og John
Petersen, hjálparvenjarin á
landsliðnum, skoraði tvey
mál. Teir liggja væl fyri,
men uppflytingin er ikki
tryggjað, og tí er fráferðin úr
Danmark útsett, sigur Aksel
Johannesen.
Christian
Lundberg
harmast um, at tað ikki ber
til at koma í hesi vikuni:
–
Eg
hevði
fegin
viljað
verið
við
í
fjórðingsfinaluni hósdagin
og í landskappingardystinum
leygardagin,
men
tað
ber ikki til. Eg eri ikki
sáttmálabundin í Skive. Men
eg eri uppvaksin her, og tað
eru fólk í og kring felagið,
sum hava stuðlað mær
rættuliga væl, og tað kann
eg ikki bara renna undan. Vit
skulu spæla í vikuskiftinum
og so aftur hósdagin. Tað
hevði verið burturvið at brent
brýr her nú, sigur Christian
Lundberg, sum harmast, tá
ið hann frættir, at KÍ bara
fekk eitt mál á heimavølli
móti GÍ.
Teir megna ikki at skjóta
mál. Tí hava teir keypt teg.
Fert tú at skjóta málini, sum
skulu til?
–Tað er sjálvandi trýst at
fáa lagt á seg, tá ið tað verður
sagt upp á handa mátan. Eg
eri vanur við, at tað verður
roknað við, at eg skal skjóta
mál, og eg plagi at skjóta
mál. Tað havi eg eisini gjørt
í Skive, har eg í átta teimum
seinastu dystunum havi
skorað níggju mál. Eg vóni
og vænti, at eg eisini fari at
gera mál í Klaksvík.
Hvat
veist
tú
um
føroyskan fótbólt?
– Einasta ferðin, at eg
havi verið í Føroyum, var
í 1991, tá ið eg var á Vejle
liðnum, sum spældi móti
landsliðnum í Havnini.
John Petersen og eg spæla
saman her í Skive, og eg tosi
sjálvandi við hann. Eg veit
um føroysku spælararnar
í donskum fótbólti. Eg
rokni Toda Jónsson at vera
ein tann besta spælaran,
sum yvirhøvur hevur verið
í superliguni. Tað var
harmuligt, at skaðar skuldu
darva honum so nógv. Hann
kundi spælt alla staðni. Og
so veit eg um Andrew av
Fløtum, Jón Róa Jacosben
og Súna Olsen.
Hvat støðið roknar tú við
at koma til?
– Betri enn tað eg nú spæli
á. Eg veit tað ikki, men eg
rokni við, at bestu liðini
í Føroyum kundu spælt í
næstbestu donsku deildini,
sigur Christian Lundberg,
sum fyribils er bundin
at KÍ restina av hesum
kappingarárinum.
– Eg vóni, at tað fer at
hilnast so mikið væl, at eg
kann halda fram í Klaksvík
næsta ár. Men nú fáa vit
at síggja. Eg taki hetta
sum stóra avbjóðing og
persónliga uppliving.
Søgan
Christian Lundberg hevur
spælt í superliguni, har
hann hevur umboðað FC
Midtjylland, AB, eitt legg í
grikskum fótbólti, AaB og
Randers FC. Har var hann
loystur frá sáttmálanum í
fjør:
– Eg havi altíð havt tað
sum blomman í egginum. Í
fjør fekk eg trupulleikar við
hjartanum, sum góvu seg til
kennar við, at eg kendi meg
innistongdan og trongdan.
Læknarnir søgdu, at eg hevði
eyka kaðal úr hjartanum.
Eg varð skurðviðgjørdur,
og tað gekk fínt. Men
hetta tyngdi meg sinniliga
í meiri enn eitt hálvt ár, og
eg bað um at vera loystur úr
sáttmálanum við Randers,
hóast vit høvdu spælt
okkum í fjórðingsfinaluna
í steypakappingini, sum
Randers nú hevur vunnið, og
hóast vit lógu til at flyta upp.
Eg gavst at spæla fótbólt.
Eftir tríggjar mánaðir kendi
eg meg væl, og síðani havi
eg hjálpt Skive, og nú kom
so tilboðið úr Klaksvík.
Hvussu ert tú fyri?
– Væl hóast tað resta
tíggju prosent í toppformin.
Nógvu royndirnar telja rætta
vegin, og eg vóni, at tað fer
at bera mær til at sleppa
beinleiðis inn á KÍ liðið.
Har fari eg at verða vigaður
út frá málskjótingini. Tað
skilji eg væl, og eg stúri
ikki fyri tí, sigur maðurin,
sum í Klaksvík er keyptur at
verða bombari á sama hátt,
sum eitt nú Kurt Mørkøre
var tað!
– Eg eri vanur við, at tað verður roknað við, at eg skal skjóta mál, og eg plagi at skjóta mál. Og eg
vóni og vænti, at eg eisini fari at gera mál í Klaksvík, sigur maðurin, sum í næstum skal styrkja
um KÍ-álopið
Mynd: Scanpix
Skive kroystir Lundberg at útseta
Hann
skorar mál
Í Skive er tað John
Petersen, sum hevur
verið álopsmakkari hjá
Christian Lundberg
hetta kappingarárið.
Eitt áleyparapar, sum
higartil hevur skotið
Skive væl og virðiliga í
toppin á stigatalvuni.
Og tá núverandi
hjálparvenjarin
hjá
føroyska A-landsliðnum
verður biðin um eina
lýsing av komandi KÍ-
spælaranum,
fellur
svarið alt fyri eitt.
– Hann skorar mál.
Tað hevur hann altíð
duga, og hóast hann
fyllir 36 næstu ferð, so
hevur hann ikki gloymt
hetta kynstrið. Kanska
best undirstrikað við,
at hann hevur skorað í
átta av teimum níggju
dystunum, sum vit hava
spælt í vár.
– Annars er at siga, at
hann arbeiðir hart fyri
liðið og hevur eitt gott
skot við báðum beinum.
Og hann uppsøkir altíð
málmøguleikarnar, sigur
altso John Petersen.
-mørk
Skála-ÍF
í kvøld
Stevnuhýrurin
var
eingin serligur á Skála
sunnudagin. Leygar-
kvøldið gav Skála boð
um, at stevnuróðurin
varð av ongum, nú
veðurlíkindini vóru so
vánalig, og sunnudagin
fekk fótbóltsdysturin
millum Skála og ÍF
somu lagnu.
Dagf inn
Olsen,
dómari, var ikki í iva,
og longu ein tíma undan
dystarbyrjan, staðfesti
hann, at tað var ikki
spælandi.
Saman við feløgum
og dómara hevur FSF
longu ásett nær dysturin
skal spælast, og verður
hetta ætlandi í kvøld
klokkan 19.
-mørk