Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 97 - 22. mai 2006 ] Hóast NSÍ seinastu 20 minuttirnar spældu í yvirtalsstøðu, so vóru tað uttan iva vertirnir, sum iðraðu seg mest um javnleikin í Gundadali Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Triðju ferðina upp í slag átti B36 heimavøll móti einum av liðunum, sum kappast verður við í oddinum. Og triðju ferðina upp í slag mátti árstalsfelagið taka til takkar við javnleiki. Hesa ferð við 1-1. Uppiborin leiðsla Støðugu skaðarnir, sum hava rakt B36 í ár, høvdu aftur hesa ferð við sær, at neyðugt varð við umskipanum á liðnum. Hóast Mikkjal Thomassen var aftur eftir leikbann, og soleiðis kundi loysa Fróða Benjaminsen av á miðvølinum, so hevði venjarin valt at flyta Klæmint Matras niðan úr verjuni eisini, og fyri tað nógva tóktist hetta eisini vera eitt sera gott hugskot. Kropsliga var nevnliga eingin ivi um, hvør átti miðvøllin. Við Mikkjali og Klæminti afturat Hanus Thorleifsson átti heimaliðið ein sentralan miðvøll, ið mest sum ongan nærdyst tapti, og sum hartil eisini í løtum sýndi gott bóltspæl. Fleiri ferðir eydnaðist eisini at skapa vandastøður, tá NSÍ-verjan við skjótum spæli varð spæld bæði fløt og tunn, men nærri enn eini stórbjarging frá Jens Martin Knudsen, tá Hanus Thorleifsson royndi seg, kom B36 tó ikki. Ikki fyrr enn Sonni L. Petersen brádliga varð dømdur fyri – heldur óneyðuga – at hava skumpað Kenneth Jacobsen í bakið við hornasparksstøðu, kom hol á. Hóast mótmæli frá runavíkingum, so ivaðist Eiler Rasmussen ikki í brotssparkinum, og hetta hølvaði Mikkjal Thomassen flatt niður við vinstra stólpa til uppiborna 1-0 leiðslu. Einmansherur Leiðslan helt sær tó bert í fýra minuttir. NSÍ hevði fyri tað nógva lagt upp til kontraspæl, har Óli Hansen var spælstøð, og har Christian Høgni Jacobsen so skkuldi skapa nakað einsamallur. Og tað var eisini júst tað, sum hann gjørdi. Óansið verjuspæl frá B36 hevði við sær, at landsliðsmaðurin brádliga kundi draga inn í brotsteigin. Og tá tríggir verjuspælarar aftraðu seg við at tackla, takkaði toppskjúttin í Formula-deildini fyri álopið og sendi bóltin niður við stólparótina til 1-1. Í roynd og veru, so er ein tann størsta trupulleikin hjá NSÍ helst, at ov nógvar byrður verða lagdar á Christian Høgna. Eina ferð fyri steðgin var um reppið, at hann skoraði til 2-1 eftir somu uppskrift sum við 1-1 málið. Og eina ferð eftir steðgin gjørdist heilt vandamikið, eftir at sami við Christian Høgni fikst við hælinum spældi Jónstein Petersen leysan til innlegg. Í at kalla allar aðrar mátar var tað B36, sum stóð fyri uppbyggjandi spælinum í dystinum. Beint fyri steðgin hevði Jens Martin eina framúr refleks-bjargin, tá Johan Ellingsgaard stútaði úr stuttari fjarstøðu, og eftir steðgin sýndi hann sannan landsliðsklassa, tá hann var skjótur niðri at verja fyri drønskoti frá offensiva samba-bakkinum hjá B36, Alex Jose dos Santos. Yvirvág hóast reytt Tað byrjaði spakuliga at líkjast einum total- dominansi hjá B36, men 20 minuttir fyri leiklok fingu teir eitt álvarslit skot fyri bógvin, tá Jákup Mikkelsen fekk reyða kortið, sum er lýst aðrastaðni á síðuni. Og ivaleyst mundi tað kennast eyka tungt, tá upprunin til støðuna var sjuskut verjuspæl, sum brádliga gjørdist vandamikið, tá eingin sparkaði bóltin av vandaleið. Við einum manni í yvirtali hevði NSÍ nú allar møguleikar, men vandamiklir gjørdust gestirnir mest sum als ikki. Heldur var tað B36, sum áhaldandi legði trýst á í royndini at vinna dystin. Eitt nú hevði innskifti Obi góða roynd, og fleiri ferðir komu hvítu menninir væl ígjøgnum í borðunum, uttan at hetta tó gav opnar møguleikar. Tí vóru tað uttan iva eisini meistararnir, sum iðraðu seg mest um javnleikin. Ikki minst, nú talan varð um triða javnleikin á rað. Javnleikir, sum hava við sær, at munurin fram til oddin nú er øktur upp í fýra stig. Tann munurin er hjá NSÍ fimm stig, men sum so kunnu vespurnar í størri mun góðtaka hetta. Eftir vánaligu byrjanina hava teir nú fingið 11 av seinastu 15 møguligu stigunum, og tí eru teir enn langt ífrá afturúr sigldir í oddastríðnum. Og við útlit til heimadyst móti ÍF, munnu bæði spælarar og viðhaldsfólk hava vón um fulla úrtøku í tí dystinum eisini. Todi sleppur ikki at lesa bløðini Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Start í norsku landskappingini higartil í ár, og karismatiski Start venjarin, Tom Nordlie, hevur heitt á spælararnar um næstu vikurnar at halda seg heilt burtur frá fjølmiðlunum. - Tað er sera týdningarmikið, at vit allir hava fokus á tí, sum tað snýr seg um. Um spælararnir lesa og lurta og síggja alt tað, sum verður skrivað um okkum, so fer tað at órógva teir í fyrireikingunum, og tí er tað best fyri okkum, at vit halda okkum burtur frá fjølmiðlunum, sigur Tom Nordlie. Start misti í evstu løtu Start spældi í gjár ímóti Molde í norsku tippuliguni, og dysturin var spældur í Molde, har besti fótbótlsvøllurin í Noregi er. Todi Jónsson spældi allan dystin í álopinum hjá Start, og longu tá ið 10 minuttir vóru farnir, kom Start fram um 1-0. Málið gjørdi Marius Johnsen. Start helt leiðsluna til tríggjar minuttir inn í yvirtíðina. Beint áðrenn dómarin bríkslaði dystin av, javnaði Molde, og so misti Start tvey týdningarmikil stig. Yvirreageraði Sessaðust við javnleikin Dýrur heimavøllur Jákup Mikkelsen tóktist nakað hugtungur, tá dysturin móti NSÍ varð blástur av. Hjá Jákupi sjálvum var dysturin endaður nakað áðrenn, tá hann fekk ostaskorpuna frá dómaranum í dystinum – Eiler Rasmussen. Reyða kortið var tað fyrsta, sum Jákup hevur fingið øll tey árini, sum hann hevur spælt fótbólt, men hóast irriteraður um hetta, so ásannaði Jákup, at kortið var í lagi. – Eg veit ikki, um Christian Høgni slær meg. Men hann kemur við fullari ferð, og eg fái ein stoyt í høvdið. Og so reageraði eg tíverri soleiðis, sum eg geri. Og hvussu var at síggja seinasta partin av dystinum? – Eg fór beint undir brúsuna, so tað vóru bert teir seinastu 8-9 minuttirnir, sum eg sá. Og tað var sjálvandi einki hugaligt – heldur ikki hóast teir tíggju, sum vóru eftir hjá okkum, vóru ótrúliga raskir, staðfestir Jákup Reyða kortið ber við sær, at Jákup ikki fær verið við, tá B36 hósdagin spælir fjórðingsfinalu í steypakappingini móti B68. -mørk Sum fyrrverandi liðskipari hjá B36, mundi Pól Thorsteinsson hava ein heldur serligan dag, nú hann við NSÍ var á vitjan hjá júst B36. Pól er fastur partur av miðverjuni hjá runavíkingunum, og hann viðgekk eisini, at stórur dentur varð lagdur á verjupartin í dystinum. – Uppleggði hjá okkum var í øllum førum varisligt. Vit hava jú skjótar menn har frammi, og tí varð lagt upp til kontra. Í øllum førum var hetta ætlanin fyrsta partin av dystinum, men vit skiftu nokk ongan tíð spælistíl. Tað tóktist eisini løgið, at tit við 11 móti 10 ikki royndu at trýsta meira. Høvdu tit ótilivitað sett tykkum nøgdar við javnleikin? – Tað høvdu vit kanska. Sjálvandi sigur tú altíð, at tú fert á vøllin fyri at vinna. Hinvegin, so er ein javnleikur í Gundadali ikki nakað vánaligt úrslit, og tí vildu vit kanska ikki satsa ov nógv, soleiðis at vit kanska tveittu alt burtur. -mørk Hjá B36 var talan sunnudagin um fimta dystin á rað í Gundadali. Av hesum var dysturin móti HB tann 26. apríl at rokna sum útidystur, meðan hinir fýra hava verið heimadystir. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan, um sagt verður, at úrtøkan hjá B36 ikki hevur verið nøktandi hesar dystirnar. Bara eina ferð – tann 21. apríl - er B36 farið av vøllinum sum vinnari. Móti HB varð talan um tap, og tríggjar ferðir í slag hevur talan altso verið um javnleikir móti kappingarneytum í oddinum. -mørk NSÌ B36 B36-NSÍ 1-1 (1-1): Meistararnir mistu aftur Fyri fyrstu ferð ígjøgnum nógv fótbóltsár varð Jákup Mikkelsen rikin av vølli. Hóast undirmannaðir seinastu 20 minuttirnar, so megnaði B36 tó at halda eitt støðugt trýst, og tað vildi ikki verið órættvíst, um teir høvdu tryggjað sær sigurin