Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 97 - 22. mai 2006 ] Gestirnir fóru ikki fram við mýkindum, tá tað fyri fyrstu ferð yvir høvur eydnaðist EB/Streymi at taka øll stigini norður um Suðuroyarfjørð Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ongan tíð nakar ivi um, hvat liðið var hitt betra, tá EB/Streymur var á vitjan í Vági sunnudagin. Undan dystinum boðaði stigatalvan frá, at vertirnir máttu roknast sum favorittar, og so løgdu teir líka í hagtølini. Hesi søgdu nevnliga, at tað enn ikki hevði eydnast EB/Streymi at taka øll stigini í Vági, tá kappast hevur verið í fremstu røð. Helt nullið Uppleggið hjá EB/Streymi hevur fyri tað nógva verið rættiliga einfalt, nú teir otað seg alt longur fram. Fyrst og fremst, so hevur liðið verið væl skipað í verjupartinum, og síðani hevur tað gingið skjótt, tá spælt verður frameftir. Tann uppskriftin varð eisini nýtt hesaferð, og fortreytirnar gjørdust ikki verri, tá teir eftir bara átta minuttum løgdu seg á odda. Hetta tá Hans Pauli Samuelsen sendi fríspark beinleiðis í kassan. Marcin Dawid fekk annars fatur á bóltinum, men tá var málverjin longu hálvan metur innan fyri strikuna. Dysturin kundi kanska tikið eina øðrvísi vend, um tað hevði eydnaðist vertunum at javna. Stóra møguleikan til hetta fingu teir eftir hornaspark, men Rene Tórgarð hevði framúr góða bjarging í tveimum atløgum, og eftir tað var avmarkað, hvussu stór mótstøðan hjá gestunum var. Stutt fyri steðgin øktu teir so til 2-0. Sorin Anghel sendi inn um verjuna til Hans Paula Samuelsen. Og tá málverjin fór púrasta skeivur av bóltinum, kundi víkarmaðurin mest sum spáka hann í netið til 2-0. Einvegis Og eftir steðgin var eingin ivi. Hóast ættin nú skifti nakað, soleiðis at EB/ Streymur hevði lotið ímóti báðar hálvleikirnar, so nervaði hetta ikki liðið tað allarminsta. Gert Hansen sendi eitt drønskot yvir hálvan vøllin í kassan til 3-0. Innskifti Leif Niclasen, sum fyri stuttum skeyt sítt fyrsta mál á besta EB/Streyma-liðnum yvirhøvur, økti til 4-0, áðrenn Arnbjørn Hansen setti seinasta seymin. Eitt mál, sum eisini vakti stóra gleði, nú Arnbjørn í nógvum førum hevur verið so sera nær við at fáa glið á málskjótingina. Og sum skilst, so kundi talan eisini verið um væl størri sigur, um tað skuldi verið. Sorin hevði einar tveir stjórar, sum vórðu misnýttir, og eisini í øðrum førum var talan um heilt góðar møguleikar. Aftur í Gundadal Hýrurin á spælarum og viðhaldsfólkum hjá EB/ Streymi mundi ikki gerast verri, tá tey høvdu sessast í bussin, sum skuldi føra tey til Drelnes. Har kundu tey fylgja við í seinastu minuttunum av dystinum í Klaksvík, og fagnaðurin var ovurstórur, tá gøtumenn javnaðu til 1-1. Tað úrslitið ber við sær, at EB/Streymur styrkti um støðuna í oddinum. Og nú er so upp til spælararnar sjálvar, um tann gongdin skal standa við. Komandi umfarið skulu teir til Havnar at spæla móti HB, sum hesaferð vann seg upp á silvurplássið. Tá skal VB/Sumba til Gøtu á møtumikla uppgávu. Ógjørlig er hon sjálvandi ikki, men skal nakað munagott úrslit spyrjast burturúr, so er alneyðugt, at menninir vísa meira, enn teir hava gjørt tær báðar seinastu ferðirnar. Her hava avrikini ikki bent á, at liðið ætlar sær at berjast móti niðurflytingarvandanum, og verður tann hugburðurin ikki broyttur, kann talan heilt skjótt gerast um eina enn truplari støðu í tunga endanum av stigatalvuni. Holst liggur til uppflyting Lyngby vann í gjár heili 6-1 á Skjold í donsku 1. deild, og nú liggur Lyngby á næstfremsta plássinum í deildini. Hetta er eitt pláss, sum gevur beinleiðis uppflyting til superliguna. Lyngby legði harðliga fyri í heimadystinum ímóti Skjold, tí longo eftir 23 minuttir var liðið frammanfyri 3-1. Lyngby skoraði einaferð afturat áðrenn hálvleik, og í seinna hálvleiki øktu teir tvær ferðir. Christian Holst Lamhauge spældi við frá byrjan, men hann skoraði einki mál, áðrenn hann varð tikin út í hálvleikinum. Henrik Larsen vann umsíðir Sunnudagin spældi Holbæk í donsku 2. deild, og tað eydnaðist liðnum hjá Henrik Larsen at vinna hesaferð. Liðið hevur havt trupulleikar seinastu umførini, og tað, sum líktist eini tryggari uppflyting til 1. deild, var blivið meira ivasamt. Holbæk spældi á útivølli ímóti Hvidovre, sum liggur næstfremst, og tí kom tað væl við, at Holbæk vann 1-0. Málið kom í yvirtíðini, men tað hevði við sær, at Holbæk nú aftur er fýra stig frammanfyri næstu liðini í deildini. Broyta hagtølini Tað tykist, sum hevur EB/Streymur veruliga sett sær fyri at bróta allar gamlar fordómar hetta kappingarárið. Í øllum førum hava teir fyrstu níggju umførini vent upp og niður upp á fleiri av teimum hagtølum, sum áður hava gingið teimum ímóti. Móti B68 hevði liðið ongan tíð áður vunnið á heimavølli, men tann reglan varð brotin fyrr í ár. Somuleiðis varð reglan brotin, tá talan var um útidyst móti HB. Har hevði EB/Streymur ikki so mikið sum skorað í landskapping, áðrenn teir brádliga vunnu 3-2 í Gundadali. Og sunnudagin tóku teir so fyri fyrst ferð trý stig í Vági í landskappingardysti í fremstu mansdeildini, og heldur ikki tað hevði liðið roynt áður. -mørk Liðbands- skæði í knænum Talan hevur ikki verið um nakra ovurhonds stuttliga byrjan upp á kappingarárið hjá Bergi Midjord. Í fjør gekst annars somikið væl, at hann endaði árið við landsliðsferð í Ísrael. Eftir skaða á landsliðsferðini í vár, hevur tað verið so sum so við spælitíð, men sunnudagin var hann aftur millum teir fyrstu ellivu hjá B36. Tað gingu tó bara 20 minuttir, áðrenn hann mátti av vøllinum við skaða í knænum, men sum skilst, so var hesin tó ikki álvarsligur. Sjálvur segði Bergur eftir dystin, at talan helst var um okkurt liðbandi, sum var smávegis toygt, men at hann vónaði, at hetta var í lagi longu komandi vikuskiftið. VB/Sumba-EB/Streymur 0-5 (0-2): Munur á samansetingum Bárður Olsen og liðfelagarnir í EB/Streymi vundu burtur úr VB/ Sumba, har ungu menninir als ikki vístu tann hugburð, sum annars gav seks stig upp eina góða viku fyri stuttum Mynd: Áki Bertholdsen EB/Streymur VB/Sumba