mánadagur 22. mai 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 97 - 22. mai 2006 ]
GÍ spenti álopsbogan
í botn síðstu løtuna,
og tá eydnaðist
teimum at javna, eftir
at teir høvdu verið
væl við í spælinum
úti á vøllinum,
meðan heimaliðið
hevði átti uppløgdu
málmøguleikar, sum
vórðu misnýttir
KÍ-GÍ
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar hingu við
høvdinum, og gøtumenninir
fegnaðust, tá ið dómarin
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð í Klaksvík.
Hetta var ikki so undarligt.
KÍ legði seg á odda longu
í 5. minutti, og teir hildu
leiðsluna, inntil vanliga
leiktíðin var farin. Tá javnaði
GÍ, sum í útgangsstøðuni
bara hevði Gunnar Nielsen
á
toppinum,
meðan
Hans Jørgen Djurhuus
lá nakað aftanfyri hann
og frammanfyri hinar
miðvallararnar.
Síðsta korterið høvdu
gøtumenn framt tríggjar
álopskendar útskiftingar
– Áslakur R. Petersen endaði
á vinstra vongverja, har
hann ikki áður hevur spælt
– og hetta vísti seg at vera
gott hugskot. Málskjútti
hjá GÍ var innskifti Sverri
Jacobsen. Hann var púra
leysur mitt fyri málinum,
tá ið hann við høvdinum
stýrdi frísparksinnleggi úr
vinstru frá liðformanninum
Sámali Joensen upp um KÍ
málverjan og í kassan.
Atli Danielsen átti síðsta
fótin á KÍ málinum, eftir at
hornaspark var lagt innfyri.
Tá hevði KÍ havt onkran
møguleika, og tað hevði
einki forgjørt verið í tí, um
heimaliðið hevði økt um
leiðsluna, áðrenn trýstið
undan vindinum linkaði eitt
sindur.
Umstøðurnar vóru ikki til
at spæla fótbólt í Klaksvík.
Høgættin var øgilig, og
hvørki av liðunum megnaðu
at fáa tak á bóltinum og
spælinum.
Paul
Clapson,
sum
hevur verið fremsti KÍ
álopsspælarin, var bæði
leikbannaður og skaddur.
Sinisa Jovanovic, sum
higartil
hevur
verið
verjukendur miðvallari ella
kanska heldur miðverji, var
fremsti maður. Konseptið
tóktist vera, at hann við
høvdinum skuldi stýra høgu
framleggingunum í borðini
til Harley Bertholdsen og
Heðin á Lakjuni.
Hóast teir beinanvegin
fingu eitt mál ímóti sær,
so vóru gøtumenn væl
við í spælinum. Teir
høvdu bóltin eins nógv og
heimamenninir høvdu, men
tað gekk striltið hjá teimum
at spæla seg til upplagdar
málmøguleikar. Meinhardt
Joensen í KÍ málinum var
sera vakin, tá ið teir royndu
at spæla fram ímillum, og
fleiri langskotsroyndir vóru
lítið neyvar – eisini tí at
váti vøllurin og vindurin
órógvaðu nógv.
Fleiri møguleikar
KÍ var meiri miðvíst og
søkjandi í álopsspælinum,
og fleiri ferðir var um
reppið, at KÍ fekk mál. Men
GÍ hevur í Geza Turi framúr
góðan málverja. Einki er at
tosa um, at tað var hann,
sum átti sera stóran lut í, at
tað eydnaðist GÍ at koma
burturúr illveðrinum í
Klaksvík við einum stigi.
Fleiri ferðir var ungverski
málverjin sannur brandur,
og onkra ferðina var hepnið
eisini við honum. Eitt nú
tá ið Hjalgrím Elttør úr
góðari støðu sendi í stólpan,
meðan málverjin mest sum
negldur stóð og hugdi at,
tá ið bólturin umvegis
stólpan rullaði millum
beinini á honum og aftur í
spæl, og tá ið skotroynd hjá
Símuni Joensen rakti í ein
av verjuspælarunum, snýtti
málverjan, sum akkurát fekk
fingrarnar á, so bólturin
sigldi á tvørtræið.
Kristoffur
Jacobsen
hevur ikki fingið nógva
spælitíð á besta KÍ liðnum
í ár. Síðstu løtuna loysti
hann Harley Bertholdsen
av í høgra borði. Kristoffur
gjørdist leysur, eftir at
hann hevði fingið bóltin
stungnan fram ímillum,
men GÍ málverjin vann
tvídystin teirra millum, og
so fegnaðust GÍ spælararnir
og viðhaldsfólkini.
GÍ hevði fingið tað
burturúr, sum teir vóru
komnir eftir. Gøtumenn
høvdu sera góðan hugburð.
Tað kendist sum vátur klútur,
tá ið teir beinanvegin fingu
mál ímóti sær, men teir
góvust ikki á hondum. GÍ
liðið, sum sammett við í fjør
er hamskift, stríddi seg til eitt
stig, og um teir høvdu havt
verið heilt hepnir, so høvdu
teir eisini havt skorað eitt
mál afturat. Men tað hevði
havt verið mest sum ov nógv
av tí góða!
KÍ hevur stórar ætlanir.
Um tær skulu gerast til
veruleika, so skulu teir í
Klaksvík fáa meiri burturúr
á heimavølli, enn teir higartil
hava gjørt. Javnleikurin móti
GÍ var tann triði í hesum
kappingarárinum. KÍ hevur
bara vunnið á heimavølli
móti VB/Sumba!
GÍ hevur bara tapt á
útivølli móti oddaliðnum á
Eiði. Javnleikurin móti KÍ
var tann triði á útivølli.
Start ger ikki meira við David
Danski álopsspælarin David Nielsen, sum Todi Jónsson áður hevur spælt
saman við í FCK, var herfyri í Start og hugdi eftir umstøðunum. David
Nielsen hevur ongan sáttmála til eftir summarsteðgin, og nú leitar hann
eftir nýggjum felag. Tað verður tó neyvan Start, sum hann skal spæla fyri,
tí ítróttarstjórin í felagnum heldur ikki, at Start hevur ráð til hann.
- Fleiri feløg liggja fram við eftir honum, og vit eru ikki felagið við teimum
flestu pengunum, so eg rokni við, at hann verður ov dýrur til okkum, sigur
Trond Are Gjone.
Ítróttarstjórin kann ikki lova, at Start fer at styrkja hópin hjá sær í summar,
tí hann veit ikki, hvussu nógvar pengar, hann fær at ráða yvir til nýggjar
spælarar beint nú.
Watford í Premier League
Sunnudagin var finalan um uppflyting til Premier League spæld í
Cardiff. Watford og Leeds spældu ímóti hvørjum øðrum, og hetta eru
tvey feløg, sum áður hava spælt nógv í bestu ensku fótbóltsdeildini.
Dysturin sunnudagin endaði eitt sindur óvænta við, at Watford vann 3-
0. Teir komu á odda 1-0 í hálvleikinum, og so hvørt sum Leeds satsaði
meira fyri at javna, økti Watford um leiðsluna. Tað eru liðin seks ár,
síðani Watford seinast spældi í Premier League.
Taptu tvey
og vunnu eitt
Úrslitið var 1-1 og eitt
stig í part. Men lagið var
heilt ymiskt í KÍ og GÍ
legunum, tá ið stríðið
var lokið.
– Vit ætlaðu okkum at
fáa stig við til hús aftur.
Leingi sá tað einki út,
men vit høvdu góðan
hugburð og stríddust
fyri søkini, og stútarin
hjá Sverra Jacobsen
var fínur, staðfestir væl
nøgdi GÍ miðvallarin
Hanus Jacobsen, sum
heldur, at uppgerðin
átti ikki at verið spæld
í gjár:
– Vindurin var nógvur,
og tilvildin hevði stórt
árin. Eitt nú tá ið teir
fingu mál, var vindurin
nógv uppií.
GÍ skal næstu vikurnar
spæla móti VB/Sumba,
B68 og ÍF.
–
Á
pappírinum
kundi hetta sæð út at
verið lættari dystir,
enn teir vit hava spælt
seinastu vikurnar. Men
vit hava fokus bara á
næstu uppgávuni, og
hon er steypardysturin
í Klaksvík hósdagin,
sigur GÍ miðvallarin.
Millum
klaksvík-
ingarnar var lagið einki
serligt. KÍ kendi seg
at havaz mist tvey stig
í staðin fyri at hava
vunnið eitt.
– Veðrið var soleiðis,
at tað ikki bar til at spæla
rættuligan fótbólt. Men
tað kunnu vit ikki brúka
til nakað nú. Vit høvdu
fleiri møguleikar at gera
mál – bæði í 1. og 2.
hálvleiki. Tað megnaðu
vit ikki, og tí kunnu
vit illa leggja orsøkina
fyri mistu stigunum
nakra aðra staðni enn
á okkum sjálvar, heldur
KÍ miðvallarin Símun
Joensen.
Eftir steypadystin
hósdagin skal KÍ longu
leygardagin
spæla
landskappingardyst á
Norðoyastevnu ímóti
B36.
– Vit hava mist seks
stig á heimavølli í
trimum teimum fyrstu
royndunum. Tað er ikki
nóg gott, og nú verður
avbjóðingin eins stór,
sum hon var hesa ferð.
KÍ-GÍ 1-1 (1-0):
Klaksvíkingar vóru vónbrotnir
Veðrið var av tí allarringasta, men bæði spælarar og dómari gjørdu av at royna, og varð dysturin
í Klaksvík hóast alt avgjørdur
Mynd: Álvur Haraldsen
GÍ
KÍ