Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 97 - 22. mai 2006 ] HB fekk trý stig á Toftum og er ósigrað seks tær seinastu ferðirnar og næstfremst, og tapið ber við sær, at B68, sum nú er næstaftast, einki hevur fingið burturúr fimm teimm seinatu umførunum B68-HB Jóannes Hansen Tað var toppur móti botni á Svangaskarði. HB, sum eftir trilvandi fyrstu umførini rættuliga hevur fótað sær og við risafetum tekur seg fram móti toppinum, hevði breidd og tyngd. B68, sum eftir góða úrtøku fyrstu ferðirnar, púra er steðgað upp, royndi at koma afturíaftur, tá ið Øssur Hansen eftir rúmt korter í 2. hálvleiki hevði minkað um munin. Men botnliðum so líkt so hilnaðist tað ikki væl hjá toftamonnum. Tað vóru onkra ferðina spentar støður frammanfyri HB málið, men tað spurdist ikki meiri burturúr enn nær við og næstan. Samstundis vóru tað eisini spentar støður frammanfyri B68 málið, sum væl kundu borið við sær, at HB leiðslan varð økt. Eitt nú tá ið innskifti Tór-Ingar Akselsen misnýtti heilt góðan møguleika. Ungu menninir hava fótað sær Ein av trupulleikunum á Toftum er, at ungu menninir, sum seinastu árini hava fingið møguleikan at spæla seg til fast pláss á besta liðnum, tykjast hava ilt við at vísa støðugu avrikini, ið eru alneyðug hjá teimum, sum tað verður roknað við skulu bera liðið. Í HB hevur Krzystof Popczynski, sum millum spælararnar er sera nógv avhildin venjari, givið fleiri ungum spælarum møguleikan at vísa, hvør dugur er í teimum. Tað skinklaði eitt sindur í fyrstu umførunum. Men ungu menninir hava so við og við fótað sær, og at tað nú gongur sum eftir ánni hjá teimum sást væl í 1. hálvleiki á Svangaskarði. Tað var um reppið, at líkindini vóru so mikið ólagalig, at dómarin noyddist at avlýsa. Í sovornum førum plaga HB spælarar ikki at trívast nakað serligt. Men tað tóktist ikki at bila hjá ungu og góðu spælarunum. HB fekk tvey mál í 1. hálvleiki, og í báðum førum vóru málskjúttarnir úr yngra ættarliðnum, sum tað verður roknað nógv við. Emil Nolsøe Leifsson skoraði fyrra málið, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Tað var fyrsta HB royndin undan vindinum og ímóti málinum hjá Tórða Thomsen, tá ið Emil Nolsøe Leifssonm, sum var sera eyðsýndur á miðvøllinum, tamdi og smekkaði til úr stórari fjarstøðu, eftir at B68 verjan hevði roynt at beina burtur. Og HB hevði ikki havt stórvegis av málsóknum afturat at bjóða uppá, tá ið teir stórar tíggju minuttir undan steðginum fingu møguleikan og tóku av. Páll M. Joensen hevði fingið møguleikan í høgra álopsborði fyri skadda Jákup á Borg. Hann fekk fatur á langari framlegging, og so lyfti hann bóltin upp um málverjan og í B68 málið. HB leiðslan kendist ikki heilt trygg, tí B68 hevði alt meiri fríska lotið undan í 2. hálvleiki. Øssur Hansen minkaði um munin, tá ið hann sendi fríspark í HB málið. So var tað, at spentar støður stóðust í báðum endum. B68 spælararnir vístu góðan hugburð og royndu at stríðast, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál. Unga HB liðið stóð royndina so rudduliga. Fyrr í vár hava teir fleiri ferðir prógvað, at teir eiga betri fótbóltslið enn teir flestu. Á Svangaskarði sunnudagin vístu teir eisini, at nú kann roknast við, at HB eisini kann fáa stig og vinna sigrar, tá ið líkindi og umstøður ikki eru til at spæla, og tá ið tað er serliga neyðugt at stríðast. Teir, sum loystu av, stóðu einki aftanfyri hinar, sum høvdu verið á vøllinum frá fyrsta bríksli. Dawson hevur fingið boð Tá ið enski landsliðsvenjarin í fótbólti herfyri tók 23 spælarar út til hópin, sum skal við til HM-endaspælið í Týsklandi, heitti hann samstundis á nakrar aðrar spælarar um at halda seg til reiðar at koma við, um okkurt avboð kom. Ein teirra var verjuspælarin Luke Young hjá Charlton, men hann hevur nú givið avboð. Ístaðin hevur Sven Gøran Eriksson sent boð eftir Tottenham- verjuspælaranum Michael Dawson, sum enn ikki hevur spælt á enska a-landsliðnum. Hann hevur tó verið stuðulsspælari á U21 landsliðnum, til hann fyri kortum gjørdist ov gamal til tað landsliðið. Metboð vórðu vrakað Næstformaðurin í fótbóltsfelagnum Arsenal sigur um vikuskiftið við Sunday Express, at felagið hevur vrakað tvey metstór tilboð upp á álopsspælaran Thierry Henry. Tað hevur í eina tíð verið ivi um framtíðini hjá Henry í Arsenal, men í síðstu viku skrivaði hann undir nýggja fýra ára avtalu við Arsenal. – Tvey sponsk feløg hava givið okkum sera stór tilboð upp á Henry, men vit takkaðu nei, sigur David Dein við Sky Sports Lítil ivi er um, at tað eru Real Madrid og Barcelona, sum hava roynt at keypa Henry frá Arsenal. Øssur mynstrar av B68 tapið á heimavølli sveið sjálvandi. Nú eru toftamenn, sum í vár løgdu bragdliga fyri, næstaftastir, og um tað eydnast ÍF at vinna á Skála í kvøld, so verður B68 aftast. Enn eru átjan umfør og tað vil siga heil kapping eftir at spæla, og nógv kann venda upp í oktober, sum nú vendir niður. Sunnudagin skal B68 inn á Skála, og tá verður rættuliga talan um lyklauppgerð. Støðugasti B68 spælarin í ár og nógvu tey undanfarnu árini hevur verið Øssur Hansen. Hann fer í vikuni av landinum í arbeiðsørindum. Øssur verður burturi í tvær og heima í tríggjar vikur. Tað verður tosað og skrivað um, at onkur útlendskur spælari skal koma til Toftir at hjálpa til. Leiðlsan í felagnum hevur ongar viðmerkingar um hetta. Julian Johnsson er framvegis skaddur, og tað er ikki greitt enn, nær hann verður tøkur. Hugsar ikki um FM HB venjarin, Krzystof Popczynski, var ovur- fegin um stigini á Svangaskarði: – Seinastu seks ferðirnar hava vit ikki tapt. Vit hava vunnið fýra ferðir, og vit hava megnað javnleik í torføru uppgerðini í Klaksvík og á Skála, har umstøðurnar ikki vóru góðar, og har vit kanska vóru óhepnir. Ert tú nøgdur við leikliga avrikið? – Í 1. hálvleiki høvdu vit takið, men vit spældu okkum ikki til møguleikar. Eftir steðgin øtlaði veðrið, og vit vóru minni skipaðir. Jákup á Borg var ikki við? – Vit hava nógvar spælarar at velja ímillum, og hesa ferð gjørdu vit av at spara Jákup, sum hevur spælt rættuliga nógv. Hann verður við aftur móti EB/Streymi. Tað verður rættur toppdystur? – Vit hugsa ikki um at vera á odda. Málið hjá okkum er í ár at vera millum fýra tey bestu. Jú, tað verður toppdystur. Um vit ikki vinna móti teimum, so verður munurin seks stig fram til teirra, og tað er rættuliga nógv, staðfestir HB venjarin. -jh B68 B68-HB 1-2 (0-2): Tað gongur við fullari ferð Johan Ejvind Restorff Mouritsen byrjaði annan dystin á rað millum teir fyrstu ellivu hjá HB Mynd: Álvur Haraldsen HB