mánadagur 22. mai 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 97 - 22. mai 2006 ]
Toppuppgerðin varð
útsett, og trý tey
næstu fingu øll fulla
úrtøku í 9. umfari,
tá ið AB gjørdi
orduligan vørr í
Sørvági
1.DEILD
Jóannes Hansen
Veðrið var so vánaligt í
Leirvík leygardagin, at tað
ikki bar til at spæla fótbólt.
B71, sum er næstovast á
støðutavluni, vitjaði LÍF,
sum er ósigrað oddalið. Teir
royndu at spæla, men tá ið
fyrra umfarið var hálvleikt,
gjørdi dómarin, Jónleif
Frederiksen, av, at tað ikki
bar til at spæla. Í staðin
fyri at spælararnir stýrdu
bóltinum, so var vindurin
høvuðsleikarin, og tað bar
ikki til. Tá ið dómarin blásti
av, var einki mál komið í
Leirvík.
Toppdysturin
verður
spældur í hesi vikuni. Hóast
tey hava spælt ein dyst færri
enn hini feløgini, so eru LÍF
og B71 ovast á støðutalvuni.
FS Vágar04, AB og TB
fingu fulla úrtøku, og harvið
løgdu tey eitt sindur av trýsti
á toppliðini.
FSVágar 04-KÍ 3-1
Síðstu ferðirnar hevur tað
gingið sum eftir ánni hjá
FSV04. Tað gjørdi tað
eisini leygardagin, tá ið
teir næstbestu í KÍ vitjaðu.
Heimaliðið slerdi tónan
ann beinanvegin í keðiligu
líkindunum. Eftir horna úr
vinstru var Jákup G. Joensen,
ið var komin úr útlondum at
hjálpa til, hægstur, bólturin
støkk í klaksvíking og fór
í málið.
Bara fýra minuttir seinni
var 2-0. Elfinn Ørvarodd,
sum í fjør royndi at vinna
sær pláss á besta KÍ liðnum,
smekkaði til úr høgru og
nakað uttanfyri brotsteigin.
Málverjin tóktist hava tak
á, men hann misti bóltin í
málið og so var 2-0.
Eftir at heimaliðið hevði
økt um leiðsluna, dovnaði
spælið hjá teimum nakað.
KÍ kom meiri við, og tá ið
stórur hálvur tími var farin,
minkaði ágrýtni Jósup
Henriksen um munin til 2-1.
Undan steðginum økti Birgir
Joensen um munin til 3-1.
Hann sneiddi framvið fleiri,
áðrenn hann sendi bóltin í
málið.
Í 2. hálvleiki kom einki
mál. Báðir partar spældu
seinna partin av 2. hálvleiki
við tíggju monnum. Serliga
klaksvíkingar hildu, at
seinna gula kortið, sum
teirra útvísti maður fekk,
var bíligt.
SÍ-AB 0-5
Argjamenn kendu framvegis
sviðan av mistu stigunum
móti FSV04 á heimavølli, tá
ið teir fóru til Sørvágs. AB
hevur fingið nýtt álopspar.
Dion Jacobsen og Tony
Rasmussen staðfestu við
tveimum málum í part, at
tað er dugur í teimum.
Dion Jacobsen setti hol á
í 12. minutti, eftir at Allan
Mørkøre hevði lagt innfyri.
Tony Rasmussen økti til
2-0 stutt undan steðginum,
eftir at Dion Jacobsen við
høvdinum hevði spælt hann
leysan. Eftir steðgin var
tað bara ein spurningur
um, hvussu stórur AB
sigurin skuldi verða. Tony
Rasmussen økti til 3-0 eftir
innlegg úr høgru og eitt
sindur av aftur og fram,
Dion Jacobsen økti til 4-
0 eftir uppspæl í vinstru,
og liðformaðurin Allan
Mørkøre staðfesti rimmar
5-0 sigurin, eftir at Dion
Jacobsen hevði spælt hann
leysan.
Royn-HB 1-5
Havnarmenninir hildu seg
vera illa mannaðar, tá ið
teir fyrrapartin leygardagin
fóru suður við Smyrli. At tað
kortini eydnaðist teimum at
vinna 5-1 sigur eisini nakað
um, hvussu støðan er við
fótbóltinum í Hvalba.
Uni Arge var sannur
brandur í HB álopinum.
Uni setti hol á miðskeiðis í
1. hálvleiki, og tað var hann,
sum stutt undan steðginum
tiltuskaði sær brotssparkið,
sum Jan C. Dam, ið saman
við John Eystberg hevur
ábyrgdina av næstbesta HB
liðnum, umsetti.
Átta minuttir eftir steðgin
var Uni Arge aftur upp á
spæl. Tveir minuttir seinni
sendi Jens Kristian Joensen
hornaspark beinleiðis í HB
málið. Bárður Mittelstein
økti til 4-1, og Uni Arge
kroysti ein heimamann at
gera sjálvmál, tá ið tveir
minuttir vóru eftir.
VB/Sumba-TB 0-2
Veðrið var gott á Vágseiði,
men spælið var einki at
reypa av. Undan steðginum
vóru fáir møguleikar, og tá
kom einki mál.
Síðsta korterið fekk
TB tvey mál. Tað fyrra
skoraði Einar Petersen. Av
miðjuni royndi hann seg við
frísparki. Málverjin, sum
eitt sindur óskiljandi leyp
út úr málinum, fór skeivur
av bóltinum, sum sigldi í
málið.
Seinna málið skoraði
innskifti Búi Mortensen.
Bólturin varð lagdur inn um
verjuna, har Búi Mortensen
rann frá verjuni og lyfti bóltin
í bleytum boga upp um VB
málverjan, tá ið hesin var á
veg úr málinum.
Súni stóð seg væl í Brøndby
Súni Olsen spældi við frá byrjan, tá ið AaB spældi á útivølli
ímóti Brøndby í Viasat Cup í gjár. AaB var betra liðið stóran
part av dystinum, og tað var eisini liðið úr Aalborg, sum
legði seg á odda eftir 20 minuttir. Súni Olsen varð við í
uppspælinum til málið, sum Poul Hubertz skoraði. Súni
Olsen hevði løtu seinni eina naska roynd. Tá ið 12 minuttir
vóru eftir, varð Súni Olsen skiftur út, og tá ið fimm minuttir
manglaðu av dystinum, javnaði Brøndby til endaliga úrslitið
1-1.
Michael Laudrup gevst í Brøndby
Í felags tíðindaskrivi í gjárkvøldið boðaði danska fótbóltsfelagið Brøndby og núverandi
venjararnir hjá teimum, Michael Laudrup og John Faxe Jensen, at tað ikki hevur eydnast
at koma ásamt um nýggjan sáttmála, og at samstarvið tí heldur uppat 30. juni, tá sáttmálin
er úti.
Bæði felag og venjarar siga seg vera kedd um, at tey ikki kundu koma ásamt um eina
semja. Nevndarformaðurin Ejvind Søvndal sigur við Berlingske Tidende, at nevndin er
væl nøgd við arbeiðið hjá Laudrup og Jensen, og tí hevði nevndin í felagnum fegin vilja
longt sáttmálan.
Seinastu vikurnar hevur Laudrup verið settur í samband við starvið sum nýggjur venjari
í Real Madrid.
Úrslitini
í 1. deild
FS Vágar
04-KÍ 3-1 (3-1)
1-0: sjálvmál 4.
2-0: Jack Johansen 8.
2-1: Jósup Henriksen
32.
3-1: Birgir Joensen 44.
Reytt kort: Hans Mikael
í Mittúni, KÍ (2 gul),
65., og Elfinn Ørvarodd,
FSV04 (2 gul) 67.
SÍ-AB 0-5 (0-2)
0-1: Dion Jacobsen 12.
0-2: Tony Rasmussen
41.
0-3: Tony Rasmussen
67.
0-4: Dion Jacobsen 79.
0-5: Allan Mørkøre 80.
Royn-HB 1-5 (0-2)
0-1: Uni Arge 26.
0-2: Jan C. Dam br 44.
0-3: Uni Arge 53.
1-3: Jens Kristian
Joensen 55.
1-4: Bárður Mittelstein
86.
1-5: sjálvmál 88.
VB/Sumba-TB
0-2 (0-0)
0-1: Einar Petersen 76.
0-2: Búi Mortensen 82.
LÍF-B71 útsettur
Talan gjørdist um tryggan útisigur, tá HB var á vitjan í Hvalba hjá framvegis stigaleysa Royn
Mynd: Áki Bertholdsen
Trýst verður lagt á oddaliðini