Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 97 - 22. mai 2006 ] – Onkur hevur sagt, at ein fráfarandi leiðari er ein, ið hevur givið upp. Soleiðis havi eg tað ikki, og eg fari hesi komandi tvey árini framhaldandi at leggja stóra orku í at røkja hetta álit eftir míni bestu sannføring, segði Heðin Mortensen, sum leygardagin tók við sínum seinasta skeiði sum forseti í Ítróttarsambandi Føroya ÍSF-forsetin Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á aðalfundinum hjá ÍSF leygardagin var Heðin Mortensen afturvaldur til eitt nýtt tvey-ára skeið sum forseti, meðan Katrin Joensen varð afturvald til nýtt eitt-ára skeið sum varalimur í starvsnevndini. Bæði vórðu vald uttan mótvalevni. Men hetta er seinasta forsetaskeiðið, ið Heðin Mortensen nú byrjar. Í formansfrágreiðing síni segði hann soleiðis: – Í fjør vóru 25 ár liðin, síðani eg tók við sum forseti í Ítróttasambandi Føroya, og eg kann framvegis bert ásanna, at hetta hevur verið ein stak góð og rík tíð, sum bæði hevur verið mennandi og spennandi. Hetta hevur verið besta tíðin í mínum lívi. – Við stórum takksemi kann eg líta aftur á hesi mongu árini, har talan hevur verið um vítt og breitt samstarv við mong menniskju, ið øll hava havt eitt bankandi hjarta fyri ítróttini. Hetta hevur verið bæði spennandi og mennandi, ikki minst fyri meg persónliga. Punktum sett Heðin Mortensen hevur róð fram undir, at næstu tvey árini verða seinasta skeiðið hjá honum sum ÍSF-forseti, og hetta staðfesti hann eisini í síni formansfrágreiðing. – Sjálvur haldi eg tað vera rættast at siga frá í góðari tíð, nú eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at hetta verður mín seinasta seta sum ÍSF-forseti og at eg ikki fari at taka við afturvali um tvey ár. – Onkur hevur sagt, at ein fráfarandi leiðari er ein, ið hevur givið upp. Soleiðis havi eg tað ikki, og eg fari hesi komandi tvey árini framhaldandi at leggja stóra orku í at røkja hetta álit eftir míni bestu sannføring. Avbjóðingarnar fyri framman eru nógvar og stórar, og tær skulu ikki bíða í tvey ár, tí nógvar av teimum krevja, at brotið verður upp um armar her og nú. – Tað verður eisini gjørt, men við hesi fráboðan vóni eg, at høvi verður givið til umhugsni og ta fyrireiking, ið krevst, tá nýggj leiðsla Gult kort gevur útvísing í 10 minuttir Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur gjørt av, at eitt gult kort, sum verður givið í einum unglingadysti eftir 1. august í ár, skal hava við sær útvísing úr dystinum í 10 minuttir. Harvið skal liðið hjá spælarunum klára seg við 10 spælarum í 10 minuttir. Um ein spælari fær fær gult kort í dysti, skal hetta ikki skrivast á dómaraseðilin. Sostatt fylgjur kortið ikki við til næsta dyst og ber tað ikki til at fáa leikbann orsaka av fleiri gulum kortum í fylgjandi dystum. Um leikari fær 2 gul kort í einum dysti, og harvið fær tað reyða kortið, má lið hansara leika við 10 leikarum restina av dystinum, eins og vanligt. – Endamálið við hesari broyting er, at leikarar fáa størri virðing fyri gulu kortunum, so at hesir verða betri skúlaðir og klárir til avbjóðingini tá teir koma til vaksnamannadeildirnar, sigur FSF í skrivi. Nistelroy nú upp á tal í Chelsea Enska blaðið News of the World vil verða við, at Chelsea liggur fram við at keypa Ruud van Nistelroy frá Manchester United. Nistelroy er blivin óklárur við venjaran Alex Ferguson, og roknað verður við, at Nistelroy verður seldur í summar. Ferguson vil helst selja Nistelroyn av bretska meginlandinum, men tá ið Ferguson samstundis er áhugaður í at keypa Eidu Smára Gudjohnssen í Chelsea, kann tað møguliga koma upp á tal, at Nistelroy fer øvugtan veg. Nýggju lógirnar innan fótbóltin gera, at bygnaðurin av ÍSF má endurskoðast, um talan framvegis skal vera um ein felagsskap fyri samlaðu føroysku ítróttafamiljuna ÍSF Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á eykaaðalfundi fyrst í hesum mánaðinum samtykti eykaaðalfundur í Fótbóltssambandi Føroya nýggjar lógir. Tað er greitt at hesar lógir í fleiri førum ikki eru í samsvari ella sambæri við lógirnar hjá Ítróttasambandi Føroya. Tí slepst ikki undan, at henda broyting í FSF eisini fær avleiðingar fyri ta lógarskipan, sum ÍSF hevur. Ásannandi at føroysk ítrótt er á einum vegamóti er settur arbeiðsbólkur, ið skal endurskoða allan ÍSF bygnaðin og tær lógir og reglugerðir, ið eru galdandi. Úrslitið av arbeiðinum hjá hesum bólki skal leggjast fyri eykaaðalfund, ið verður hildin um miðjan november. Av tí at hetta arbeiði er byrjað samtykti ein samd stjórn at framløgan av nýggju FSF- lógunum ikki verður fyrr enn á eyaaðalfundinum. Heðin sær endan fyri framman – Avbjóðingarnar fyri framman eru nógvar og stórar, og tær skulu ikki bíða í tvey ár, tí nógvar av teimum krevja, at brotið verður upp um armar her og nú, segði Heðin Mortensen á ÍSF- aðalfundinum leygardagin ÍSF skal endurskoðast Bíða eftir Gibraltar Tá Føroyar upp-runaliga søktu umOlympiskan limaskap í 1984, uppfyltu vit allar treytir fyri upptøku, um hugsað verður um tjóðskaparliga partin. Hesa umsókn hevur IOC ongan tíð havnað, og nú reglurnar fyri upptøku eru broyttar, er tað tí avgerandi, at Føroyar halda fast um longu sendu umsóknina. Og ikki minst teimum treytum, sum tá vóru galdandi. Samstundis er møguleiki fyri, at eitt sakarmál, ið Gibraltar hevur reist mótvegis IOC, kann hjálpa Føroyum. Gibraltar vil nú hava IOC at viðerkenna, at mismunur varð gjørdur, tá tey sendu sína umsókn inn, og at umsóknin tí eigur at verða viðgjørd eftir teimum reglum, sum vóru galdandi, tá umsóknin varð latin IOC. – Frá keldum í IOC hava vit frætt, at um Gibraltar fær viðhald í hesum sakarmáli, verða bæði Gibraltar og Føroyar upptikin sum limir, segði Heðin Mortensen í formansfrágreiðng síni. -mørk