mánadagur 22. mai 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 97 - 22. mai 2006 ]
Sum væntað
høvdu føroyingar
trupulleikar
ímóti hollendsku
stórmeistarunum
í 1. umfari í
talvolympiaduni.
Úrslitið varð 4-0 til
Holland
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Vónirnar um eitt gott
føroyskt úrslit eru bjartar.
Liðið verður mett at vera eitt
hitt sterkasta nakrantíð, hóast
eitt nú Heini Olsen vantar
á liðnum. Talvolympiadan
verður telvað í Torino í
Italia.
Føroyska landsliðið er
soleiðis mannað. 1. John
Arni Nilssen 2. Martin
Poulsen 3. John Rødgaard
4. Helgi Dam Ziska og 5.
borð og eykamaður er Hans
Kristian Simonsen.
Eingin Sokolov
Spennandi var at síggja,
hvussu hollendarar fóru at
manna sítt lið, tá ið paringin
til 1. umfar varð kunngjørd.
Sterka stórmeistaraliðið
hevur nevniliga gamla
føroyavinin Ivan Sokolov á
1. borði. Teir valdu at spara
sterka trumfin til sterkari
mótstøðu og John Arni hitti
tí Sergei Tiviakov (2669).
John R. og serliga Helgi
høvdu møguleikar til okkurt
stigið í dystinum. Helgi
hevði betri støðu ímóti GM
L´Ami, tá ið hann sum skilst
tapti uppá tíð. John hevði
leingi tamarhald á Van den
Doel (2579), men fór út í
eitt verri endatalv og tapti.
John Arni varð spakuliga
kroystur, meðan Martin
leikti skeivt tíðliga og tapti
eftir einans 18 leikir ímóti
Nijboer (2584).Tískil eitt
greitt tap ímóti nógv sterkari
mótstøðu.
Føroyar hitta sum oftast
sera sterk lið í 1. umfari,
og mangan hava føroyingar
fingið stig, men soleiðis
varð ikki á hesum sinni.
2. umfar
Liechtenstein
verður
mótstøðulið føroyinga í 2.
umfari. Liechtenstein er
styrkismett nr. 116 í mun til
føroysku styrkismetingina,
sum er nr. 80 av 152 londum.
Góð útlit eru tí fyri einum
sigri til okkara menn
mánadagin 22. mei.
Topalov enn einaferð
Heimsmeistarin úr Bulgaria
endurvann Mtel Masters,
sum varð telvað í Sofia.
Eins og í fjør varð tað ein
øgiligur endaspurtur, sum
gav Veselin Topalov 1. pláss
í hesari krútsterku kapping.
Tað var annars afturvendi
Gata Kamsky úr USA, sum
legði bragdliga út og hevði
leiðsluna áðrenn seinasta
umfar.
Í
næstseinasta
umfari
fekk
Topalov
Kamsky aftur, tá ið hann
vann ruddiliga við svarta
fólkinum á amerikanska
stórmeistaranum. Kam-
sky, ið var lægst rataður,
hevði
eina
framúr
kapping og hevði størstu
ratingframgongdina.
Topalov vann fýra síni
seinastu talv og fekk loksins
6,5 stig av 10 møguligum.
Kamsky varð nr. 2, meðan
Viswanathan Anand varð
tann triðji í røðini.
Endaliga støðan í Mtel
Masters
1. Topalov, Veselin BUL
2804
6.5/10
2. Kamsky, Gata USA
2671
6.0
3. Anand, Viswanathan IND
2803
5.5
4. Svidler, Peter g RUS
2743
5.0
5. Bacrot, Etienne g FRA
2708
3.5
6. Ponomariov, Ruslan g
UKR 2738
3.5
Talvið
hesa vikuna
Kamsky,G (2671) -
Topalov,V (2804)
Mtel Masters (9),
20.05.2006
1.e4 c5 2.Rif3 d6
3.d4 cxd4 4.Rixd4
Rif6 5.Ric3 a6 (Tá
svartur vil vinna, er
Naidorfvarianturin í
sisilionskum eitt framúr
vápn, serliga tá ein dugir
byrjanina eins gott sum
Topalov...) 6.Bg5 e6
7.f4 Fb6 8.Rib3 Be7
9.Ff3 Ribd7 10.0–0–0
Fc7 11.Bd3 b5 12.Rhe1
Bb7 13.Fh3 b4 14.Rib1
e5! (Passiviserar bispin
á d3 og búrar somuleiðis
b3-riddaran enn meira
inni) 15.Ri1d2 a5
16.Kb1 a4 17.Ric1 0–0!
(Eingin vandi er á ferð
kongamegin, og Topalov
fær nú rókin við í spæl)
18.Rie2 Rfc8 19.Rig3
g6 20.Ric4 Ba6 21.b3
axb3 22.cxb3 Ric5
(Svartur hevur greiðan
fyrimun við sínari góðu
og risikofríu álopsstøðu)
23.Rie2 Rifxe4 24.Bxe7
Fxe7 25.Bxe4 Rixe4
26.Rib6
Diagram
Støðumynd
eftir
26.Rib6
26…Fa7!
(Peikar
náðileyst ímóti nakna
konginum) 27.Rixa8
Rxa8 28.a4 (Besta
verja, men nyttuleys
í longdini) 28...Bxe2
29.Rc1
(29.Rxe2
Ric3+) 29...Ff2 Kamsky
gavst í vónleysari støðu.
Topalov í essinum! 0–
1
Føroyar tapti ímóti Hollandi
Veselin Topalov endurvann krútsterku Mtel Masters. Eftir seks tey fyrstu talvini hevði hann annars bert 2,5 stig, men fýra sigrar á
rað fluttu hann í toppin av talvuni
Andrew framvegis skaddur
Føroyski álopsspælarin var ikki við á liðnum hjá Fremad
Amager, sum í gjár vann 3-0 ímóti Kolding á útivølli. Andrew
var als ikki við í hópinum til dystin í Kolding, og orsøkin til
tað var, at hann er skaddur. Tað gekk strúkandi hjá Fremad
Amager, sum vann ein sera góðan sigur á útivølli. Fremad
Amager liggur nú sum nummar 6 í donsku 1. deild.
Rógvi í brennideplinum
Tað hevur hilnaðist væl í gjár og fyrradagin hjá teimum báðum føroyingunum í íslendskum
fótbólti.
Fyrradagin vann Keflavík 2-1 á heimavølli móti Víkingi. Sigursmálið fingu teir í evstu
løtu. Símun Samuelsen var alla tíðina í álopinum hjá Keflavík. Í gjár vann KR 2-1 í
Akranesi. Rógvi Jacobsen var alla tíðina í KR álopinum. Rógvi legði upp til 1-0 málið,
tá ið 20 minuttir vóru farnir. Tríggjar minuttir fyri leiklok, tá ið støðan var 2-1 til KR, var
Rógvi aftur í brennideplinum. Tá varð ÍA málverjin rikin av vølli fyri at hava sligið Rógva
Jacobsen.