mánadagur 1. mai 2006síða 1
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 23. mai 2006
5
Tað byrjaði sum
eitt veruleikafjart
hugskot, men við eini
trúgv uppá egin evnir
og einum øgiligum
ágrýtni, eydnaðist tað
teimum at fáa fyrsta
føroyska sjampoið
nakrantíð út á
handilshillarnar
UNGT VIRKI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað eru tey trý Bogi Berg,
Maria Neshamar og Sverre
T. Johannesen, sum eru
høvdini aftanfyri sjampoið
Fríska. 19 ára gamli Bogi er
stjóri og framleiðslustjóri.
Maria er marknaðarleiðari
og Sverre fíggjarstjóri. Men
áðrenn tey kundu kalla seg
hetta, vóru tey einans tríggir
tilvildarligir
næmingar
á handilsskúlanum, sum
høvdu valt sær lærugreinina
Ungt virki.
Í stuttum snýr lærugreinin
seg um at framleiða eina
vøru og reka eitt virki, og
her skulu vit skunda okkum
at leggja aftrat, at tað eru
tey allarfægstu, sum koma
so mikið langt, at tey seta
vøruna í framleiðslu.
Tað hava Bogi, Maria og
Sverre megnað við Fríska.
Sjampoið kann í dag keypast
í Bónus fyri 29,95 kr. Men
aftanfyri liggur ein rúgva av
fyrireikingum, kanningum
og arbeiði.
Ikki bara sum
at siga tað
Tey trý hava gjørt marknaðar
kanningar, buisness plan,
framløgur og hildið fyri
lestrar. Arbeiði aftanfyri
Frísku kann ikki mátast í tím
um ella døgum, men heldur
vikum og mánaðum.
Og tað hevur langt frá
verið líka lætt alla tíðina.
Tað, sum tey hildu tók eina
viku tók tríggjar vikur, og
tað sum átti at tikið ein
mánað tók tríggjar mánaðir.
Men bólkurin hevði frá
fyrsta degi av avtalað, at
tey mugu halda saman og
trúgva uppá seg sjálvi. Og
hetta gjørdu tey allan vegin
ígjøgnum, eisini tá tey stóðu
og vóru um at missa móti, tí
einasta tilboðið tey fingu til
at framleiða 3000 etikettir
til dunkarnar, ljóðaði uppá
35.000 kr.
Men so var tað, at ein
fyritøka bjóðaði seg fram at
framleiða etikettirnar heilt
ókeypis, so var aftur ljós
fyri framman. Soleiðis hevur
virksemið hjá bólkinum
verið. Tað hevur verið upp og
niður, og gleðin hevur verið
stór men tey hava sanniliga
eisini verið vónsvikin.
Fingu serliga
viðursløn í Danmark
Fríska vann Ungt virki-
kappingina í Føroyum, har
fleiri onnur sera góð hugskot
vóru. Í vár vóru tey so niðri
í Danmark til Ungt virki-
kappingina har, og eisini har
fingu tey sera góð skotsmál,
og fingu tey eina virðisløn
fyri at vera tað virkið í kapp
ingini, sum hevði selt mest
av síni vøru.
Heilsaðu uppá
prinsessu Alexandru
Á hesi kapping niðri í Dan
mark høvdu øll virkini hvør
sín bás, og har var ein rúgva
av stuttligum vørum. Millum
annað var onkur, sum hevði
ment ein pitabreyðshaldara
– eitt slag av einum stativi til
pitabreyðið at vera í, soleiðis
at tað kundi standa loddrætt
og øll fyllan ikki koppaði úr,
tá tú leggur tað frá tær.
Tey trý Bogi, Maria og
Sverre gingu runt og hugdu
at hinum básunum, og eisini
vóru sera nógv og hugdu at
teirra bási. Millum annað
prinsessa Alexandra var og
heilsaði uppá hjá teimum, og
hetta er nakað tey trý halda
vera rættiliga stuttligt.
Heimsins besta
sjampo
Tá tað nú er eydnast teimum
trimum ungu næmingunum at
fáa fyrsta føroyska sjampoið
á hillarnar, so skuldi ein trú,
at tey vóru nøgd. Men tey
gevast ikki her, tí Fríska er
eitt so mikið gott produkt, at
tey ikki smæðast fyri at kalla
tað heimsins besta sjampo.
Ætlanin er í fyrsta umfari
at leggja ein fjórðing av før
oyska marknaðinum undir
seg, og framtíðarætlanin er,
at Fríska skal standa fyri
meiri enn helminginum, av
allari sjamposølu í Føroy
um.
Tannáringar gjørt føroyskt sjampo
Í næstum kemur Hans
Fróði Hansen út á
altjóða marknaðin við
eini nýggjari bók, hann
sjálvur hevur skrivað.
Hetta er fyrstu ferð
Hans Fróði roynir seg
sum rithøvundur, men
fleiri bøkur eru ávegis.
– Bókin er ætlað øllum
kvinnum í heiminum
– óansæð stødd, aldur
og húðarlit, sigur Hans
Fróði Hansen
Nýggj bók
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Bókin er á enskum og ber
heitið »Image & Fashion
Secrets for Every Woman«.
Hon er løtt at lesa og prýdd
við nógvum myndum og
orðatøkum, Hans Fróði hevur
smíðað.
Rithøvundurin
hevur fingið íblástur til at
gera bókina frá kvinnum,
hann hevur hitt allastaðni
kring knøttin:
– Eg elski at arbeiða við
kvinnum og hjálpa teimum
at finna teirra egna stíl.
Eg havi skrivað bókina á
enskum, tí allar kvinnur í
heiminum hava brúk fyri
henni. Eg arbeiði somuleiðis
á altjóða marknaðinum, og
bókin verður seld í nógvum
londum: Í USA, Onglandi,
Danmark. Somuleiðis verð
ur hon at finna í nøkrum
handlum í Føroyum. Í løtuni
verður bókin týdd til danskt,
og eg havi fingið nakrar
fyrispurningar úr øðrum
londum, ið ynskja at týða
hana til annað evropeiskt
mál, sigur Hans Fróði Han
sen.
Image & Fashion
Consultant
Hans Fróði Hansen hevur,
síðan hann var heilt ung
ur, havt stóran áhuga fyri
vakurleika og móta. Eftir
at hava roynt nógv ymiskt
arbeiði og at verið fótbólts
spælari burturav, valdi Hans
Fróði at gera vakurleika og
móta til sína yrkisleið. Hann
fór til USA og Onglands at
læra til Image & Fashion
Consultant og hevur síðan
tá arbeitt í hesum yrkinum í
nógvum londum uttanlands,
men tó eisini í Føroyum í eitt
tíðarskeið.
Til allar kvinnur
Høvuðsparturin av bókini eru
ráð til uttaru útsjóndina, men
eisini eru ráð til tað innara,
ið, Hans Fróði metir, er ein
stórur partur av heildini.
– Eg havi gjørt bókina fyri
at vegleiða kvinnum, hvussu
tær møguliga kunnu klæða
seg á bestan hátt. Flest allar
slíkar vegleiðandi bøkur
til kvinnur eru gjørdar av
kvinnum ella samkyndum
monnum. Men eg eri hvørki
ein kvinna ella ein sam
kyndur maður og kann tískil
fáa tað mest feminina fram
í eini kvinnu, sigur Hans
Fróði Hansen.
Men hvat fær ein mann
at gera eina bók, ið bert er
ætlað kvinnum?
– Eg havi gjørt bókina við
djúpum tokka til kvinnuna
og ivist onga løtu í, at allar
kvinnur fáa nógv burtur
úr bókini. Men somuleiðis
havi eg skrivað hana fyri at
prógva fyri mær sjálvum, at
tað ber til at geva eina bók út
á altjóða marknaðin. Henda
bókin er bert ein liður í eini
røð av fleiri bókum, og minst
ein bók kemur út afturat í ár,
sigur Hans Fróði at enda.
Hans Fróði Hansen roynir seg sum rithøvund:
– Ein bók til allar kvinnur
“Eg ætli, bókin skal verða ein
handbók hjá øllum kvinnum. Hon
er lítil og løtt og tískil góð at hava
við í taskuni ella á náttborðinum
sum »íblástrarbók«”
– Hans Fróði Hansen
”
Stjórin á Kemilux, Debes Petersen, saman við fólkunum
aftan fyri Fríska, Sverre T. Johannesen, Maria Neshamar og
Bogi Berg
– Tað er so nógv, vit ynskja at broyta og bøta um í lívinum:
húsið, garðin, bilin, arbeiðið o.s.fr., men hví ikki byrja við
at broyta okkum sjálvi og gerast tann persónurin, vit altíð
hava viljað verið? Í bókini hjá mær ber til stig fyri stig at
broyta seg sjálvan rætta vegin – bæði innan og uttan, sigur
Hans Fróði Hansen
Prinsessa Alexandra var og
hugdi at bási teirra í Danmark