mánadagur 1. mai 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 83 - 1. mai 2006
Rok og brot hevur
verið á skránni
hjá løgregluni í
høvuðsstaðnum,
meðan tað hevur
verið stak friðarligt í
Klaksvík, hóast nógv
fólk og ferðsla hava
sett dám á vikuskiftið
har.
Løgreglutíðindi
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Vikuskiftið hevur verið
rættiliga ófriðarligt í Havn,
og løgreglan hevur avgjørt
ikki sitið hendur í favn.
Fríggjamorgunin varð ein
maður tikin fyri at koyra
ávirkaður av rúsdrekka.
Seinni
vísti
tað
seg
somuleiðis, at hann hevði
stolið bilin, sum hann
koyrdi.
Fríggjakvøldið klokkan
23 var eitt ferðsluóhapp í
Kaldbak. Tá løgreglan kom
á staðið, lá bilurin á takinum,
men hóast hetta spurdist
eingin fólkaskaði burtur úr
óhappinum. Maðurin varð
tikin við á løgreglustøðina
í Havn og síðan skuldsettur
fyri rúsdrekkakoyring.
Hurlivasi á Nabb
Leygarmorgunin endaði
alt í einum ruðuleika uttan
fyri ítróttahøllini á Hálsi í
Havn. Klokkan tvey var
bardagi á skránni, og ein
ungur drongur var til miklan
ampa fyri fólk á staðnum.
Drongurin vildi ikki práta
við løgregluna og varð
tískil tikin við á støðina. Í
hesum sambandi gjørdist
ein vinmaður í øðini og hótti
ein løgreglumann:
– Hesa hendingina hava
vit tikið í stórum álvara.
Drongurin er avhoyrdur
og skuldsettur. Leggjast
kann somuleiðis afturat,
at
báðir
dreingirnir
vóru
avbygdarmenn,
sigur vakthavandi á løg-
reglustøðini í Havn.
Stungin við knívi
Um sama mundið vóru
aðrir bardagar á skránni
uttan fyri ítróttahøllina.
Ein drongur varð stungin
við knívi í lærið av einum
15 ára gomlum dreingi.
Í hesum sakarmálinum
er kriminalløgreglan og
barnaverndin komin upp
í málið. Drongurin, sum
varð stungin, varð alt fyri
eitt koyrdur á skaðastovuna
og varð heftur saman aftur
við pentum.
Umframt hesar hendin-
garnar hevur herverk verið
í miðbýnum í Havn, og
ein bilur varð meldaður,
tí fleiri ungdómar hingu
út gjøgnum vindeygað á
bilinum, meðan bilførarin
koyrdi runt í miðbýnum.
Sjálvur bilførarin var
edrúur og fekk eina átalu
fyri hendingina. Somuleiðis
hevur húsaófríður verið
Millum Gilja í Hoyvík:
– Alt í alt hava vit havt
tríggar menn á støðini, ið eru
tiknir fyri rúsdrekkakoyring,
fýra liggjandi gestir í
kjallaranum og hava verið
boðsendir fleiri ferðir til
húsófrið og herverk á bilar
og hús, sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í Havn.
Friðarligt í Klaksvík
Nógv ferðsla og sera
nógv fólk hava sett dám
á vikuskiftið í Klaksvík,
men higartil sær tað út til,
at fólk hava tikið boðini frá
løgregluni um at ansa sær til
eftirtektar.
– Sjálvandi fekk eingin
koyrt skjótt, men ferðlan
gleið spakuliga og væl,
sigur
vakthavandi
á
løgreglustøðini í Klaksvík.
So hóast nógv fólk og
nógvir bilar hava verið í
Klaksvík, hevur vikuskiftið
rætt og slætt verið sera
friðarligt. Leygarmorgunin
klokkan 3.30 orkaði ein
maður ikki at bíða longur og
sníkti seg við bili gjøgnum
tunnilin, hóast hann enn ikki
var latin upp. Maðurin varð
tikin alt fyri eitt, og seinni
varð tað staðfest, at maðurin
somuleiðis var ávirkaður av
rúsdrekka. Leygarmorgunin
var somuleiðis okkurt
smávegis innbrot í KÍ
høllini. Innbrotsmenninir
brutu eina hurð upp og
sluppu inn á skrivstovuna,
men har var einki at stjala,
og fóru menninir tískil
snópisliga við tómum
hondum út aftur.
Leygarkvøldið
vóru
flest fólk í Klaksvík, men
tá var tað somuleiðis sera
friðarligt. Okkurt smávegis
herverk var á skránni, og ein
maður varð tikin at koyra við
kenning. Maðurin koyrdi
undan løgregluni, men
varð at enda fangaður av
hundabilurin hjá løgregluni.
Um hundurin ikki hevði
funnið mannin, hevði
løgreglan ongantíð komið
fram á gerningsmannin:
– Um hugsað verður um
øll fólkini, sum hava verið í
Klaksvík, hevur alt spælt sera
væl av, og vit lata ótrúliga
væl at vikuskiftinum. Tað er
avgjørt gleðiligt at síggja,
at tað ber til at verða so
friðarligt, hóast nógv fólk eru
saman, sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í Klaksvík.
Rokan í Havn og
friðarligt í Klaksvík
Hurlivasi var uttan fyri ítróttahøllina á Hálsi í Havn leygarmorgunin. Eitt nú varð ein drongur
stungin við knívi í lærið av einum 15 ára gomlum dreingi.