Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 98 - 23. mai 2006 – Tað er ongin fornuft í tosinum um at gera ein alternativan flogvøll í Føroyum og eg ivist ikki í, at vit eisini um 10 ár hava ábyrgdarfullar politikarar, sum ikki vilja blaka eina milliard í ein flogvøll, sum vit onki fáa burturúr, sigur Jørgen Niclasen Flogvøllur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo At byggja ein flogvøll afturat í Føroyum, er tað sama sum at blaka eina heila milliard burtur til onga nyttu. Tað heldur Jørgen Nicla­ sen, løgtingsmaður fyri Fólka­flokkin í Vágoy. Hóast landsstýrið hevur samtykt at leinjha flogvøllin í Vágum, verður framvegis tosað um, at tað er neyðugt at hava eina alternativan flog­ vøll. Men fólkafloksmaðurin úr Vágum sigur, at hann enn hevur ikki enn hoyrt eina einastu skila góða orsøk fyri at byggja ein flogvøll afturat. – Skal eg hugsa lokal­polit­ iskt, hevur vøllurin í Vágum sera stóran týdning fyri bú­skapin í økinum, tí har eru so nógv arbeiðspláss. Hann er ein so týðandi partur av lívs­grundarlagnum, at verð­ ur hann fluttur, hevði tað ver­ ið ein búskaparligur sorgar­ leikur fyri Vágar. – Men skal eg sleppa lokal­ politikkinum, dugi eg kortini ikki at síggja nakra sum helst grundgeving fyri at byggja ein flogvøll afturat. – Flogvøllurin í Vágum hevur ein regularitet upp á 98%. Grundgevingin fyri at byggja ein vøll afturat, kann bara vera at fáa tey írestandi 2%. – Men í Føroyum ber neyv­­an til at fáa ein hægri regularitet enn vit hava nú. So tey, sum vilja byggja ein flogvøll afturat, eru so­statt sinnað at brúka eina milli­ ard, uttan at fáa ein regu­ laritet, sum er betri enn hann er nú. Nøktar fram­ tíðar­tørvin Jørgen Niclasen sigur, at tað verður ikki vil hansara atkvøðu, at vit brúka eina milliard til onga sum helst nyttu. Men hvat sigur tú, skuldi tað hent, at ein samgonga, sum fólkaflokkurin við tær í, ger av at byggja ein nýggjan flogvøll. – Skal ein nýggjur flog­vøll­ ur byggjast, skulu vit hava sakligar orsøkir fyri tí og tær havi eg ikki sæð enn. – At seta hóttanir fram sømir seg ikki, men eg ivist ikki í, at vit hava ábyrgdar­ fullar politikarar í Føroyum, eisini um 10 ár, sum ikki eru sinnaðir at brúka eina milliard, uttan at fáa nakað afturfyri. – Tað verður áhugavert at hoyra politikarar grundgeva fyri at longja vøllin í Vágum til 1600 metrar, tí tað nøktar okkara tørv – men samstundis sum teir grundgeva fyri at at vit mugu hava ein nýggjan vøll. Jørgen Niclasen staðfestir, at tá ið vøllurin í Vágum, er longdur upp í 1600 metrar, klárar hann at nøkta okkara tørv. Og verður tað neyðugt, kann hann eisini leingjast upp í 1800 metrar. Hann vísir eisini á, at ein grundgeving fyri at gera ein annan flogvøll, er, at so kunnu vit útflyta fisk av landinum. Men tað kunnu vit eisini við einum longdum vølli í Vágum. Hann minnir eisini á, at í hansara tíð sum lands­ stýrismaður, vár ein hálv millión av til stuðul til tey, sum vildu flyta fisk út við flog­fari. Men tíansheldur fór peningurin aftur í lands­ kassan, tí ongin tók av og flutti fisk út við flogførum. – Eg fari aldrin at góðtaka, at flogvøll­ urin verður fluttur úr Vágum, uttan fullgóð prógv fyri, at tað er betri og tey havi eg ikki hoyrt enn, sigur Marjus Dam Flogvøllur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg dugi ikki at síggja nakað skilagott í at byggja ein flog­ vøll afturat í Føroyum. Tað sigur Marjus Dam, løg­tingslimur fyri sambands­ flokkin í Vágum. Og hann staðfestir somu­ leiðis, at fær hann ikki full­ góð prógv fyri, at ein flog­ vøllur liggur betri onkra aðra­staðni í Føroyum, fer hann aldrin at góðtaka, at flogvøllurin verður fluttur úr Vágum. – Men tey prógvini havi eg ikki sæð enn, legggur hann afturat. Hóast landsstýrið nú hev­ ur avgjørt at leingja vøllin í Vágum 350 metrar, so hann verður 1600 metrar, verð­ur samstundis staðfest, at vit hava brúk fyri einum alternativum flogvølli, sum kann lúka framtíðar krøv. Í hesum sambandi verða serliga trý støð kann­að. Søltuvík í Sandoy, Glyv­urs­ nes á Streymoy og Skorð­ hædd í Eysturoy. Men Marjus Dam heldur, at tað er øll orsøk til at vera á varðhaldi. – Fyrr varð tosað um at gera ein framtíðarflogvøll í Føroyum. Nú er tað broytt til alternativan flogvøll. Men sambandsmaðurin í Vágum heldur, at her er bara talan um gamalt vín í nýggjum fløskum. – Endamálið er enn sum áður at flyta flogvøllin úr Vág­um. Tí er alt tos um ein al­terna­tivan flogvøll ein hótt­an ímóti vøllinum í Vág­ um. Hann heldur tí, at hetta er ikki annað enn ein roynd at lumpa flogvøllin úr Vág­ um. Milliardin brúkast betri aðrastaðni Hann heldur, at tey, sum tala fyri einum alternativum flogvølli í Føroyum, hugsa ikki um samfelagsgagnið av honum, men um lokalpolitikk og atkvøður. Hinvegin heldur hann ikki, at tað er lokalpolitikkur, tá ið hann vil tvíhalda um vøllin í Vágum. – Flogvøllurin í Vágum hevur ein regularitet upp á eini 98%, tí tað kann teljast á einari hond, tær ferðirnar, sum flogvøllurin er afturlatin fyri veður. – Hann hevur so høgan regularitet, at hóast vit brúka hálva aðru til tvær milliardir upp á ein nýggjan vøll, um­framt rakstrarkostnaðin, fáa vit ongan bata burturúr tí. Tað einasta, vit fáa burturúr, er, at vøllurin er fluttur úr Vágum. – Men aðrar orsøkir havi eg ikki sæð, sum kunnu tala fyri at hann verður fluttur. Hann ásannar, at vøllurin í Vágum er heldur stuttur. Men hann staðfestir eisini, at tað ber til at byggja hann út til 1800 metrar. – Gera vit tað, hava vit ein vøll, sum lýkur øll krøv til framtíðar flúgving í Føroyum í langa tíð frameftir og tað er endamálið, sama, hvar í Føroyum hann er. Tí staðfestir Marjus Dam, at hann fer ongantíð at góð­ taka, at vøllurin verð­ur flutt­ ur, bara av lokal­polit­iskum orsøkum. Hann vísir á, at tað er so sjáldan, at ólag er á flúgv­ ingin í Vágum, at ein nýggjur flogvøllur er ein rættiliga dýrur prísur at betala fyri nakrar fáar lendingar og frá­ ferðir, sum kunnu teljast á aðrari hondini. – Eg haldi, at tann milli­ard­ upphæddin, sum ein nýggjur flogvøllur kostar, kunnu verða brúktar betri onkra aðra staðni í samfelagnum – Kanska hevði tað verið skilabetri at bygt smærri flog­vallir ymsastaðni í land­ inum, eitt nú í Suðuroy, sum kundi verið brúktur til innanlandsflúgving. Hann heldur kortini, at er tað onkur, sum heldur tað vera áhugavert at kanna ymisk viðurskifti í hesum sambandi, so skal hann ikki leggja seg í vegin fyri tí. Vit kunnu ikki brúka eina heila milliard til onga nyttu Sleppa ikki at lumpa flogvøllin úr Vágum Vágoy Av lokalpolitiskum orsøkum hevði tað verið ein vanlukka fyri Vágar at flutt flogvøllin. Men sjálvt um vit sleppa lokalpolitikki, er ongin fyrimunur í at flyta flogvøllin, sigur Jørgen Niclasen – Fyrr varð tosað um ein framtíðarflogvøll í Føroyum. Nú verður tosað um ein alternativan flogvøll. Men hetta ikki annað enn ein roynd at sminka ætlanina at flyta vøllin úr Vágum, sigur Marjus Dam, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin í Vágum